fríggjadagur 25. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mugu gevast við
at geva hvørjum
ødrum skyldina
ER tað nakað, sum føroyska samfelagið
ikki hevur brúk fyri í hesi tíð, so er tað
klandur og tvidrått. Og kortini er tað
nettup hetta, sum eyðkennir støðuna í
samfelagnum í løtuni. Kanska einki at
siga til, at tað leikar hart á, nú alt
samfelagið er í kreppu, men kortini
mugu vit øll nú síggja til, at samstarv
kann fáa okkum uppundan aftur.
TAÐ er hugstoytt at vita sær, at so fá av
okkum síggja nakran glotta. Spyr tú
politikarar, hvat skal gerast, vísa teir til
vinnulívsfólkini - og øvugt. Tað sær
ikki mætari út enn, at bæði politikarar
og vinnulívsfólk hava sannað dagsins
veruleika, sum er tann, at tað er eingin
einfaldur vegur burtur úr verandi
trupulleikum. Ov lítið er til av fiski, og
fiskaprísirnir eru í botni. Skuldin er
vorðin so mikið stór, at eingin orkar at
bera hana. Talið av arbeiðsleysum er alt
alt ov stórt. Fyritøkur gevast, skip verða
løgd, handlar stongja osfr. Urslitid av
hesum er, at fólk flytur av landinum.
EINKI óvanligt er í tí, at føroyingar
fara av landinum fyri at lesa og so
koma heimaftur. Nú er stødan tann, at
heilar familjur fara við posa og sekk og
útlitini til at tær nakrantíð koma heim-
aftur eru ikki ov góð. Børnini vaksa
upp í Danmark og gerast danir. Einki
legið í tí. Bert eftir tveimum árum verð-
ur mett at fimmtúsund fólk flyta úr
Føroyum. Hugsið tykkum, um tað var í
Danmark. Tað hevði merkt, at 550.000
danir høvdu flutt úr Danmark. Tað vildi
verið heilt óhugsandi. Men her hjá okk-
um er tað veruleiki.
ORSØKIN til at fólk flyta er fyrst og
fremst tann, at einki arbeiði er. Síðani
er tað skatta- og avgjaldstrystid, sum er
vorðið ov stórt, og alt hetta ger, at fólk
klára ikki sínar skyldur. Tey hava
hvørki ráð til tak yvir høvdid, klæði til
børnini ella mat í munnin. Hetta kann
bert hava við sær, at fólk flyta. Og tað í
hópatali. Møguliga er fólkaflytingin
bert byrjað. Einki samfelag og ikki
minst eitt lítið samfelag sum tað før-
oyska tolir eina so stóra fólkaflyting.
Samfelagið verður fullkomiliga
syndrað innanífrá, ja verður ikki bert
kjøt og blóð fyriuttan, sjálv sálin verður
tikin út úr samfelagnum.
Næstan sama uppskot [mrs
MINI ANLEGG
JVC MX-S2
+ Fjarstýring av øllum funktiónum
* CD spælari v/programmering
+ Dup. banduppt. v/ Autoreverse
+ Radio v/40 festum stødum á FM/ og MB/LB
+ Programmerbarur Milti timari
* Forst. v/Mikrofon- mixing við Vocal masking
* Live surround: Dance club, HALL og STADIUM
ljóðfiltur
Landsstýrið hevur lagt fram uppskot um nýggja stýrisskipan.
litið, arbeiðsbólkurin gjørdi
Uppskotið er næstan tað sama sum á
Nakað fyri døgurda í gjár
legði landsstýrið fram upp-
skotið, ið bíðað hevur verið
eftir - uppskot um nýggja
lóg um styrisskipan Føroya.
22. desember í fjør legði
nevndin, sum landsstýrið
setti at kanna stýrisskip-
anina, fram álit í málinum,
og síðan hevur landsstýrið
arbeitt við hesum.
Sum nevndin eisini mælti
til, skulu vit hava ráðharra-
skipan í staðin fyri sum nú
kollegiala skipan.
Lógin lýsir tey trý valdini,
lóggevandi, útinnandi og
dømandi valdið, og hvussu
hesi verða skipað.
Mannagongdin viðvíkj-
andi fíggjarlógini verður
lýst, viðvíkjandi yvritøku
av felagsmálum.
Ein partur er um millum-
tjóðasáttmálar og ein um
kommunur.
Uppskotið er næstan tað
sama sum álitið, nevndin
læt úr hondum. Tó hevur
landsstýrið gjørt nakrar
broytinga.
T.d. skal ein løgtings-
maður, sumannars hevur
leiðandi starv í landsstýri-
num, kunna varðveita starv -
ið og samstundis vera løg-
tingsmaður.
Landsstýrið vil ikki hava
tað sum krav, at landsstýr-
ismenn skulu siga frá sær
tingsessin. Tað skal vera
upp til teir sjálvar, heldur
landsstýrið.
Landsstýrið heldur tað
ikki verarætt, at raðfylgjan í
skrúðgonguni ólavsgkudag
skal siga, hvørja tign skrú-
Ogonguluttakararnir hava.
Tað samsvarar ikki við
føroyskan hugsanarhátt,
sigur landsstýrið, sum vil
lata tað upp í hendurnar á
løgtingsformanninum at
skipa fyri skrúðgonguni. -
Sjálvt um tað eydnast at
fáa nýggja lóg um stýris-
skipan Føroya samtykta nú,
tekur tað sína tíð at broyta
styrisskipanina, tí lógin skal
samtykkjast tvær ferðir, og
eitt val skal verða ímillum
tær báðar samtyktirnar.
Uppskotið um nýggja
stýrisskipanarlóg = kemur
ikki til viðgerðar í tinginum
fyrr enn eftir páskir, tí nú er
tingið farið í páskafrí.
randi
Marita Petersen, løgmaður legði í gjár uppskot um
nýggja stýrisskipanarlóg fyri tingið. Hon segði, at hetta
er eitt av teimum týdningarmestu uppskótunum, sum eru
løgd fyri tingið í langar tíðir. Mynd kalmar
HESAR sannroyndir siga okkum, at
okkurt ekstraordinert, okkurt óvanligt
má gerast um ikki so langa tíð, skal ikki
alt samfelagið fara í upploysn. Og til
tess er neyðugt at bæði politikarar,
vinnulívsfólk, fakfelagsfólk og øll onn-
ur samarbeida og taka saman hendur.
Alt annað er burturvið og sjálvmorð.
Tað ber ikki til, at vit brúka alla okkara
tíð til at finna syndabukkar og geva
hinum skyldina. Vit hava øll verið við í
dansinum um gullkálvin segði prest-
urin.
ER tað veruliga so, at møguleikarnir
eru sera avmarkaðir soleiðis sum tað
skilst á bæði politikarum og
vinnnulivsmonnum - og fer fiskurin
ikki at koma aftur so mugu vit til at
ásanna hetta og spyrja hvgnn annan:
hvat síðani er at gera. Vit eiga ikki at
sleppa vónini um at tað skal koma
fiskur aftur, men vit mugu eisini vera
realistisk og tosa út um, hvat er at gera,
kemur fiskurin ikki aftur skjótt, fara
prísirnir ikki upp osfr. Allar verandi
loysnir og neyðloysnir byggja jú á, at
fiskurin kemur aftur so ella so. Neyvan
nakað landsstýri í føroyskari søgu
hevur havt eina so torføra uppgávu sum
hetta og tí er skeivt bara at klikkja niður
á tað og mótarbeiða tí í hverjum
einstókum máli. Tað fremur onga
menning men bert steðgar allari gongd.
Vit gera avtalur við danir og vit mugu
fylgja teimum, men harfyri er ikki sagt,
at vit eiga at gloypa øllum sum danir
meina uttan eitt kvalifiserað mótspæl.
Tað er okkara meting, at fær
landsstýrið arbeiðsfrið og koma longu
gjørðu avtalurnar við danir upp á pláss,
so verður høvi hjá landsstýrinum at
taka upp heilt nýggjar samráðingar við
danir um nýggju støduna í
samfelagnum, ikki minst støðuna við
eini fólkaflyting, sum heilt drenar og
avlívar samfelagið.
NÚ má berast skjótt at skulu vit ikki
missa alt okkara góða fólk. Tí skal tað
vera vón okkara, at landsstýrið fær
arbeitt víðari við tí setningi, sum tað
hevur sett sær: nevniliga tá okkara
partur av avtaluni við danir er hildin, at
taka upp nýggjar samráðingar. Tað
sigur seg sjálvt, at landsstýrið kann ikki
fara aftur tíl Danmarkar at biðja um
hjálp ella at finna nýggjar loysnir, um
tingmenn, vinnulívsfólk, fakfelagsfólk
00. hótta og seta kílar í í nærsagt øllum
málum.
SOSIALURIN
——