leygardagur 19. mars 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24 Nr. 55 — 19. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin }
Góða Ann Mari
Tillukku við 30 ára degnum.
Heilsan, Søren, Åsbjørn,
Kirstin, Aimi, Henrik
og Siri
Góða Jénrid
Hjartaliga tillukku við 7 ára
degnum, ynskja
mamma, babba og Beinta
|
Prégv |
Nicolina Poulsen, Tórshavn,
hevur fmgið sveinabræv sum
frisør. Hon lærdi hjá Salong
Mariu á Argjum, lærimeistari
var Maria Olsen.
Åsvør Skaalum hevur tikið
prégv sum sálarfréðingur
(Cand. ) á lærda håskil-
anum í í
Frá
Góði maður
Hjartaliga tillukku á 50 ára
degnum 12. mars. Somuleiðis
tékk fyri blómur 26 ára brúd-
leypsdag okkara 16. mars.
Bestu heilsanir, kona tin
Góða, elskaða
Takk fyri 6 ógloymandi mán-
aðar. Eg elski teg.
Heilsan, eg
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Ársaðalfundur
2. Uppstillingarfundur
til løgtingsvalid
verður í
Felagshølunum
månadagin 21. mars kl. 20.00
NEVNDIN
Froskmenn
kappfiska
Í morgin skipar Tórs-
havnar Froskmannafe-
lag sum vanligt fyri kav-
ingartúri. Men túrurin
hesaferð verður ikki
heilt vanligur. Kavað
verður á Selatrað, og
endamálið við túrinum
er at kappfiska. Hetta fer
fram á tann hátt, at hvor
froskmaður hevur eitt
spjót hjá sær. Tað ræður
so um at fanga so nógvar
fiskar sum møguligt í ein
tíma. Agn verður ikki
nýtt, men fiskarnir verða
stungnir við spjótinum,
um froskmaðurin kemur
so nær fiskinum, at
spjótið røkkur. Lættast
er at stinga skrubbur, tí
tær liggja stillar á sand-
botninum. Tá ber til at
sníkja seg rættiliga nær,
áðrenn tær varnast vand-
an.
Til hesa kappingina
sunnudagin hava frosk-
; høvubsvinnin
krov frá
menninir luftfløskur, tå
kavad verdur. Hetta er
ein kapping, sum Tórs-
havnar Froskmannafe-
lag skipar fyri eina ferd
um árið. Seinni í år verð-
ur ein líknandi kapping,
men tá verður bert svom-
ið við snorkli, so minni
royndir froskmenn tá
eisini kunnu vera við.
Øll kunnu vera við til
kappingina. Ikki er neyð-
ugt at boða frá luttøku
áðrenn. Byrjað verður kl.
15.00. Luttakararnir
kunnu eisini meta í fe-
lagshølunum hjá Tórs-
havnar Froskmannafe-
lag í Sigmundargøtu 19
sunnudagin kl. 14.00,
har bilar verða til flutn-
ing. Møguleiki er eisini
har at fylla luftfløskurnar
áðrenn farið verður.
Vónandi verða nógvir
froskmenn við. Tað kost-
ar einki at luttaka.
Drigið verður millum políti.
Eykaspælið heldur fram.
øn eru vælkomin -
— GJÁAR SAMKOMUHÚS
SEINASTA
FREIST
AT INNSKRIVA SEG TIL FHS OG HH
Í dag er seinasta reist at skriva seg inn til
handilsskúlarnar.
Umsóknarblað fæst á handilsskúlunum og skal
sendast Landsskúlafyrisitingini.
Kambsdalur
530 Fuglafjør&ur. tf. 44900
DÆ FØROYA HANDI LSSKULI
Marknagilev gilsvegur 77, Postsmoga
0 Tórshavn | Tv TR
— a
Boðanardag Mariu - Fimti s. í føstu —
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum av ósig-
andi náði tíni og miskunn vildi, at einborni sonur tín
skuldi verða gitin av heilaga anda tínum og borin í
heim sum menniskja av Mariu Moy, vær biðjum teg:
gev okkum av náði, at vit, um eru gitin og fødd í synd,
men av náði tíni eru endurfødd við heilaga anda tínum,
mega sum børn tíni dag frá degi vaksa í heilagum
levnaði og at endanum verða sæl fyri elskuliga son tín,
Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í
einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og
ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í fyrra brævi sínum
til Korintmanna, 1. kap. 21. v. og út.
Tí at:við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi
Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardár-
skapi at frelsa tey, sum trúgva; við tað at bæði Jødar
krevja tekin, og Grikkar søkja vísdóm, men vit boða
Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum
dárskap, men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jódum og
Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm. Tí at dár-
skapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veik-
leikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan. Tí at,
bróður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir
vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir
hábornir; men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi
Guð sær út, fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað,
sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út, fyri at
gera hinar sterku til skammar; og tað, sum heimurin
heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út,
og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er,
til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. Men
honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er
vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan
og endurloysing, fyri at, soleiðis sum skrivað stendur:
»Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum!<
Hetta heilaga evangeliid skrivar Lukas
evangelistur, 1. kap. 46.—56. v.
Og Maria segði: »Hått setur sál min Harran, og frétt
seg hevur andi min í Guði, frelsara mínum, tí at hann
hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá
hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stór-
verk hevur hann mær gjørt, hin altvaldi. Og heilagt er
navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teim-
um, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við
armi sínum og hevur spreitt sundur hini hástóru í
hugsan hjarta teirra. Hevdingar hevur hann rindað úr
hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann
mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tóm-
um hondum. Hann hevur tikið sær av Ísræl, tænara
sínum, til tess at minnast miskunn sína — eftir tí, sum
hann talaði til fedra vára — móti Ábrahami og avkomi
hans allar ævir'« Men Maria dvøldist hjá [Elisabet] um
triggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.
FRÁ BARNABATA
Lýsti
Aðalfundurin
hjá Barnabata er fyribils útsettur.
Nevndin
i
'