Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 57 — 23. MARS 1994 Sida 7 Í vey år so verið arbeitt vid tiltakinum í sambandi við kvinnuráðsteynuna í er Stýrisbólkurin og planleg Re arbólkurin sum vitjaðu í farnu viku, eru her gestir í Norðurlandahúsinum, har Jan Kløvstad og Peter Ti urtschaninoff vóru vertir Íslendskur filmsstjóri á Kvinnuráðstevnuni í Ábo: Skal gera film um londini í útnorðri Kvinnunar í útnorðri hava so nógv felagsmål, sum kvinnur í hinum Norðurlondum ikki hava vitan um. Umframt at Grønland, Ísland og Føroyar fara at skipa fyri felags tiltøkum, verður ein filmur gjórdur um hetta tiltakið Í sambandi við fleiri hund- rað tiltøk á kvinnurådstevn- uni í Ábo, ætla kvinnur í Norðuratlantshavi at skipa seg í felag. Hetta kom fram á tíðinda- fundi í Norðurlandahúsi- num fríggjadagin, tå 14 norðurlendskar kvinnur, umboðandi øll luttakara- londini, hildu styrisfund og planleggingarfund i Føroy- um. Birna Hreidarsdóttir, lim- ur í stýrisbólkinum í Ís- landi, heldur eins og Martha Abelsen í planleggingar- bólkinum í Grønlandi og Elinborg Trónd Johansen í planleggingarbólkinum í Føroyum, at tað er umráð- andi at tey stóru londini verða kunnað um serligu viðurskiftini, sum eru gald- andi fyri londini í útnorðri. Luttaka aktivt Martha Abelsen í Grøn- landi, ið dagliga starvast sum skrivstovustjóri á sos- ial- og arbeiðsmarknaðar- málaráðnum í Grønlandi, sigur, at grønlendsku kvinnurnar á kvinnuráð- stevnuni í Íslandi fyri tveimum árum síðan ikki sjålvar skipaðu fyri tiltøk- um. - Hesaferð vilja vit á gðr- vísi hátt sjálvar skipa fyri tiltøkum, sum lýsa, hvussu kvinnur í Grønlandi liva og virka. - Vit vænta okkum eisini nógv av, at londini í út- norðri gera felags tiltøk. Okkara umstødur eru so nógv ødrvisi enn tær í hin- um norðurløndunum, og her er so ein møguleiki at upplýsa um leiklutin hjá kvinnum í hesum londum. Á Kvinnuráðstevnuni seinast, rindaði tað almenna ferðina, men eins og í Før- oyum, eru figgjarumstød- urnar ikki góðar. Martha. Abelsen vónar kortini, at einar 100 kvinnur í Grøn- landi fara at luttaka í ár. Týdning at samstarva Birna Hreidarsdóttir er løgfrødingur og formaður í Javnstødurådnum í Íslandi. Hon er eisini talskvinna fyri, at londini í útnorðri gera felags tiltøk. Áhugin í Íslandi fyri rådstevnuni er eisini ógvuliga stórur. - Loysunarorðið hjá ís- lendsku kvinnunum er, at so nógvar kvinnur skulu fara á rådstevnu, at tað skal síggj- ast aftur í gøtumyndini. Birna Hreidarsdóttir sig- ur frá áheitan, sum kom frá íslendskum filmsstjóra, sum arbeiðir í Svøriki. Hon var áhugað at gera ein film um kvinnuráðstevnuna. - Vit vóru sjálvandi fegn- ar um hetta tiltakið, men samstundis film- stjóranum å, hvussu umráðandi tað var at lýsa støduna hjá kvinnum í útnorðri. Vit hildu, at filmurin bert skuldi lýsa hesi viðurskiftini. - Tað helt filmsstjórin vera gott hugskot, og hon fór undir at søkja um stuð- ul. Hon fekk beinanvegin 300.000 krónur í stuðli í Danmark. Tað prógvar eis- ini, at hini londini eru á- hugað at vita meir um okk- ara verð, heldur Birna Londini í útnorðri mugu standa saman Elinborg Trónd Johansen er limur í planleggingarbólki- num í Føroyum. Hon sigur, at fundirnir í vikuskiftinum vóru áhugaverðir, og at tað nú eru meira ávísar uppgåv- ur at fara undir. - Vit eru nú komin so væl áleiðis, at vit kunnu fara undir beinleiðis skipan av ymsu tiltøkunum. - Ætlanin er, at londini í útnorðri skulu vera felags um sokallað "workshop" tiltók, har vit m.a. fara at vísa filmar um hvert land sær í útnorði, fyri at lýsa arbeiðsviðurskifti og um- hvørvi hjá kvinnum. -Í hesum sambandi vitjaðu vit á Bacalao í vikuskift- inum, so umboðini fyri stýr- isbólkin kundu fáa eina hóming av, hvat fiskaar- beiði á okkara leiðum er. - Umframt hetta verða fyrilestrar hildnir, sum lýsa lív og virki hjá kvinnum í okkara londum. Nógv mentanartiltøk verda å hesi kvinnuråd- stevnuni, og her luttaka før- oyingar við sjónleiki um rúsdrekkamisnýtslu, rock- bólkurin "Sux" fer at fram- føra saman við ðrum ung- um tónleikarum, føroyskar kvinnur skipa fyri listafram- sýning, umframt at eitt handilstorg verður, har heimatilvirkaðir lutir verða seldir. - Sum nakað nýtt á slíkum ráðstevnum, hevur ítróttur- in fingið innivist sum sjálv- støðugt tiltak. Elinborg Trónd Johansen vónar, at tey føroysku ítrótt- arfeløgini senda síni umboð á ráðstevuna, eins og tað eisini hevði verið gagnligt, um tey politisku feløgini sendu nøkur umboð. - Eitt er kvinnurådstevna og tað upplýsandi og hugn- aliga, sum slík samvera eis- ini skal vera. - Annað er, at vit í útnorði hava so nógv brúk fyri at hitta fólk í hinum norður- londum og siga teimum frá okkara viðurskiftum. Á henda hátt er høvi at knýta vinarsamband, sum eisini kann verða gagnligt í fram- tíðini. - Vit vita, at tað frameftir verður neyðugt við sam- starvi millum norðurlond, og serliga millum londini í útnorðri. Her er eitt høvi til tess, sum vit eiga at taka í ál- vara, sigur Elinborg Trónd Johansen, sum vónar, at millum 50 og 80 føroyskar kvinnur fara at luttaka á Kvinnurådstevnuni, sum verður í Åbo í døgunum 1. - 6. august. Orð: Da M „K.Vang Mynd: Jens Garnfeldt Dagamar 15. til 17. april vitjar kendi, danski præ- dikumadurin Jens Garfeldt samkomuna Livsins Ord å Skålafjørdinum. Jens Gamfeldt er pastur og bíbliuskúlaleiðari á KBC í Keypmannahavn, har fleiri føroyingar hava sina dagligu gongd. Eisini hava onkrir føroyingar gingið á bíbliuskúlanum hjá KBC. Jens Garnfeldt fór sum 23 ára gamal á bíbliuskúla á Livets Ord Bibelcenter í Uppsala í Svøriki. Eftir loknan skúla fór hann aftur til Danmarkar, tí hann kendi Guðs kall til at stovna sam- | komu og bíbliuskúla í Keypmannahavn. Í 1987 byrjaði Jens Garn- feldt saman við konu síni at hava regluligar samkomur í Keypmannahavn. Ta fyrstu tíðina gekk heldur trupult. Í longri tíð kom onki menn- iskja til teirra samkomur, men tey hildu trúliga á, í á- liti á at tann, sum hevði kall- að tey til hetta arbeiði, eisini skuldi geva åvøkst. Sum tíðin leið byrjaðu fólk at koma, fyrst ein og ein, síðan fleiri og fólk løgdust afturat og í dag telur samkoman 150 limir um- framt børn. Harrin hevur virkað við og staðfest orð sítt. Sum bólkurin av menn- iskjum vaks, bleiv tørvur á € {il Føroya eini skipaðari samkomu og varð hon nevnd Køben- havns Bibeltræningscenter. Ta fyrstu tíðina helt sam- koman til í leigaðum hólum í útjaðaranum av Keyp- mannahavn, men seinni ognaði KBC sær kenda biografhelið Carlton á Vesterbrogade miðskeiðis í Keypmannahavn, heilt tætt við tað av føroyingum kendu Eliaskirkuna. »Carl- ton« verdur i dag bædi nytt sum samkomuhøli og sum bíbliuskúli. Ein av høvudsuppgåvun- um hjá KBC í dag er at ar- beiða millum tey, sum av mongum vera mett sum >út- skot<. Í mið-Keypmanna- havn eru mong menniskju, sum hava tørv á eini hjålp- andi hond, og sum ikki koma til nakra kirkju ella samkomu, og tað eru júst millum hesi menniskju, KBC ger eitt stórt arbeiði. Jens Gamfeldt verður nógv nýttur sum talari á stevnum í ymiskum londum og í mongum ymiskum samkomum. Á ferðini í Før- oyum ynskir Jens Garnfeldt at vera til styrki og upp- byggingar fyri øll trúgvandi í Føroyum og hansara bøn er at menniskju koma at kenna hin livandi, sanna Guð, at menniskju verða frelst. Vit gera gamla „gólvið sum nytt Vit pussa, slípa, reinsa, polera, bona, lúta og leggja ØLL SLØG AV GÓLVUM Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Tórshavn Fax. 18809 Ókeypis tilboð og vegleiðing verða givin.