leygardagur 19. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 55 — 19. MARS 1994 Síða3
Tummas Arabo vid Ola Jacobsen:
| Gevst við
onnur út!
-Gevst við at rakka niður og spilla út tey,
sum ikki hava sama hugsannarhátt sum
tú sigur Tummas Arabo, fiskimálaráð-
harri m.a. í svari sínum til formannin í
Fiskimannafelagnum, sum í fjólmiðl-
unum hevur skýrt landsstýrismannin fyri
bæði líkt og ólíkt
Tummas Arabo, fiski-
málaráðharri er avgjørt
ikki samdur við formann-
inum í Føroya Fiski-
mannafelag, Óla Jacobsen,
tá hesin í samrødu við
Sosialin í vikuni skýrir
landsstýrið ongan fiski-
vinnupolitikk at hava og
leggur javnaðarflokkin og
javnaðarfólk undir bæði
líkt og ólíkt. M.a. sigur
fakfelagsformaðurin, at
tað nyttar ikki at hava
nakað við Tummas- Arabo
at gera, tí hesin er óálít-
andi og haraftrat er
marionettur hjá Kjartan
Hoydal, Richard Mikk-
elsen og Poul Nyrup.
Hann vísir eisini á, at
landsstýrið vil als ikki
lurta eftir nøkrum, sum
vinnufeløgini koma við,
og tf er stødan f samfelag-
num hareftir.
standa ósvarað
Tummas Arabo: -Eg hava
ongan åhugi f at føra ein
dialog við Ola Jacobsen á
Tummas Arabo heldur Fi
fiskivinnuøkinum
hasum stødinum, har hann
alla tíðina vaskar sínar
hendur og brúkar ókvæm-
isorð móti ødrum. Men
tað, sum hann sigur bæði
nú og fyrr skal heldur íkki
standa ósvarað. Tá Óli
Jacobsen so bragdligur
tosar um, at hann ynskir at
verja demokratiið og legg-
ur onnur undir at vera
atvoldin til anarki ol. so
kann eg bert vísa til ein
fund í Tinganesi herfyri,
har Óli Jacobsen var
tilstaðar saman við lands-
stýrinum. Fundurin snúði
seg um, hvør hevur av-
gerðina á grunnunum ol.
Har fekk hann at vita, at
vit hava eina
demokratiska skipan at
ganga eftir og sambart
hesi skipan ger løgtingið
lógirnar og landsstýrið
umsitur tær. Tað var í
S :
+
+ á} -
mmarin seinasta mikudag prógvar, at fólk tekur undir við linjuni hjá landsstýrinum á
hesum sambandi, at Óli
Jacobsen bart út segði seg
vera ímóti demokratii.
Vil ráða
Tummas Arabo sigur víð-
ari, at Óli Jacobsen vil
sleppa at ráða og vil hava
skjótar avgerðir.
-Um tú ikki makkar
rætt kanst tú rokna við at
blíva spiltur út og rakk-
aður niður. Hatta er so ein
menniskjansligur veik-
leiki, sum ein må royna at
bera yvir við. Men at bera
seg soleiðis at í orð og tal,
hetta at rópa eftir hvørjum
ødrum og kalla ein fyri
líkt og ólíkt, tá ein ikki
fekk sín vilja, var nakað,
sum vit gjørðu sum smá-
dreingir sigur hann
Og tá Óli leggur
okkum undir at medvirka
Framhald á síðu 10
Tummas Arabo aftaná Fimmaran:
Landsstýrið
fekk undirtøku
fyri sínum fiski
vinnupolitikki
-Eg haldi ikki tað er ov nógv sagt, tá eg
sigi, at fiskivinnupolitikkurin hjá
landsstýrinum hevur breiða undirtóku
millum fólk sigur Tummas Arabo,
fiskimálaráðharri nú eftir, at hann hevur
verið í Fimmaranum í útvarpinum.
Hann heldur annars, at
nógv áhugavert kom fram
í sendingini og ásannar, at
millum tað vanliga fólkið
eru partrolararnir ikki væl
umtóktir.
Hann er tó at sindur
bilsin av, at trolaramenn
ikki lótu við seg koma, tí
tað er ein sannroynd, sum
vit ikki mugu gloyma, at
trolararnir hava eisini
týdning fyri landið. Tað
eru teir, sum koma við
nøgdunum av fiski, teir
kunnu fiska í ringum veðri
og kunnu tryggja javna
tilgongd av fiski til
virkini.
-Men hvat kanst tú
brúka handa Fimmaran til
sum politikari og fiski-
málaráðharri:
-Hann sannførir meg
Brynhild Thomsen, útvarpskvinna og Tummas Arabo, landsstýrismaður í Fimmaranum mikudagin
um, af linjan vit reka í
Tinganesi er røtt og hon er
heldur ikki so illa umtókt,
sum onkur vil gera hana
til og sum ein kundi borið
ótta fyri. Annars haldi eg
ikki vit mugu detta í hina
grøvina og siga, at nú
skulu trolararnir púra
burtur. Mín uppgáva er at
finna eina javnvág, sum er
skilagóð.
Tummas Arabo vil
fegin undirstrika, at tað
var eingin í sendingini,
sum fanst at myndug-
leikunum fyri at áseta eitt
TAC. -Tað hugsi eg eisini
trolaramenn eru fegnir
um. j an