leygardagur 19. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 55 — 19. MARS 1994 Síða 11
Futti á ferð í Glyvra Bio
Skipað verður fyri bussi úr Havn í sambandi við konsertina og
dansin leygarkvøldid í Glyvra Bio. Ferðaseðilin norður á Glyvrar
kostar 20 krónur. Túrurin suður aftur aftan á tiltakið er ókeypis
Ja, nú eru skjótt heilir 3
mánaðir síðan FUTTI var
úti og ferðaðist í Føroyum.
Táið vit siga ÚTI, so merkir
Tað er tíverri ein sann-
roynd, at flestu tónlistarlig
hevur FUT roynt at gjørt
nakað við tað seinasta
hálvtannað árið.
Komandi leygardag
verður konsert og dansur
við Futta á Ferð í Glyvra
Bio. Á konsertini í Glyvra
Bio, sum byrjar kl. 20.30,
fara 5 ymiskir rokkbólkar at
spæla. Hesir verða Ikaros,
Wolfgang, Revival, Mold
og Hate Speech. Tann, ið
veit eitt sindur um føroyskt
rokktónleikalív, heldur utt-
an iva at hesi nøvnini eru
reint guff fyri tann kræsna
áhoyraran.
Hate Speech
Einasti konsertbólkur, ið
ikki enn er serliga kendur,
er »Hate Speech« úr Havn.
Vit kunnu tó upplýsa, at
hesir ungu havnarmennin-
nir (næstan allir) eru í ferð
við at gera nakrar ljóðupp-
tekur í Studio 93 í Havn. Vit
hava frætt, at teir spæla so-
nevndan heimagjørdan
trash-metal tónleik. Teir, ið
spæla við Hate Speech eru:
Heðin Christiansen, sang,
Ansgar Jensen, bassgittar,
Heðin Davidsen, gittar, Ják-
up Pauli Olsen, gittar, og
Eyðun Djurholm, trummur.
Revival av Tvøroyri
Bólkurin Revival er vorðin
ein sera vælumtóktur kon-
særtbólkur. Umframt at
duga at upptrakða, duga teir
eisini væl at spæla sín tón-
leik. Tey, ið vóru á ólav-
søkukonsertini í fjør, minn-
ast óivað hvussu væl Jens
Harry Jespersen, saman við
Jóhannesi Hofgaard, Dánj-
al Jákupi Holm og Jón Joen-
sen, fingu konsertókið at
kóka.
Rivival skuldi eisini
spæla á seinastu nýggjárs-
konsertini, men mátti geva
avboð, tí sangarin hevði
fingið ringan hálsbruna.
Jens Harry royndi at syngja
til ljóðroyndina, sum var
fyrr um dagin, men til fá-
nýtis, røddin »reyk« aftur
beinanvegin. Synd, men
slíkt kann henda einum og
hverjum. Vit eru tískil sera
spent uppá at hoyra Revival
á Futta á ferð-konsertini
inni á Glyvrum.
Ikaros mest år Havn
Ikaros er ein sera vælspæl-
andi rokk-popp bólkur úr
Havn. Vit hava frætt at teir
venja í Kollafirði í kjallar-
anum hjá tí navnframa
Ólavi Øster. Orsøkin til at
teir júst venja í kjallaranum
hjá Ólavi er trummusláarin
Fríði Øster, ið er sonur
Olavs. Tey, sum høvdu
møguleika at hoyra Ikaros á
nyggjårskonsertini, vita
hvat vit tosa um, tá ið vit
síga, at teir eru dugnaligir.
Ikaros hava fingið sær
Brand Jacobsen til sangara
og hann megnar sanniliga at
liva upp til sítt góða um-
dómi sum ársins songrødd í
1992. Tónleikurin, sum Ika-
ros framføra, er bæði nýggj-
ur og tíðarhóskandi. Sum
heild eru teir professionell-
ir, tá ið tað snýr seg um
spæling, men skuldi kanska
roynt at upptraðka eitt sind-
ur meira. Hetta, at duga at
upptraðka, er nakað sum
bert fáir føroyskir bólkar
duga. Føroyskur ungdómur
og konseráhoyrarar síggja
dagliga útlendskar tón-
leikasendingar, má. úr
MTV. Tónleikafólkini,
sum td luttaka í MTY,
standa ikki still, tá ið tey
upptraðka, men liva við í
tónleikinum og síggja út til
at dáma at upptraðka. Hetta
setir nøkur nýggj krøv til
føroysku bólkarnar, sum tí-
verri ofta eru alt ov stívir í
síni upptraðkan á pallinum.
So roynið at síggja út sum tit
dáma at spæla tykkara
tónleik.
Wolfgang úr Eysturoynni
Nú tá ið vit tosa um at duga
at upptraðka, so kundu
nógvir bólkar lært eitt
sindur av eysturoyarbólkin-
um Wolfgang, tí tað duga
teir. Sjálvandi skulu allir
og fara at kopiera t.d. Wolf-
gang ella Revival, men tað
hevur tydning at hava sín
egna stíl á pallinum og tað
hava Wolfgang. Tað, sum
vit meina við er, at summir
tónleikarar síggja út sum um
teir helst vildu sloppið av
pallinum aftur sum skjótast.
Wolfgang síggja út til at
dáma at upptraðka og tora at
vísa tað, og tað krevst í dag
um lív skal koma í fólkið.
Vit skulu minnast til, at tón-
leikurin er eitt amboð ella
eitt mál, ið kann nýtast at
vísa ødrum okkara kenslur
og tankar, tvs. alt tað, ið vit
vanliga ikki kunnu siga og
fáa fram við orðum og talu.
Wolfang eru í ferð við
eina tånleikaupptøku. Teir
spæla vanliga heimagjørd-
an tónleik til konsertir og
tað er gott. Wolfgang høvdu
uttan iva ta bestu framførsl-
una á nýggjárskonsertini í
ár. Vansin við at spæla bara
heimagjørd løg er kanska at
ov fá fólk sleppa at syngja
og tralla við, men hetta
skuldi ikki verið trupulleik-
in hesaferð, tí nú eru Wolf-
gang á heimavelli. Teir, ið
spæla við Wolfgang, eru:
Einar Jacobsen, sang, Berg-
mann Finnsson, gittar, Heri
Joensen, gittar og kór,
Gunnar Thomsen, bassgitt-
ar, og Kári, trummur.
Mold úr Havn
Molderein rættuliga nýggj-
ur og nýskapandi rokkbólk-
ur úr Havn. Mold vunnu
eina kapping fyri nýggjar
bólkar, sum varð hildin í
Sjónleikarhúsinum í Havn.
Mold eru tískil vorðnir
rættuliga populerir á ávísum
stóðum í Havn, tvs. millum
fólk, sum hava hoyrt teir.
T.d. fyltu teir Bládýpi sam-
an við Lisa Sær Dupult.
Mold spældu eisini á Ung
93 konsertini, ið var hildin
uppi í Norðurlandahúsinum
seinasta heyst. Sjålvt um tað
kenna bólkin Mold, so hava
teir eftir øllum at dóma eina —
bjarta framtíð fyri framman.
Mold spælir ikki bara tað,
sum hini spæla ella dáma,
teir hava sín egna stíl, og so
mugu hini um, um tey dáma
teir ella ikki. Millum løgini,
sum Mold framferði á ólav-
søkukonsertini vóru løg hjá
Red Hot Chili Pepper,
Jethro Tull, The Doors og
egin sýrut løg, sum teir
sjálvir málbera seg.
Mold má sostatt sigast at
vera ein sera áhugaverður
bólkur at lurta eftir og upp-
liva. Teir síggja í hvussu er
út til at hava innlivað seg í
Dansur við DEIGGJ
Aftan á konsertina verður
góður dansur, tá ið dansi- og
rokkbólkurin Deiggj av
Tvøroyri fer á pallin. Tá ið
vit siga at bólkurin er av
Tvøroyri, so meina vit við,
at bólkurin upprunaliga
varð stovnaður á Tvgroyri. Í
dag er tað bert tann eini
deiggjarin, ið er fastbúgv-
andi í Suðuroynni. Deiggj
spældi fyri einum kngppum
EITT ÁR Á
NORRØNA
EFTIRSKULANUM
Í HYGUM
Ert tu millum 14—18 år og hevur hug at
royna nýggjar leiðir komandi skúlaár,
so eru góðir meguleikar á Norrøna
Eftirskúlanum í Hygum við Lemvig. |
Sum nakað nýtt
kunnu vit bjóða 11.
flokk fyri tey, sum hava endað 10. fl.,
fyri at hesi betur kunnu tilbúgva seg
víðari útbúgving í vinnulívinum.
Harumframt er
møgulelki at taka 9. og
10. fl., sum enda vid fráfaringarroynd-
um fólkaskúlans.
mánaði síðan til dans í TB- hettaspæla teir eisini løg frá
húsinum. Vit hava fræ, at 90'unum og kanska okkurt
deiggjarnir komu sera væl frá 60'unum
frá sínari >frumfram-
førslu«, og umleið trý-
hundrað fólk vóru í dansi
urin, sum Deiggj spælir til
dans, er ein blanding av
heimagjørdum tónleiki og
populerum rock- og dansi-
tónleiki. Fleiri av teimum
sonevndu kopiløgunum, ið
Deiggj spælir, eru frå 70'
unum og 80'unum, umframt
Deiggj er at teir altíð hava
havt fleiri heimagjørdar og
norðurlendskar sangir á
spælir løg hjá, eru Bjørn
Afzelius, Lars Lilholt,
Henrik Strupe, Gnags, Kåri
Framhald á síðu 26
Sigling/ navigatión, sum enda við
dugnaskapsroynd, vinnulivskunning,
umhv
franskt, spanskt, EDV,
ørvislæra,
ítróttur, drama, foto, video, tónleikur
og ymiskt handaligt itriv.
Stuðul fæst frå statinum, stuðuis-
stovninum og Lemvig Kommunu, um-
framt at allir
ar fáa eina ókeyp-
næming
is ferð niður til skúlan og heimaftur.
Skúlin hjålpir eisini
framhaldandi útbúgving
við
á ødrum skul-
Undirvisingarmålid er føroyskt.
Dentur verður lagdur á fjølbroytta und-
irvising við m.a. skeiðvirksemi, evnis-
vikum, starvsvenjing, útferðum í Dan-
mark og eini uttanlandsferð, umframt
eitt stórt úrval av f'rítíðarvirksemi. .
Av lærugreinum kunnu nevnast m.a.:
um bæði í Danmark og Feroyum eftir
lokið prógv. ;
Áhugað kunnu einga til skúlan tlf.
097836100, tlf. 56400 í Klaksvík, ellavið
at skriva til skúlan, og biðja um ein
faldara og innskrivingarblað. |
DEN NORRØNE EFTERSKOLE / NORRØNI EFTIRSKÚLIN |
Pákærvej 3, Hygum, DK 7620 Lemvig
Tlf. 097 83 61 00, Fax. 097 83 60 56 |