Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Af fff[f[—[—[—[—————————|"|—————————m—-—————8|71$89———————— %$>%7%%$73|»>” På . . H n Síða 16 Nr. 59—25. MARS 1994 Tíðindablaðið (St ingin í billard liðug: Liðka Tverámenn vunnu all Føroyameistarakappingin í billard er av á hesum sinni. Og fyri fyrstu ferð í føroysku billardsøguni hevur tað eydnast einum og sama felag at vinna allar tríggjar deildirnar Tvøroyrar Klubbi vann gull í 1. deild og gjørdist felagið eisini vinnari av bædi 2. og 3. deild. Kappingin endadi sein- asta vikuskiftid og tå vann meistaraliðið hjá tvøra- monnum tryggan sigur á Mimi 2 við 16-2. Vid hesum síðsta úrslitinum endaði Tver- oyrar Klubbi á einum 1. plássi við heilum 20 stigum framman fyri nr. 2. Havnar Klubbi, sum var FM-meistari í fjør, fekk í ár silvur, og hetta má sigast at vera eitt framúr gott úrslit, tá hugsað verð- ur um, at teir seinnu helvt av kappingini máttu vera ein av sínum bestu spæl- arum, Steingrím Samuels- en, fyrituttan. Havnar Klubbi megnaði at fáa silvurið heim, hóast teir taptu stórt móti Mar- inustødini seinasta dystin. Úrslitið varð 12-6 til Mar- inustødina. Við hesum úrslitinum vann Marinustødin silvur, tó bert eitt stig framman fyri Mimir 1, sum í sínum seinasta dysti móti Klaksvíkar Klubba vann sera tryggan sigur 12-6. Klaksvíkingar gjørdust nr. 5, meðan Mimir 2 endaði í botninum og har- við noyðist at flyta niður í 2. deild. Henrik nógv bestur Um einstøku úrslitini hetta seinasta kappingarumfarið er at siga, at stórspælarin hjá Marinustødini, Henrik Petersen, stóð seg sera væl við einum meðal upp á oman fyri 30 eygu. Hann hevði tó ein ringan dyst, og tað var ímóti nýggja og unga leikaranum hjá Havnar Klubba, Niels Nielsen, sum vann dystin. Eirikur Nielsen hevði annars eisini eitt sera gott meðal upp á umleið 24 eygu. Í hinum dystunum stóðu Tórur Holm og Max Ras- mussen seg sera væl við ávikavist 25 og 23 eygum í meðal. Tvøramenn spælt væl alla kappingina Kappingarårid er lidugt fyri lidini. Samanumtikið kann sigast, at tvøramenn hava spælt sera væl frá byrjan av, meðan hini liðini hava verið misjøvn. Mímir 1 var eitt vónbrot í ár. Liðið kom ongantíð fyri seg, hóast tað við næstan somu manning hevur ligið á einum 2. plássi í nógvum kapping- um. Tað varð heldur óvant- að, at Havnar Klubbi skuldi fara at standa seg so væl, nú teir mistu ein sín besta spælara, tá kappingin var hálvrunnin. Men her vístu teir báðir Eli Zachariassen og Niels Nielsen seg at kunna taka tey neyðugu stigini frå hinum liðunum. Marinustødin misti eis- ini ein góðan spælara stutt eftir byrjan, nevniliga Allan Christensen. Við besta spælararnum í allari kappingini eydnaðist tað tó Marinustødini at tryggja sær eitt broncumerki. Liðið hjá Havnar Klubba, sum vann silvur. Eirikur Nielsen, Eli Zachariasen og Niels Nielsen Klaksvíkingar vóru sera ójavnir í år og kundu, um teir vóru óhepnir, endað í 2. deild aftur. Men teir tryggu heimasigrarnir gjørdu, at teir varðveittu luttøkuna í 1. deild. Mimir 2 endaði sum roknað við í 2. deild næsta ár. Hóast spælararnir kunnu fáa góð úrslit, so eru teir alt ov Ójavnir. * = $ Spælararnir á teimum trimum liðunum, sum fingu heiðursmerki vóru: Tvøroyrar Klubbi: Odd- ur Dimon, Térur Holm og Max Rasmussen. Havnar Klubbi: Eirikur Nielsen, Eli Zachariassen og Niels Nielsen (Stein- grimur Samuelsen var eis- ini vid part av kappingini) Marinustødin: Tey try vinnaralidini av Tvøroyri. Aftast Tvøroyri Klubbi, sum vann 1. deild Fv. Oddur Dimon, Max Rasmussen og Tórur Holm. Í miðjuni, liðið, sum vann 2. deild, fv. Jens Pauli Poulsen, Sigvald Steinkross og Óli Joensen og fremt liðið, sum vann 3. deild. Fv. Eyðun Svalbard, Dennis Lave og Per Lave. Mynd Rógvi Johansen a