Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 55 —19. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin | Stórhvalurin kavar í djúpum SjÓgvi - Tað er ræðuligt, at eitt samfelag sum tað før- oyska við so nógum góðum siðum og dygdum hevur hýst fólki, sum mistu virðingina fyri øllum tí góða, sum hetta samfelagið í øldir hevur bygt á, sigur Jan Kløvstad, sum eftir fimm ára skeið í Føroyum nú takkar fyri seg Jan Kløvstad tók við starvi- num sum stjóri í Norður- landahúsinum í 1989 Hann kendi bert nakrar føroyingar, sum hann hevði hitt í samband við norður- lendskt | ungdómsarbeiði. Hann visti lítið og einki um føroyska mentan, undantik- ið William Heinesen, før- oyska dansin, Eyðun Jo- hannesen, leikstjóra og Anniku Hoydal, sjónleik- ara. Nú hann fer avstað um nakrar dagar, er hann vorð- in klókari og sær føroysk mentanarmál og onnur sam- felagsvidurskifti við ðrum eygum. Gjørt nógv um seg Jan Kløvstad er tann stjórin á mentanarstovninum, sum hevur gjørt mest um seg, og hevur skipað fyri flestum og mest fjøltáttaðum tiltøkum, síðani | Norðurlandahúsið varð sett á stovn. Har hevur verið arbeitt at kalla allan sólarringin við hvert, og stjórin hevur lagt nógv á starvsfólkið - tó at hann ikki hevur kravt meir av teimum, enn av sær sjálvum. - Tíðimar eru nógv broyttar í Føroyum, frá tí eg tók við í oktober 1989 og til í dag, sigur Jan Kløvstad. - Tá var einki arbeiðs- loysi, og tá segði løgmaður í nyttårsrøduni, at Føroyar vóru so væl rikið samfelag, at tað var eindømi í heimi- num. - Kortini segði ráðgev- andi nevdin longu í 1985 í síni frágreiðing til donsku stjórnina, at um Føroyar vóru sjålvstødugt land, so hevði heimsbankin sett - So eg visti kortini, at tað ikki stóð væl til, men eg hevði ikki ímyndað mær, at tað fór at ganga so skjótt afturá í føroyska samfelag- num, sigur Jan Kløvstad - Vit hava eisini kent aft- urgongdina her á stovni- num. Tey fyrstu árini fekk Norðurlandahhúsið stuðul frá landi og kommunu, tá størri tiltøk vóru framd. Tað hava vit ikki fingið seinnu Skattakrónur - Norðurlandahúsið hevur tó latið sín part til sam- felagið. Í fjør vóru 5. 2 mið. krónur útgoldnar í løn á stovinum. - Stóðu vónirnar mát við tað, sum tú væntaði av før- oyska mentanarlívinum? - Sum sagt, so visti eg lítið og einki um føroyska ment- an, áðrenn eg kom higar, men eg hevði ikkiimyndad mær, at tað var so ríkt og fjølltåttad, sum tað veruliga er í hesum lítla landi. - Eg hevði ikki væntað, at føroysk listafólk vóru so lítið kend uttanlands, und- antikið í Danmark. Eg var eisini = bilsin av a musikklívið var so ríkt í Føroyum. Tað hevði eg ikki væntað. . Jan Kløvstad helt frå byrj- anini, at tað var neyðugt at kunna umheimin um før- oysku mentanina, eins og hann royndi at fáa útlendsk mentanartiltøk hendavegin, ikki bert til Norðurlanda- húsið í Havn, men eisini út í hvønn krók í Føroyum. Einki var ov stórt ella ov smátt til ikki at gera okkurt tiltakið, eitt nú var konsert í Dímum fyri nøkrum Árum síðani, bert fyri at nevna dómi. Virkisskrålr og mentamål - Hava vit nakran mentan- arpolitikk í Føroyum? - Um tú lesur virkis- skránna hjá politisku flokk- unum, so stendur ógvuliga sjáldan nakað um ávísan - Tí verður mentan oftast bundið at ávísum persónum. Her hugsi eg um Bárð Ják- pn fyri Listasavnid, lavur Hátún fyri Musik- kskúlan, Jóhan Hendrik W. Poulsen, fyri tað málsliga, Ingrid Sondum fyri barnabókaútgávu, bert fyri at nevna dómi. - Øll hesi målsøki kunnu bert fremjast, um ein sterkur persónur stendur á odda fyri virkseminum. Tað hevur ment einstøku listagreinar- nar, at slíkir persónar eru virknir í Føroyum. - Undantikin er tó sjón- leikurin, sum ikki hevur vunnið frama á sama hátt í Føroyum. Sjónleikurin fyri mismuni Til samanberingar kann sig- ast, at tær áður neyndu listagreinarnar hava ávíst mál at virka fyri, meðan sjónleikurin hevur so nógv- ar listagreinar tengdar at sær, at tað ikki hevur verið gjørligt at samanfata undir einum. Her hugsi eg um tær sjålv- sum hoyra til sjónleikin,eitt nú ljós, ljóð, pallsmíð, bún- ar, senografi o.s.fr.. - Tað er tí hugstoytt, at Føroyar ikki í teimum góðu tíðunum stovnaðu veruligt sjónleikarahús, sum kundi givið sjónleikarum møgu- leika at ment leiklistina á annan hátt. - Tað er ov trupult hjá sjónleikarum at sleppa at spæla mennandi sjónleik, sum er neyðugt fyri at gerastein hollur sjónleikari. - Bert spell, at føroyingar ikki kundu finna einar fimm mió. krónur í teimum góðu 80-árunum, sum eitt tjóð- leikarhús kundi verið grundað á. Jan Kløvstad heldur, at einki land í heiminum: hevur so stórt mentanarvirksemi sum Føroyar. Tað hevur hann lagt til merkis, tá hann í sínum arbeiði hevur bjóð- að føroyska list fram i - Hjå mær hevur tad ført til tætumål innanhysis, hvert eg skuldi lata stuðul til føroysk listafólk at fara at ferðast fyri, ella til rithøv- undar at arbeiða eina ávísa tíð. Eg havi heldur valt stór og fjølltåuad tiltøk í sam- starvi vid ymsu listagreinar- nar, men har eg sjålvur havi staðið fyri. - Eg plagi at siga, at eg geri tað, sum eg haldi vera rættast, og at tit í Føroyum bertskuldi dragast við meg í eitt fýra ára skeið. Teir, sum koma eftir meg, kunnu gera, sum teimum lystir. Yrkis- 0 áhugalistafólk - Eg veit væl, at ment- anarlívið í Føroyum er tengt at persónum, eins og yrkis- lærd og áhugafólk arbeiða lið um lið 0.s.fr., men tað haldi eg ikki hevur verið nøkur forðing í arbeiðinum. - Eina ferðina setti eg mær fyri at kanna, hvat listafólk aðrastaðni . hildu um føroyska list. Eg bjóðaði einum kendum svenskum mentanarmanni til Føroya at velja út nøkur mynd- listaverk, sum skuldu nýtast í norðurlendskari ferða- myndlistaframsýning. Svi- in kendi einki til persónar, familju og søguna hjá før- oysku listafólkunum. - Hann valdi fimm listaverk út hjá Amariel Norðoy, Zacharias Heine- sen, Ingálvi av Reyni, Tor- birni Olsen og Bárði Jákup- sson. - Tað sigur mær so mikið, at hóast áhugabólkar og yrkislistafólk arbeiða í hvor sínum lagi, so skiljast tey bestu listafólkini burturúr, júst tí tey hava listagávur og góða barlast í útbúgvingini. Jan Kløvstad heldur, at tað er órættvíst mótvegis yrkislærdum listafólkum, tá tey verða samanborin við áhugafólk - tó at báðir part- ar hava gagn av at arbeiða saman. - Eg havi mangan eygleitt fólk á 6lavsøkuframsyn- ingini í Norðurlandahúsi- num, sigur Jan Kløvstad. - Nógv vitjandi síggja bert hesa einu framsýning- ina árliga. Tey halda, at tað eru tey ólærdu listafólkini sum bera framsýningini uppi, men tað er skeivt. Tað eru hinvegin tey yrkislærdu listafólkini sum seta dám á framsýningina. - Tað áhugaverða við 6lavsøkuframsyningini er, at bæði ólærd og lærd lista- fólk framsyna í felag. - Tað er helst einasta stað í verðini, at slíkt tiltak er til, heldur Jan Kløvstad. Stovnurin til fyri øll at Norðurlandahúsið skal veita bæði ólærdum og for, Jan Kløvstad er ein av teimum, sum gongur við slíraknívi, men tað er ikki fyri at herma eftir féroy- ingum. Slíraknívum bar hann eisini áðrenn hann kom hendavgin. Á mynd- ini vísir Jan Kløvstad ein serligan kniv, sum varð seldur å vetrarstevnuni i Lillehammer vist, men eisini at vit loyva okkum at skilja millum, hvater list og hvat er áhuga- arbeiði, sigur Jan Kløvstad. - Hvat heldur tú um Norðurlandahúsið = sum menianarstovn? - Eg haldi at Nordur- landahúsið er einki minni enn eitt bragd. - Fólk, sum eru von at vitja inn á gólvið hugsað ikki um, at hetta húsið er nakað serstakt, sum ikki er til aðrastaðni. - Tað kann samanberast við fuglalívið í Føroyum. Tey, sum eru von við fug- fert tú hinvegin heilt nær og eygleiðir ein fugl, so sært tú ljósið spæla í fjaðrunum, og hvussu vakur hann í veru- leikanum er. Soleiðis meti eg Norður- landahúsið. Tað góða er, at fólk hava tikið húsið til sín og hava gjørt tað til ein degnum, at taka lut í tí, sum fer fram her, sigur Jan Kløv- stad. Spurdur um bestu upp-