fríggjadagur 25. mars 1994síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Tíðindablaðið ED Nr. 59 — 25. MARS 1994 Sida 23 .
Góða omma
Tillukku við degnum í dag,
ynskja
Daniel og Mia
Elskaða Mia!
Hjartaliga tillukku við 15 ára
degnum. Góðan túr til Íslands,
ynskja vit tær
Lítli, fitti Helgi!
Hjartaliga tillukku við 2 ára
degnum, sum var tann 20.
mars. Alt tað besta ynskja
omma og abbi í Gøtu
hk
Góða Vanja
Tillukku við 3 ára degnum í
dag
Heilsan, omman, abbin
og Rani
byrjar í dag
Tveir gøtumenn, 21 ára gamli Petur Jensen og 31 ára gamli
Tummas Jákup Thomsen, hava saman gjørt teknirgðina »Bina
og BoBo«, ið byrjar í blaðnum í dag. Hon verður hvønn fríggjadag
at finna á næstaftastu síðu í blaðnum — í samfullar 30 vikur
Sum okkara mongu trúfgstu
lesarar óivað longu hava
lagt til merkis, sær næstaft-
asta síða í blaðnum í dag eitt
sindur ødrvisi út, enn hon
plagar. Her eru nevniliga
nakrar tekningar komnar.
Og vitkunnu siga, at tær eru
komnar fyri at vera — tær
næstu 30 vikurnar!
Talan er um teknirgðina
>Bina á BoBo«, ið teir báð-
| ir gøtumenninir, 21 ára
gamli Petur Jensen og 31
åra gamli Tummas Jåkup
Thomsen, f felag hava gjørt,
og sum teir eisini hava ætl-
anir um at geva út í bók
| einaferð seinni.
Gjørt okkurt fyrr
— Vit hava gjørt okkurt
saman fyrr, eitt nú vóru vit í
| Smiðjuni í Lítluvík á heysti
1992 við einari framsyning,
| ið umfataði málningar og
Í yrkingar. Yrkingarnar vóru
gjørdar í sambandi við
málningarnar, sigur Petur
ið hevur skrivað tekstin til
>Binu á BoBo«, meðan tað
er Tummas Jákup, ið hevur
gjørt tekningarnar.
— Vit hava eisini gjørt
okkurt annað, sum vit ætla
at fáa útgivið, og tað tilfarið
liggur hjá einum forlagi, ið
skal gera av, um tað er nóg
áhugavert til eina bók.
Annars hava teir báðir
gjørt ymist annað, men tað
hevur mest verið >til heima-
brúk<, sum teir taka til.
Tað er eitt hálvt ár síðani
at teir byrjaðu at gera hesa
teknirgðina, ið Tíðinda-
blaðið Sosialurin hevur við
fyri fyrstu ferð í dag
— Tað byrjaði við, at eg
gjørdi eina tekning, ið eg vil
sigakanska var heldur veru-
leika fjar, har serliga nógv
hendi í bakgrundini, greiðir
Tummas Jákup frá
— Men so komu Bina og
bussurin fram, og harvið
eisini sjålvt hugskouið um at
fara í gongd við hesa tekni-
rødina. Navnið kom eisini
mestsum av tilvild, men
annars hava vit arbeitt mið-
víst við hesum í eitt hálvt ár.
Teksturin aftaná
Tekningarnar eru gjørdar
so hvørt, og so er teksturin
komin aftaná. TummasJák-
up gav Peturi tekningarnar,
og so gjørdi hann søguna,
men byrjaði ikki at skriva,
fyrr enn allar tekningarnar
vóru lidnar.
— Søgan hevur einki stað
og ongan politikk, og hon er
rættiliga Óbundin yvirhøv-
ur. Hon er bert bundin at
hugsan, sigur Petur
- Hetta snýr seg um eina
ferð inn í býin, ið tó ikki er
ein veruligur býur, og hon
er gjøgnumsymbolsk, øll
sum hon er. Men hvat lesar-
in annars fær burturúr, må
hann sjálvur finna útav hes-
ar 30 vikurnar, røðin kemur
at vera í blaðnum
hj.
ED EA AAA AE al al fn
TUMMÅS JAKUP THOMSEN
KYN DIR:
C) 1994
oa: PETUR JENSEN
áðrenn hon fór at ferðast saman við honum
Bina vaknaði tíðliga. Hon skundaði sær útum
at heilsa degnum
Tað var eins og dagurin sang liv sitt
Dagur var. Hesa fyrstu løtuna hoyrdist onki,
uttan kvirran og fuglasangurin
framhald
oman yvir landið