Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á í | ð Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 54 — 18. MARS 1994 Sida 19 Her eru tríggir av teimum elstu, sum vóru við til at fáa gongd á skótalívið í Klaksvík og at stovna SNP. Á. Hákun Joensen, Gunleif Guðjónsson og Sigurð Berghamar. Teir eru her saman við fýra av teimum yngru spírunum hjá skótaliðnum. statt er SNP fimti ár í dag. Limirnir í hesum foreldra- ráðnum vóru: Sigurd Heine- sen, Símun Andreasen, Robert Joensen, Andreas Thomsen og Jaspur Leivs- garð. Tað skal tó sigast, at skót- ar fyrr heva verið skipaðir í lið her í klaksvík undir navninum Nólsoyar Páll. Seinast í 1926 skipaði Berghamar, Nólsoyar páll Trop og hildu teir áfram ti einaferð í 1929. Sigurð, sum tá bert var 17 "ra gamal, bleiv liðhjálpari, Símun Pet- ur Zachariassen átók sær at vera leiðari og teir fyrstu Mørkøre, Zakarias Poulsen, Hjalgrim Winther og Johan- ba í Garðinum). Sum vituligt er fyritak- semi hjá skótum sera tengt til 1 tilfeingið av góðum leiðarum og evnaríkum skótum, sum eru til dystin fús. Onkuntíð so er fyritaks- semi bara heilt Oført og til aðrar tíðir nakað minni. Í okkurt heilt stutt tíðrskeið hevur verið mest sum kalt á grúgvuni, men frá at byrja í teltum, fyri síðan at flyta inn í barakkina á Fornagørbum har tankarnir at keypa húsini hjá Sabinu vóru fostraðir, flutti SNP inn í Uppistovu, har fyrsta samkoman varð hildin 23. apríl 1950. Eitt skótalið í egnum húsum við hópin avgóðum fólki, hetta má hava verið ein ynski- støda fyri at fremja rættan skótaítrótt. Men skótaítróttur, hvat er tað? Hver er hugsjónin aft- anfyri hesa ítrótt? Er ikki hetta bert væl oljugreiddir smádreingir, sum skulu reisast fyri tí gomlu konuni, ela hjálpa ti blinda at finna vegin, ella kanska blåstirdir lærleggir við okkurt hisini grækarismessuhald? Møguliga er hetta myndin av skótanum, sum tíðarand- in og materialisman hevur fyrigyklað fólki, til tess at gera gjøldur við sanna skótaandanum. Kanska tíð- arandin og materialisman ikki vil kennast við ein boð- skap, hvers meginregla er at geva og fremja, heldur enn at krevja og fáa. Okkum menniskjum dámar og tørvar at hava rammur um lív okkara. Tey flestu megna tíbetur at evna sær hesar sjálvi, meðan nøkur okkara hava ilt við at kenna sínar, og uppaftur onnur lata seg seta í rammu av ørum. Heilt einfalt er skóta- ítróttin ein lívsstílur, har meginreglan er ein ramma um lívið, sum kann definer- ast í tveimum orðum: >Ver bigvin«. Hetta er boðskap- urin. Frá B. P. til tann rætta skótan, megnar tú hesa meginreglu, ert tú eisini før- ur fyri at stjórna tínumegna lívið, og sjálvur at evna tær lívsrammur, tín egna sjálvs- virðing krevur av tær. Tú viðurkennur at høgt oman- fyri okkum finst tað sum er ævigt rætt og satt, nakað sum ikki broytist og reingist við okkara skiftandi um- stóðum. Sjálvt um vit menniskju snáva á leiðini gjøgnum lívið og mistaka okkum, so stendur henda lívsramma eftir, sum verja um tað, ið vit sum fólk stríð- ast fram og upp ímóti. If we go forward we die if we go backward we die better go forward and die. Robert Baden Powel Åbyrgd liggur á hverjum einstøkum okkara at taka stóðu til dagsins spurning- Úlvar og skótar syngja á hátíðardegnum 12. mars ar. Skylda liggur á okkum at lyfta og bera við. Tað hjálp- ir ikki bert at siga, at vit liva í einum vánaligum sam- felag. Lat okkum krevja av okkum, at vit gera tað betri. Hetta er at vera búgvin. Hetta er eftir mínumtykki skótaboðskapurin so ein- faldur og virkin. Við hesi sum festu í tægu- botninum virkar skóta- andin víða um heimin, eis- ini her hjá okkum. Her er gott høvi at knýta vinabond fyri lívið, læra ein heilan hóp av ungdómi at kenna gjøgnum samstarv við aðrar skótabólkar og tað skemti- liga ikki at gloyma. Eg minnist eina stóra kapping vithøvdu úti í Grev fyri at royna okkum. Leið- aramir høvdu biðið Ás- mund úr Hvalvík seta bilin í eina veit åvegis út í Grøv. Allar fimm deildirnar komu framvið við millumbilum, og allar vóru tilreiðar at hjálpa neyðars Ásmundi, men verri var við karl í Norðistovu, sum hendan dagin stóð í bønum og eyg- leiddi tilburdin. Ørkymlad- ur av tí hann- hevði sæð, mátti hann betrúgva seg til konuna og spyrja, um Ás- mund úr Hvalvík mundi drekka illa. Og øll hini evnini, hverja skemtiliga hending, kann ein ikki ímynda sær saman við Páll hjá Hallu, Jóannes Leivsgarð, Kristoffer hjá Vigant, Michael á Brekku- mørk, hans Eli, Jónbert, Jóanes í Ánunum, Krossi og Oddna Bisk, Guttorm Simonsen, Sjúrða hjá Mallu, Páll hjá Polaba, Tinner, Sofus úr Leynum, Thorleif fótbóltsforseta og nógvum, nógvum gðørum, og Karl Josephsen, sum ikki slapp at vera forsangari í skiffle orkestrinum hjá Hans Eli. Ja, hvat er heim- urin íkki gingin glipp av, og fitti lítli Anfinn Klallsberg, sum nú hevur fingið so stór- an nýrastein, at hann má sor ast við laserkanón. Øllum hesum og nógvum afturat var eg saman við í míni skótatíð. Eg vil nýta høvi til at takka tykkum gllum fyri eina ógloymandi ud við óteljandi“ góðum minnum og so út øll, sum bera liðið víðari fram á veg. -Þ> Jan Andersen tv. er fylkisleiðari hjá SNP og eisini ovasti fyri allar teir gulu skótarnar í Føroyum. Her er hann saman við tveimum skótum undir hátíðarhaldinum í høllini leygardagin