Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 41 Ørindagenta/- drongur Søkt verður eftir ørindagentu/-dreingi til skrivstov- una í Havn. Tað er ynskiligt,at tann,ið settur verður, kann byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin verður van- liga frá kl. 8-13, men roknast kann við, at viðkom- andi skal avloysa fulla tíð (8-16) á móttøkuni í summarfrítíð stovnsins, t.e. frá 21. juli-18. august 2002. Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um innan- og utt- anhýsis ørindi, avloysing á móttøkuni við telefon, posti og annað fyrifallandi arbeiði fyri skrivstovuna. Førleikakrøv Søkt verður eftir ungum fólki við students-, HF- ella HH-prógvi, og sum ætlar sær at fara undir víðari útbúgving um eitt ár ella so. Fólk, sum verða liðug við próvtøkuna í ár, kunnu eisini søkja. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- málanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Umsóknir Umsóknir verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 23. juni 2003. Merkið brævbjálvan »Umsókn eftir ørindafólki«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.311333 og tosa við Levi Hentze. Søkt verður eftir lærara til Heilsuútbúgvingina á Tvøroyri at byrja 01.09.2003 Starvið er 1/2 avloysarastarv og tíðaravmarkað til 31.12.2003. Setanin kann møguliga halda fram sum fulltíðar avloysarastarv til 30.06.2004. Starvið umfatar undirvísing og tilrættalegging av heilsuhjálparaútbúgvingini. Krøv til umsøkjara: Miðallong framhaldsútbúgving, sum er viðkom- andi fyri útbúgvingina, t.d.sjúkrarøktarfrøðingur, fysio- ella ergoterapeutur e.l. Umsøkjarar við námsfrøðiligari ella aðrari eftirútbúgving ella við- komandi skeiðum hava fyrimun. Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir í tøttum tvørfakligum sam- starvi við hinar lærararnar á skúlanum. Undirvísingin tekur støði í hesum 5 yrkislæru- greinunum: Handalig,mentanarlig,námsfrøðilig/ sálarfrøðilig, almenn / samfelagslig og røkt við 20% úr hvørjari grein. Í heilsuútbúgvingini starvast frammanundan ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein kostráðgevi og ein fysioterapeutur. Løn og treytir sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og fíggjarmálaráðið. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran fyri heilsuútbúgvingina, Su- sanne Høgh Olsen á tlf. 372855. Umsóknir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya att: Bergliot Ihlen, rektari, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juli 2003 kl. 14.00. Heilsuútbúgvingin á Tvøroyri søkir lærara til bildeildina Starvið er eitt fulltíðarstarv. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum bilmekan- ikkari og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Á bildeildini starvast 3 lærarar í føstum starvi, umframt 1 verkstaðarhjálpari. Setanarkor til fast starv: Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður settur í fast starv, má verða til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleika- gevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Starvið skal setast 11. august 2003. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi áðrenn 27. juni 2003. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239 FO-110 Tórshavn Telefon +298 311957 · Telefaks +298 316621 e-mail: tst@tst.fo Heimasíða: www.tst.fo Vit sóknast eftir einum hjálparverkførara m/k Vit sóknast eftir einum hjálparverkførara til verk- staðin hjá okkum at byrja beinanvegin. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar: • Sita í kundamóttøkuni • Geva tíðir til verkstaðin • Avgreiða kundar • Umsita partar av garantiskipanini • Vegleiða og áseta loysnir • Vera við í dagligu umsitingini á verkstaðnum Tú sum søkir, eigur at kunna samskifta væl við viðskiftafólk og annars við innflytarar okkara. Fyrimunur er, um tú er mekanikari. Er hetta nakað fyri teg? – jú men snikka so eina um- sókn saman, við einari lýsing av tær sjálvum, ar- beiðsroyndum, møguligum prógvum og viðmæl- um, stílað til Leif Johansen. www.ivan.fo DaimlerChrysler Postrum 3205 · FO-110 Torshavn Tórs ítróttarráð pdf C M Y K 41 40