mikudagur 16. mars 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
os
Í
;
Síða 18 Nr. 52 — 16. MARS 1994 Tidindabladid [ sosialurin |
Bileggid oljupakkan nu!
Tað fer ikki dagur, at ikki onkur lesari setir seg í samband við blaðið og biður um at fáa alt
tilfar, sum hevur verið í blaðnum um okkurt ávíst evni.
Vit vilja menna orðaskiftið
Vitfara nú sum eina roynd at taka ynskid frá lesarum okkara — og tað eru fólk um alt landið
— til eftirtektar og bjóða tykkum at keypa fyri biligan penga alt savnað tilfar um ávís evni.
Við hesum vilja vit fegin gera okkara til at menna orðaskíftið, sum er eitt tað mest týðandi
grundarlagið undir demokratinum.
Nettup tann sannroynd, at blaðið hevur roynt at lýsa mong ymisk samfelagsmál frá fleiri
síðum og harvið hevur hýst nógvum ymiskum meiningum, ger tað meguligt at fara undir
slíkt tiltak.
Hetta er so eisini ein tíð, har so mangt bylgist í fólki, og tað er m.a. fyri at fáa eitt breitt og
sakligt orðaskifti, at vit nú koma við hesum tilboði.
Vit halda tað er einki meira enn natúrligt, at eitt blað, sum dag um dag, viku eftir viku,
mánað eftir mánað og ár eftir ár viðger flestallar samfelagsspurningar, verður brúkt til
slíkt endamál.
| Skúlar, stovnar, feløg, politikarar o. 0.
Tað eru serliga fólk undir útbúgving av alskyns slag, sum ringja til okkara og biðja um at
fáa alt tað, sum er skrivað um eitt ávíst mál. Tað eru eisini skúlaflokkar, sum vilja hava
tilfar, tað eru feløg, stovnar og nógvir einstaklingar.
'Undirgrund o og marknaðarsamráðingar
Sum eina byrjan hava vit tí nú gjørt eina roynd at savna tað nógva av tilfarinum, sum
hevur verið í blaðnum seinastu 10 árini um undirgrund, olju og marknaðarsamráðingar.
Hetta tilfarið er sera rúgvusmikið og fevnir um fleiri hundrað A4-síður.
Tilfarið varð savnað í sambandi við, at tingið herfyri fyri fyrstu ferð vidgjørdi spurningin
um eina komandi oljuvinnu her á landi. Tað vóru politikarar og teirra millum øll javnaðar-
manningin á tingi og í landsstýri, sum ynsktu at fáa alt hetta tilfarið til tess at kunna kunna
seg um málið undan orBaskiftinum á tingi.
Nú bjóða vit so ollum okkara lesarum sama tilfarið, ið er avrit av greinum o.ø. um olju-
vinnu og samráðingar við tilknýti til hana. Hetta tilfarið er alt savnað í einum ringbindi og
tískil sera høgligt at koma framat.
Bert 500 krónur
Eisini onnur evni
Um áhugi er fyri at fáa alt tilfar um onnur evni eisini, so eru vit til reiðar. Men tað veldst
sjálvandi um, hvussu stórur áhugin er.
Evnini kunnu vera so mong, alt frå sanering av fiskiídnaðinum til spurningin um okkara
sjúkrahúsverk, fyri bert at nevna tvey dømi.
Um íkkiso langa tid verðatvær ráðstevnur í Havn um åvikavist eina komandioljuvinnu og
so seinastu sjúkrahúsfrágreiðingina. Nú er tað so, at Tíðindablaðið Sosialurin hevur
dekkað hesi bæði oki rættiliga gjølla seinastu 10 árini.
1
|
|
TE —
=
— | Í oljupakkanum eru eisini fleiri samrødur |-
við Maritu Petersen, legmann, sum um-
| sítur hetta stóra målsøkib: 'Undirgrund.
Menon kjak krevur KUNN LEIKA
Oljupakkin
Í »Oljupakkanum« eru m.a.
allartær áhugaverdu grein-
arnar hjá Sverra Dan Joen-
sen, sum úr Bahrain hevur
gjørt viðmerkingar í Sosial-
inum til teir flestu av spurn-
ingunum, sum snúgva seg
umeinakomandi oljuvinnu.
Halda tit, at
hetta ljóðar á-
hugavert og
meta tit, at tit
hava brúk fyri
at síggja alt
tilfar um um-
røddu evni, so
er at fylla seðil-
in út ella ringja
til okkara á tlf.
11820
1 2 — —'ð -—- ".—
mangar áhugaverdar sam-
reður við ein av oddamonn-
unum í oljuráðleggingar-
bólkinum og ein av stjór-
unum á Danmarks Geo-
logisk Institut, Stefan Hult-
berg, ið er ein tann mest
serkøni í øllum oljuspurn-
ingum.
— eitt nú prát við ein av stig-
takarunum til felagið Før-
oya Oljuídnaður, Johan
Mortensen, sum heldur at
vit eiga at fara undir olju-
vinnu sum skjótast, um-
framt samrøbur við ymsar
útlendskar serfrødingar á
økinum.
Evni:
O Vidl. kekki, Ú Postuppkravi ella O) Banka/giroflyting
Navn:
Sendid lepan til
Tíðindablaðið SOSIALURIN
Box 76 — 110 Tórshavn
fyri kr. 500,-, sum eg gjaldi
#