Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nú líður móti endanum á hesi tingsetuni, og løg- tingsformaðurin miðar eftir at lata tingið fara heim flaggdagin ella stutt eftir. Legtingið fær úr at gera hesar dagarnar. Nógv mál liggja í nevndum og skulu fyri tingið aftur, og aftrat tí eru fráboðað ikki færri enn tilsamans 125 mál aftrat. Málini verða í tali nógvar ferðir fleiri enn tað vanliga. Í seinastu tingsetu vóru málini til- samans 208, alt í roknað. Longu nú eru komin fram 208 uppskot, og aftrat skulu so leggjast tey fráboðaðu 125. Tað er tó ikki vist, at øll tey fráboðaðu málini koma fram. Freistin at boða frá uppskotum og fyrispurningum var úti 4. mars, og so veldst um, hvussu stundirnar hava verið at evna uppskotini til, og um ætlanir at koma við uppskotunum eru sleptar ella ikki. Tað fæst at síggja i dag, ti í dag er seinasti fram- løgudagur á hesum sinni. Neyvan er nakað at ivast í, at tey nógvu upp- skotini og fyrispurning- Nr. 54 — 18. MARS 1994 uppskotum Løgtimgsfundur verður aft- ur i dag, og tingformaðurin miðar eftir at enda ting- setuna umleið flaggdagin arnir hava samband við, at valár er. Landsstýrið eigur tey flestu fráboðaðu upp- skotini, 46. Fleiri teirra eru ymiskar lógarbroyt- ingar og ígildissetanir. A gðrum plássi liggur flokkurin hjá Nielse Paula Danielsen, sum ætlar at koma við 24 uppskotum og átta fyri- spurningum. ; Nummar trý er Oli Breckmann, sum kemur vid 15 uppskotum. Summi uppskot eru hansara egnu, onnur ætlar hann at leggja fram vegna fólkaflokkin. Løgtingsgrannskodar ar-nir koma vid umleid 10 málum. Tað eru álit um grannskoðaðaðar roknskapir. Tordur Niclasen, sum í unginum ikki umboðar nakran flokk, ætlar í dag at koma við átta upp- skotum og trimum fyri- spurningum. Sambandsflokkurin hevur átta uppskot aftrat at leggja fram. So eru tað fólkafloks- menninir John Petersen og Svend Aage Ellefsen, sum koma við tveimum, og Sverre Midjord við einum. randi PASKA BINGO verdur i Pålsstovu sunnudagin 20. mars kl. 16.00 Nógvir góðir vinningar, so sum 10 gåvukort á 500 kr., páskaregg og mangt annað 15 vinningar á lutasedli, høvudsvinningurin er eitt krov frá Gjógv. Drigið verður millum spelini. Eykaspælið heldur fram. = Ølleru vælkomin ” GJÁAR SAMKOMUHUS Tíðindablaðið (SHU Ein riðil av | Hava nógv at selja Søluframsyningin hjá Føroya Blindastovni byrjar seinnapartin í dag Á verkstødunum á Føroya Blindastovni gongur ar- beiðið so mikið væl, at stovnurin nú kann hava sína aðru søluframsyningin. Tann fyrsta var fyri jól. Núhavatey nógv meira at bjóða fram. A træverkstaðnum hava tey gjørt baðirúmskrakkar, blómukassar og styltur til børnini og lívdargarðar, sum setast kunnu upp við húsini. Á keramikkverkstaðnum hava tey gjørt iløt og prýð- islutir av ymsum slag. Nógvir vovnir lutir eru, sum fyriklæði og turrklæði til føroyskan búna, viski- stykkir, plaid og hálsturr- klød. So hava tey kustar og bustir og ymist påskapynt. Tad mesta hava blind og sjónveik gjørt í ár. Okkurt var eftir frá jólaframsýning- ni. Eitt tað mest åhugaverda man vera livdargardurin, sum er uppfinning, gjørd å stovninum. Teimum kønu dámar væl, og garður verð- ur settur upp hjá Skógrekt Landsins til framsýningar. Tað eru modul at seta saman eins og byggikloss- ar. Seymur skal eingin í. Garðurin verður festur í jørdina við kassum, sum plantast kann í, og kassin kann eisini brúkast til kom- post ella sum sandkassi. Skalt tú hava ein garð, sum er 90 cm høgur, kostar hann 90 krónur fyri hvønn leypandi metur. Hetta er bíligt samanborið við, hvat fæst av slíkum í handlun- um. Á Blindastovninum kunu tey halda prísin niðri, tí tey sleppa undan meir- virðisgjaldinum. Blind og sjónveik arbeiða dagliga á verkstødunum frá mánadegi til fríggjadag. 12- Alskyns lutir hava tey at bjóða fram á søluframsyningini hjá Blindastovninum (Mynd: Kalmar) 15 fólk arbeiðs í miðal hvgnn dag, onkuntíð eru tey upp í 20. Øll koma inn altid, m.a. tí fleiri eru eldri fólk, og øll búgva ikki fast í Havn. Heri Tróndheim, fyribils- stjóri á Blindastovninum, sigur, at tað av og á selja lutir, sum fólk biðja um. Fólk kunnu altíð venda sær til stovnin. Framsýningin hjá Blinda- stovninum á Íslandsvegi 10 A verður í dag frá kl. 15 til 20 og í morgin frá kl. 13 til 17. Fólk kunnu tá støkka inn á gólvið at keypa lutir ella bara síggja stovnin og keypa ein drekkamunn. randi Ætla sær ikki Ternuna Nú verða atløgumøguleikarnir hjá farmaskipum betri í Fugla- firði, og strandfaraskipið Ternan fer esiini at kunna leggja at, tá hon ikki sleppur inn í Leirvík Eitt lesarabræv rekur fram undir, nú tað frættist, at havnararbeiði veður gjørt í Fuglafirði, so er ætlanin at stransdaraskipið = Ternan framyvir skal sigla á Fugla- fjørð. - Sovorðið møsn, sigur Sigfríður Vørdhamar, bý- ráðsformaður í Fuglafirði. Tað er bara so, at viðhvort noyðist Ternan á Fugla- fjørð, tí hon sleppur ikki inn í Leirvik. Tað slepst ikki undan, at hvør havn hevur sina ringu ætt. Í Leirvik er tad landsynningurin. Tað, sum gjørt verður, er ein gomul ætlan. Tosað hevur verið um í fleiri ár at geva farmaskipum betri møguleika at leggja at í Fuglafirði. Nú verður tað gjørt, tí avlopsgrót er frá ødrum arbeiði. Tað er av- gjørt farmaflutningin, bý- ráðið hevur í huganum. Nakað annað er, at Ternan sleppur at brúka rampuna, eins og onnur skip kunnu, tá hon av og á noyðist á Fuglafjørd. Tosað hevur ofta verið um at fingið rampu til Tern- una at leggja at við í Fugla- firði, men býráðið hevur ongantíð strongt á fyri at fáa hetta gjørt, tí tey halda ikki Temuna vera nakran fong, sigur Sigfríður Vørðhamar. Tað, sum nú verður gjørt, er eitt kommunalt tiltak. randi