fríggjadagur 25. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 59 — 25. MARS 1994 Síða 13
Barnaløtan
Páskirnar eru í nánd, so nú skulu egg rullast.
Tað gera tey eisini í barnagarðinum í Fugla-
firði, og vit hoyra sjálvandi sangin um at
rulla páskaegg. Eina søgu lesa tey eisini fyri
børnunum har.
Hver ert tú? Ja, Páll veit ikki, hvør hann
er, hvar hann býr, ella hvat hann skal eta.
Annika lesur hesa søguna.
Men hvar í verðini eru Annika og Birita í
kveld? Og hvat eru tær?
Eríggjadagin kl. 19.25;
Børnini í Dundurdali
— 6:7 — »Tad er so gott í
Dundurdali um várið<
1. apríl hevur Lassi fingið eitt ordiligt hug-
skot. Tey skulu flyta klokkuna í skúlanum
tveir tímar fram og lærarin, sum trýr uppá
tað, skal sendast apríl.
Leygardagin kl. 17.30;
pr
Tað ótrúliga hendir — Baby fær eina nýggja
steikipannu, sum ikki brotnar um tvøran, tå
Leygardagin kl. 18.00;
Disney teknifilmar
Nýggir og gamlir teknifilmar við teimum
kendu andlitunum. Í dag: Plúss Pætur í
„Jákup skal í veitslu«, og Dunnu Dånjal í
»Høgt á eini grein«, Per, Pól og Palli í
>Bardagin um Gizmo-búnan< og >Ein nátt
hjá steintoyinum«.
Pálmasunnudag kl. 15.55:
Rasmus, Rósalil
og allir riddararnir
Ein ævintyrligur teknifilmur frå 79, sum
kekkiski meistarin, Karel Zeman hevur
gjørt.
Rasmus má berjast móti teimum ræðu-
ligu hermonnunum hjá Ram Riddara, fyri
at bjarga tí gandaðu Rosalil, sum er stødd á
Dreymanna oyggj. Men tá Rasmus fær
hjálp frá teimum óndu maktunum og
verður til eina flogmús, endar tað næstan
galið.
Pálmasunnudag kl. 19.50:
Lítli lækni
á preriuni
Mamma Quinn lækna kemur á vitjan í
Boston. Hon hevur altíð verið ímóti, at dótt-
urin fekk sær mannfólkaarbeiði, — altso sum
lækni, men nú heldur hon kortini, at nú er
tann stundin komin, at hon vil síggja,
hvussu gongst dóttrini í hennara arbeiði.
Týtt til føroyskt hevur Malan Håberg
Andersen.
Mánadagin kl. 18.00:
Sinbad sjófari
Kekkiskurteknifilmur frå 1974, gjørdurum |
eina av søgunum i »Ævintyr i 1001 nått«.
Tað er um sjómannin Sinbad og um alt tað |
ótrúliga, sum hann upplivir á sínum |
ferðum.
Týsdagin kl. 19.15;
Barnasendingin
Í dag fara vit aftur at hava ein dreymatíma
viðJanusi. Fyrst skulu vit síggja filmin, sum
kallas >Tikarasvínið<. Grísarnir ynskja sær
ein tikara til beiggja, og tí málar pápin tik-
arastrípur á lítlabeiggja. Og so verður hann
vandur upp sum tíkari og ikki sum svín.
Síðani skulu vit síggja »Haran Baldrian«.
Í Kaninlandi er ein verri standur, tí ein villur
hundur og hansara harkalið herja og gera |
fortreð.
At enda skulu vit síggja ein badminton-
dyst millum tindasvinid og íkornan — hesin
dysturin vara í 1 minutt.
Leygarkvøldid kl. 22.10:
Nåttarravnar
— »Nytt ur Nashville«
Mangt er hent å countryøkinum, sidani Jim
Reeves, Charles Pride og Buck Owens vóru
lendskur
n in kl
Norður Ala = &
tónleikur .
Norðurlendski tónleikurin í Dymbildaga-
vikuni verður við Mortan Harket, sangar-
anum í kenda norska bólkin A-Ha. Morten
Harket framførir norskar yrkingar, ið hoyra
til påskimar. Øyvind Varkøy hevur gjørt
løgini.
nyggjar kreftir komnar framat f country- -
háborgini Nashvill í Tennese. Og onkur Heilsa og
hevur verið so djarvur at spæla country :
utan fyri býargrindina í Nashville. Neilsurokt
Leygarkvøldid fara Náttarravnarnir at tríva
í stóru rúgvuna av nýggjum country-nøvn-
um. Vit hoyra m.a. stjørnumar Garth
Brooks, Dwight Yoakam og Mary Chapin
Carpenter.
Ravnarnir báðir hava verið í plátubúðun-
um og funnið fram hvør sína plåtu, sum teir
hver í sínum lagi halda vera tað besta innan
nýggja countrytónleik. Í spurnarkappingini
kl. 23.00 verða hesar fløgur burturlutaðar.
Aðrir vinningar í spurnarkappingini, sum
fer at snúgva seg um ítrótt, film og country
verða: Nåttarravnatroyggjur, ungdóms-
bøkur, biografbilettir og eitt pizzakvøld
fyri tvey.
Sunnudagin kl. 14.15;
Sonur Mariu,
maðurin
Í seinnu bókini hjá Cecil Bødker — úr
Nýggja Testamenti — er Jesus tilkomin
maður. Hann arbeiðir í verkstaðnum hjá
Jósefi, men hugur hansara stendur ikki til
arbeiðið. Hann hevur fingið eitt kall, og
hann er kallinum lýðin. Mariu dámar lítið,
hon skilir hann ikki. Yngsta dóttur Mariu
skal skjótt giftast, men hon fer frá øllum at
fylgjast við Jesusi. Hon lagar tað eisini so-
leiðis, at Maria er hjåstødd seinastu ræðu-
ligu stundirnar í Jesu foldarlívi.
Snæbjørn í Dali hevur lagað skaldsøguna
hjá Cecil Bødker til ljóðmynd. Lagt til
rættis hevur Høgni Joensen.
Turið Holm, serlækni í kvinnusjúkum,
greiðir frá, hvat kyknubroytingar eru. Hví
koma slík ar, er tað vandamikið og nær
verður hetta kallað krabbamein. Eisini sigur
hon frá, hvat ein >Kegluskurður< er.
Hetta er seinasta sending um krabbamein.
Seinast í sendingini greiðir ein kvinna frá,
hvussu tað var at fáa at vita, at hon hevdi
kyknubroytingar til í dag nú lívmóðirin er
Týsdagin kl. 18.00;
Barnaútvarpið
Triðja og seinasta umfar í páskakappingini
hjá Barnaútvarpinum verður týskveldið.
Hetta er ein beinleiðis spurnarkapping, og
børn kunnu ringja til Barnaútvarpið kl.
18.00, og vera við í kappingini. Evnini eru:
bibilsøga, ítróttur, landalæra og ymiskt.
Vinningarnir eru páskaegg.
21.00 Boxing 14.30 Eurofun
2200 Formula One 15.00 Motorcycling
23.00 Tennis 16.00 Formula One
UG 2.00 Libugt 17.00 Football - live
Friggjadagur 25. mars 19.00 Eurosportnews 1
7.30 Stepaerobics 19.15 Football - live
8.00 Figureskating Sunnudagur 27. mars | 21.15 Boxing
9.30 Figure skating - live 2.00 Motorcycling - live 2215 Football
| 13.00 Tennis - live 5.30 Figure skating - live 23.15 Eugogolf magzine
| 16.00 Formula One - live | 830 Stepaerobics | 0.00 Eurosportnews 2
| 17.00 Motorcycling magazine | 9.00 Motorcycling 0.30 Libugt
| 17.30 Honda international Motor | 11.00 Sr PN Ge
| sports report 12.30 Formula One - ii JR
| 18.30 Eurosportnews 1 | 13.00 Tennis - live | Týsdagur 29. mars
19.00 Figure skating | 15.00 Funboard - live | 7.30 Stepaerobics
21.00 Boxing | 16.00 Motorcycling - 8.00 Figure skating
22.00 Formula One | 17.00 Formula One - live 10.00 Cross-country
23.00 Tennis | 19.00 Football - live 11.00 Football
0.30 Eurosportnews2 | 21.00 Figureskating 12.00 Tennis - live
1.00 Libugt | 2300 Formula One 15.00 icehockey
| 1.00 Libugt | 16.00 Football
Leygardagur 26. mars | 1920 rr
. | 19.00 1
7.30 Stepserobics | Mánadagur 28. mars 19.15 Football -live
8.00 Figureskating - live 7.30 Stepaerobics | 21.15 Eurotennis
9.30 Cross-country - live | 8.00 Figureskating | 23.15 Snooker
| 14% Tennis - live 10.00 Formula One 0.00 Eurosportnews 2
| 16.00 Formula One - live | 1200 Hondalnternational 0.30 Ubugt
| 17.00 Football - live | Motorsports Report |
| 19.00 Figure skating | 13.00 Tennis ;