Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Okkurt má gerast TOLARAFLOTIN liggur. Flaka- virkini eru stongd. Ågang- urin á arbeiðsloysistrygg- ingina er størri enn nakr- antíð. Í kjalarvørrrinum á hesum kemur so - sum ring- ar í vatninum - avleiðingin fyri alt annað virksemi í landinum. Her verður hugs- að um tær fyritøkurnar, sum hava tilknýti til fiskivinn- una so ella so, og her verður eisini hugsað um annað virksemi so sum handlar og ymsar tænastufyritøkur. Tað stendur greitt, at fer stórur partur av flotanum at liggja í longri tíð og virkini ongan fisk fáa tá steðgar so gott sum alt virksemi upp í landinum. STÓRI spurningurin er, hvat skal gerast og hvgr skal gera hvat. Eitt paradoks - mótsetn- ingur - er tað, at fer flotin út aftur, so klárar hann seg ikki, verður hann liggjandi, tá klárar hann seg heldur ikki. Fyri at fara útaftur skal lógin um kvoturnar broytast siga reiðararnir, men við lóg skal land byggjast siga aðrir, sum vísa til, at kvotalógin kann ikki broytast fyrr enn í heyst. Hetta er tað vit hava avtalað við danir. Verður nú farið undir at pilka við lóg- ina, sum við neyð og deyð fekst ígjógnum, hóast tingið fyrr hevði samtykt hetta, so fer hetta aftur at elva til stórar trupulleikar við danir, sum ikki eru heilt nøgdir við verandi lóg, og tí vilja hava hana endurskoðaða í heyst. FISKIFRØDINGAR siga bart ut, at flotin må minkast, og hetta meina nógvir polit- ikarar eisini, men teir vilja treyðugt viðganga tað. Fiski- málaráðharrin sigur, at landsstýrið hevur bert at fylgja eini lóg, sum legtingið hevur samtykt men heldur annars, at flotin má minkast ella fara út um landsgrunnin at fiska, og varð hetta eisini andin við upprunaliga upp- skotinum hjá landsstýrinum, sum nú bert lutvíst er eftir í uppskotinum tingið samtykti. EITT stórt virvar mann hetta kennast fyri ikki bert Palle- ba men fyri flest allar før- oyingar. Og í síðsta enda verður hugt til, hvat lands- ins stýrið vil og ætlar. Tað er greitt, at tað kann ikki gera annað enn at fylgja lógum landsins, men tá stóðan gerst so álvarsom, sum at alt fram- leiðandi vinnulívið - grund- arsteinurin undir gllum - liggur lamið, tá má hetta vera ein uppgáva hjá lands- stýrinum og eisini løgting- inum at taka upp. Spurning- urin er eisini, um stødan er vorðin so mikið álvarslig, at landsstýrið bara má sanna eisini mótvegis dønum - at okkurt heilt kollveltandi og ekstraordinert má gerast. TAÐ er spell, at tað ikki eydn- aðist at fáa avtaluna við dan- ir upp á pláss við ársbyrjan, tí tá kundi landsstýrið farið til verka alt fyri eitt við at kunna danir um støduna. Og hevði tað kanska longu verið komið til eina ella aðra loysn upp á stóru uttanlandaskuld- ina og ikki minst skuldina til danska ríkið, sum enn eingin endalig avtala er gjórd um, hvussu skal gjaldast aftur ella um hon skal gjaldast aftur. Av tí at løgtingid ikki fekst til at góðkenna uppskotið frá landsstýrinum ella tí at samskiftið millum løgting og landsstýrið var ov vánaliga seinasta vetur, tá uppskot skuldi gerast til kvotalóg, hava vit fingið núverandi stóðu, sum er eitt slag av bidistødu. Danir hava góðtikið broytta landsstýris- uppskotið undir ávísum treytum, nevniliga at hyggj- ast skal at aftur lógini í vet- ur. Hetta má sigast at vera sera óheppið, tí tað minkar um råsaråmid og arbeiðs- møguleikarnar hjá lands- stýrinum at fara aftur til Danmarkar at tosa um stød- una heilt av nýggjum. VIT taka undir við løgmanni, tá hon sigur, at vit føroying- ar mugu gera alt vit sjálvi kunnu fyri at gjalda okkara skuld aftur. Spurningurin mong í dag seta sær er tann: um vit ikki eru komin hartil, at vit vita við vissu, at vit verða ongantíð før fyri at gjalda alt hetta aftur og so- leingi við ikki viðurkenna hetta bæði mótvegis okkum sjálvum og móti degnum, so bara stendur stødan við og versnar. Tá hevði verið betri at tikið um heilan fingur nú og lagt øll kort á borðið. Hetta tykist vera grundsjón- armiðið hjá einum alsamt vaksandi tali av fólki og tí er spurningurin í dag, hvat landsstýrið og eisini løg- tingið eiga at fyritaka sær. TAÐ einasta rætta nú hevði verið at allir flokkar á tingi og landsstýrismanning sett- ust saman og fóru undir ein sera neyðugan og avgerandi dialog undir heitinum: "Hvat kunnu vit gera og hvat skulu vit gera"! Trupulleikarnir eru so stórir og verður landið nú bráddliga lagt heilt lamið, tá kann tað fáa so álvarsligar fylgjur, at alt tað, sum roynt er at byggja upp eitt nú bjarging av bankum, hevur verið til fánýtis. Stødan í dag er so ålvarslig, at drastisk stig mugu takast. Og her mugu andstøduflokkar å tingi verda bindir at vera vid ella rættari sagt tvingadir til at spæla vid. Tad er ov biligt hjå flokkum sum sambandi og fólkaflokki at reka knall- harðan og karráðan and- stødupolitikk í eini tíð, har tað bara burdi verið ein bólkur á tingi, ein bólkur, sum legði flokspolitisk sjón- armið til viks eina stund og ístaðin virkaði fyri at loysa upp fyri nøkrum av teimum mest álvarssomu málunum, mál, sum allir flokkar hava ábyrgd av loysa. Stødan er í hvussu so er eitt týðuligt varskó til bæði løgting og landsstýri. Út úr buskinum hini gomlu. Tað er nú tað skal tosast og handlast - í hvussu so er er tað nú, at onkur kós má stingast út. SOSIALURIN