týsdagur 9. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Viðmerkingar:
Henda júst farna tingsetan
er heilt serlig av tveimum
orsøkum. Tingið gjørdi av,
at nú skuldi tað markerast
sum eitt rættulig “parla-
ment” við tilsvarandi tign.
Fyrsta stig var lønarhækk-
ingin í vár saman við dup-
ultum endurgjaldi fyri út-
reiðslum hjá tingmonnum.
Tað næsta skal vera eitt
glæsiligt og tignarligt ting-
hús.
Samstundis gjørdi løg-
tingið tað søguligu samtykt,
at landsstýrið hevur ikki
skyldu at fremja løgtings-
lógir, sum tí ikki dámar.
Tað er fyrr skrivað um
hetta mál. Men nú kann
staðfestast, at løgtingið er
meira eitt eiti enn eitt veru-
ligt ting.
Løgtingið skuldi
verið hægsta vald
Samb. nýggju stýrisskipan-
arlógina hevur tingið tvinn-
ar høvuðsuppgávur. Onnur
er at lóggeva. Hin er at hava
eftirlit við at lóggávan verð-
ur fylgd. Í hesi seinni upp-
gávuni hevur tingið fleiri
tól. Tey eru 1. at seta fyri-
spurningar til landsstýris-
mann 2. landsstýris-mála-
nevndin, har andstøðan hev-
ur meirilutan, sum hevur
heimild at seta kanningar-
stjóra at kanna ivamál og
3.misálit á landsstýrismann.
Fyri landsstýrið er annars
galdandi lóg um ábyrgd
landsstýrismanna, har tað er
ásett revsing upp til 2 ára
fongsul fyri landsstýris-
mann, sum skúgvar til viks
tær skyldur hann hevur ella
hann gevur løgtinginum
skeivar upplýsingar.
Hetta merkir at allar
rammur er í lagi fyri at
borgararnir kunnu føla seg
tryggar við politisku skip-
anina. Hetta er tó treytað av,
at tingmenn veruliga vilja
hava skipanina at virka.
Løgtingið slapp
at standa sína roynd
Spurningurin er so hvussu
hetta virkar í praksis. Her
er lógin um yrkisráðið fyri
lønjavningargrunnin
eitt
gott og einfalt dømi. Lógin
varð lýst 23.mai 1997 og
hálvtannað ár seinni var
lógin ikki sett í verk. Tískil
royndi ein tingmaður tings-
ins eftirlitsskipan við at seta
landsstýrismanninum fyri-
spurning um málið. Í svari-
num kom greitt fram, at tað
var tilætlað, at lógin ikki var
sett í verk. Orsøkin var tann,
at
landsstýrismanninum
ikki dámdi eitt ískoyti til
lógina sum var samtykt av
einu samdum tingi. Tískil
var nýtt sum grundgeving
fyri at lógin ikki var sett í
verk at hetta uppskot skuldi
stríða ímóti stýrisskipanar-
lógini. Tað er eisini rætt, at
júst hetta er tann einasta
gyldiga orsøk til hjá einum
landsstýrismanni ikki at
akta eina løgtingslóg.
Greiður dómur
yvir tingið
Ein slíkur fyrispurningur
skuldi givið tinginum høvi
til at geva til kennar mót-
vegis landsstýrinum, at “lóg
er lóg og lóg skal haldast”.
Fyri at fáa staðfest hvat er
rætt og hvat er skeivt hevur
fiskimanna-felagið spurt ein
danskan serfrøðing á øki-
num hvørja skyldu ein ráð-
harri hevur at seta eina ting-
samtykt í verk, og hvørja
gylduga grund hann kann
hava til ikki at gera tað.
Hetta er gjørt út frá teirri
fyritreyt, at tað eru somu
reglur galdandi í Føroyum
og Danmark á hesum øki.
Niðurstøðan hjá serfrøð-
inginum er endurgivin aðra
staðni í blaðnum, men hon
er fullkomaliga greið:
1.Einhvør ráðharri ella
landsstýrismaður hevur eina
ótreytaða skyldu at seta ein
samtykta lóg í verk uttan
mun til hvat hann sjálvur
heldur um hana.
2.Grundgevingin hjá lands-
stýrinum fyri ikki at seta
lógina um yrkisráð í gildi
er virðisleys. Løgtingslógin
um yrkisráð er fullkomiliga
í tráð við stýrisskipanina.
Hetta merkir, at landsstýr-
ið hevur brotið § 5 í lógini
um ábyrgd landsstýris-
manna í hesum førum:
1.Løgmaður/landsstýris-
maður
hevur
tilætlað
skúgva til viks tær skyldur
hann hevur samb. stýris-
skipanarlógina og lógina
um lønjavningargrunnin.
2.Løgmaður/landsstýris-
maður hevur givið løgting-
inum skeivar og villeiðandi
upplýsingar í hesum máli.
Hvat ger løgtingið so við
hesa óhoyrdu provokatión
hjá landsstýrinum, har tað
skúgvar til viks eina greiða
einmælta løgtingssamtykt
og enntá sigur ósatt fyri
tinginum um sama mál. Hó-
ast hetta skuldi verið eitt
álvarsmál hjá løgtinginum,
at tess lógir ikki eru meira
virdar enn hetta, letst tað
yvirhøvur ikki um vón.
Eingin uttan spyrjaran tekur
orðið og landsstýrið fær ta
greiðu fatan, at løgtingið
letur sær lynda hesa mann-
agongd.
Løgtingsmenn
undanstøkkingar
Løgmaður føldi seg enntá
so tryggjan at nakrar dagar
aftaná kemur løgmaður við
einum uppskoti um at av-
taka yrkisráðið, uttan at tað
nakrantíð hevði virkað,
takkað verið nevnda lógar-
broti hjá landsstrýrinum.
Hetta vísti seg at vera leyst
og liðugt og samgongulim-
irnir í løgtinginum hildu tað
vera í fínasta lagi at avtaka
eina einmælta løgtingslóg,
sum ikki var sett í verk, bert
tí landsstýrinum dámdi ikki
ta broyting sum løgtingið
sjálvt hevði skotið upp og
samtykt. Hetta má vera
heimsmet í undanstøkking
hjá einum tingi. T.v.s. burt-
ursæð frá í Russlandi fyrr.
Sjálveyðmýkingin av ting-
inum verður undirstrika av,
at løgmaður undir viðgerð-
ini av hesum løgtingsmáli
gav somu skeivu og/ella
villleiðandi
upplýsingar,
sum tá nevndi fyrispurning-
ur varð settur fram. Og tá
málið kom til 3.viðgerð
visti tingið, at tað varð vill-
leitt. Hóast hetta var eingin
samgongutingmaður sum
himpraðist við at atkvøða
eftir paroluni.
Málið var til viðgerðar í
vinnunevndini, sum nóg illa
viðgjørdi málið, og sum
ikki setti nakran spurning
við tær grundgevingar, sum
landsstýrið var komið við.
Andstøðan lítið mætari
Hetta skuldi annars verið
eitt upplagt mál at taka upp
í landsstýrismálanevndini,
har andstøðan enntá hevur
meirilutan. Henda nevndin
kundi nýtt hitt tólið í eftir-
virkseminum hjá tinginum,
nevniliga at seta ein kann-
ingarstjóra at kanna um alt
var farið regluliga fram í
hesum máli. Tað kundi ver-
ið gjørt av bert 10 ting-
monnum. Men landsstýris-
málanevndin tók ikki málið
uppá tungu. Kanska er or-
søkin tann, at vit als ikki
hava nakra andstøðu yvir-
høvur.
Tamilmálið
Til
sammetingar
kann
hyggjast at hvussu eitt slíkt
mál verður taklað í Dan-
mark. Eitt gott dømi er tam-
ilmálið. Her forðaði Erik
Ninn Hansen, løgmálaráð-
harri, fyri, at nakrir tamilar
fingu tann rætt, sum teir áttu
eftir lógini. Embætismenn
áttu sín leiklut í hesi mann-
agongd. Forsætisráðharrin
villleiddi fólkatingið um
málið. Úrslitið gjørdist ein
kanning hjá einum “kann-
ingarstjóra”. Eitt úrslit av
hesum var ein ríkisrættarsak
móti ráðharranum. Endin á
hesum máli var, at Erik
Ninn Hansen var dømdur
40 daga treytað hefti fyri
ikki at hava fylgt galdandi
lóg, Poul Schluter mátti
leggja frá sær fyri at hava
villleitt fólkatingið, og em-
bætismenn fingu sekkin fyri
at hava medvirkað til hesa
undirgraving av galdandi
lóg.
Tað verður neyvan nakað
slíkt mál aftur í Danmark í
bræði. Nú vita danskir ráð-
harrar og embætismenn
nevniliga hvat teir kunnu
vænta sær um teir ikki
fylgja lógum og reglum og
um teir seta spurning við
fólkatingið sum hægsta
vald.
Í Føroyum kunnu lands-
stýris- og embætismenn
vera tryggir.
Hesar trupulleikar eru
landsstýrismenn í Føroyum
spardir fyri. Aftaná at løg-
tingið hevur góðkent mann-
agongdina við yrkisráðnum
er leikluturin hjá tinginum
sum eftirlit við landsstýri-
num reelt avtikin.
Tað kann neyvan hereftir
fara at uppstanda ein støða,
har løgtingið kann fara at
nýta sínar heimildir á hesum
øki, tá tingið fyrst einaferð
hevur tikið góðtikið, at
landsstýrismaður ikki nýtist
at fylgja løgtingslóg, og tá
løgtingið hevur tikið til
eftirtektar at tað fær skeivar
og villleiðandi upplýsingar
í einum máli.
Niðurstøðan er tann, at
fremsta treytin fyri at vit
kunnu fáa fullveldi er at vit
hava eitt løgting og ikki eitt
“løgting”. Her restar ótrú-
liga nógv í.
Óli Jacobsen
Søgulig tingseta:
Løgtingið hevur part-
víst avtikið seg sjálvt
Grundað á royndirnar í
málinum um yrkisráð ber
nú til at staðfesta munin
millum hvussu somu regl-
ur verða útlagdar í Før-
oyum og í Danmark, sum
hevur somu reglur sum
skipað samfeløg. Útlegg-
ingin hjá Føroya Løgtingi
kann nýtast í øllum mál-
um.
Tað er óneyðugt at vera
løgfrøðingur fyri at kunna
meta um munin, men reelt
er skyldan hjá landsstýr-
ismanni at siga satt fyri
tinginum, sum er ein tann
mest avgerandi fyritreytin
fyri eitt rættligt fólkaræði,
avtikin.
Skyldan hjá ráðharr-
um at siga satt fyri
tinginum . Skipan í
Føroyum
“Tað er .. ivasamt um løg-
maður úttalar seg løgfrøð-
isliga, tá hann sigur, at
yrkisráðið er (var) í stríð
við stýrisskipanarlógina,
heldur letur tað til, at hann
úttalar seg um tað, sum
hann sjálvur heldur vera
tankarnar (andin og mor-
alurin í) stýrisskipanar-
lógini.”
Kristina Samuelsen,
cand. jur., skrivari hjá
landsstýrismálanevndini,
og stuðlað av Sjúrði Ras-
mussen, cand.jur, næsti
maður stjórans á Løg-
tingsskrivstovuni. Tað
er óneyðugt at siga, at
hetta er ein undanførsl-
an sum altíð kann nýtast
- aftaná - fyri at hava
sagt ósatt fyri tinginum.
“Sjálvt um vit leggja til
grund, at (løgmaður) hev-
ur úttalað seg løgfrøðis-
liga skeivt um spurningin,
er mangt sum bendir á, at
henda upplýsing hevur
ikki “havt stóran týdning
fyri tingsins meting av
málinum”.
Niðurstøða í notati hjá
Sjúrði Rasmussen, cand.
jur.
Henda útlegging er
tikin til eftirtektar av
øllum 32 tinglimum
Skyldan hjá ráðharr-
um at siga satt fyr
tinginum. Skipan í
Danmark og skipaðum
londum
Ministres pligt til at gi-
ve tinget rigtige oplysn-
inger. I Danmark.
Det danske statsstyre er
baseret på en forudsætn-
ing om, at regeringen ved
sine ministre i udtalelser
overfor folketinget giver
rigtige og ikke vildled-
ende oplysninger. Denne
forudsætning er funda-
mental i et parlamentarisk
folkestyre. Dette gælder
uanset om ministre udtal-
er sig politisk eller jurid-
isk.
Dr. jur. Peter Blume,
professari. Sum tað
sæst kann munurin illa
vera størri.
Ministres pligt at give
folketinget rigtige op-
lysninger. Færøsk
ordning.
For de dansklæsende læs-
ere bringes nedenfor den
udlægning af ministres
forpligtelse til at give lag-
tinget rigtige oplysninger,
som er udarbejdet af lag-
tingets jurister, og som
har fået tilslutning fra
samtlige 32 lagtingsmed-
lemmer.
Anledningen til denne
udlægning er en konkret
sag, hvor det kan doku-
menteres, at en minister
mod bedre vidende i en
bestemt sag mod bedre
vidende har givet lagting-
et forkerte oplysninger.
Men udlægningen kan
selvfølgelig bruges i alle
situationer.
“Det er tvivlsomt, om
lagmanden udtaler sig jur-
idisk, når han siger, at ud-
valget (som lagtinget hav-
de lovgivet for, men sum
ministeren standsede gen-
nemførelsen af) var i strid
med styrelsesloven. Det
synes hellere, at han ud-
taler sig om det som han
selv synes at være tank-
erne (ånden og moralen)
bag styrelsesloven.”
......
“Selv om vi lægger til
grund, at lagmanden har
udtalt sig juridisk forkert
om sagen, er der meget
som tyder på, at denne
(forkerte) oplysning ikke
har haft afgørende betyd-
ning for tingets vurdering
af sagen.”
Citaterne er fra lagting-
ets jurister. Selve hoved-
artiklen bliver tilgængelig
på dansk i løbet af nogle
dage for dem som skulle
have interesse i at sætte
sig ind i den færøske parl-
amentarisme.
Munurin millum skyldina hjá ráðharrum:
At siga sannleikan í
Føroyum og í einum
skipaðum samfelag
– Fremsta treytin fyri at vit
kunnu fáa fullveldi er at
vit hava eitt løgting og
ikki eitt “løgting”. Her
restar ótrúliga nógv í,
heldur Óli Jacobsen
ÍSB tveir norður-
lendskar meistarar
Bæði Jógvan Telling Joensen og Áki Joensen vunnu gullmerki, nú ÍSB um
vikuskiftið hevði sent landsliðið í Boccia til Íslands
Um vikuskfitið varð norð-
urlandameistarakapping í
boccia hildin í Keflavík í
Íslandi. Boccia er eitt bólt-
spæl, sum er smíðað til rør-
slutarnað.
Ítróttafólkini
verða
flokkað eftir brekið: Teir, ið
sita í koyristóli og nýta slid-
sku eru í einum flokki, teir
í koyristóli, sum nýta hend-
urnar, eru í einum flokki,
og endilga eru teir íðkarar,
sum standa og kasta bólk-
aðir fyri seg.
ÍSB sendi fýra luttakarar
til Íslands, og ikki kann sig-
ast annað enn, at væl kom
burtur úr hesum. Ungi og
evnaríki Áki Joensen vann
gullmerki í sínum bólki,
meðan Jógvan Telling Jo-
ensen, sum er meira royn-
dur og nærlagdur, eisini
vann sær gullmerki.
Harmumframt megnaði
føroyska liðið at vinna
bronsu í liðkappingini, og
eisini hetta má metast sum
eitt heilt gott úrslit.
Á føroyska liðnum vóru
Jógvan Tellin Joensen, Ma-
rius Johansen og Sámal Ja-
cobsen.
Føroyingar hava leikt
boccia síðani miðskeiðis í
áttatiárunum, og er hetta
fyrstu ferð at tað hevur eyd-
nast at vinna heiðursmerki
í norðurlendskum høpi. At
so tvey av hesum vóru úr
gulli, ger ikki avrikið minni
gott!
Stuðla
ferðini
hevði
nýggi høvuðsstuðulin hjá
ÍSB, Føroya Lívstrygging.
Jógvan Telling var
ein teirra, sum kom
heim aftur við
gullmerki um hálsin
Gekk ikki hjá Jan
Liðskiparin á KÍ liðnum, Jan Joensen, hevði ikki eydnuna við sær, tá hann um
vikuskiftið skuldi gita um úrslitini á tipsseðlinum
Dystur
Úrslit
Tekn
1 Arsenal-Chelsea
2-1
1
2 Coventry-Sheffield W.
4-1
1
3 Dery-Newcastle
0-0
X
4 Leicester-Bradford
3-0
1
5 Middlesbrouhg-Watford
1-1
X
6 Sunderland-West Ham
1-0
1
7 Wimbledon-Aston Villa
2-2
X
8 Celtic-Aberdeen
5-1
1
9 Dundee FC.-Dundee U.
3-0
1
10 Hearts-St. Johnstone
0-0
X
11 Motherwell-Hibernian
2-0
1
12 W. Bremen-B. München
0-2
2
13 Sp. Lissaban-Benfica
0-1
2
Úrslitini um vikuskiftið
Vinningar:
13 røtt
222.948 kr.
12 røtt
2.231 kr.
11 røtt
191 kr.
10 røtt
36 kr.
Soleiðis veddaði Jan
Úrslit
Røtt í skipanini:
9
Røtt U-tekn:
7
Vinningar
Eingin
Dystur
Tekn
U
1 Arsenal-Chelsea
1X
1
2 Coventry-Sheffield W.
1X2
1
3 Dery-Newcastle
12
2
4 Leicester-Bradford
12
1
5 Middlesbrouhg-Watford
1
6 Sunderland-West Ham
1X2
1
7 Wimbledon-Aston Villa
1X2
X
8 Celtic-Aberdeen
1
9 Dundee FC.-Dundee U.
1X
1
10 Hearts-St. Johnstone
1
11 Motherwell-Hibernian
1X
1
12 W. Bremen-B. München
1X2
X
13 Sp. Lissaban-Benfica
1X
1
JÁKUP MØRK
Seinasti av liðskiparunum,
sum royna seg í tipping á
hesum síðum, var KÍ‘arin,
Jan Joensen.
Eins og undangongu-
menn sínir skuldi Jan nýta
U-4-6-100 skipanina, og
meðan tað gekst honum
rættuliga væl at seta krossin
á rætt U-tekn, so var hann
ikki eins heppin, tá sikrir
dystir og hálvgarderingar
skuldu finnast.
7 U-tekn
Tað var nevnliga bert dystur
nr. 8, Celtic-Aberdeen, sum
Jan hevði rættan av teimum
trimum sikru dystunum.
Hinir báðir, Middles-
brough-Watford og Hearts-
St. Johnstone, endaðu báðir
0-0, og í báðum førum
hevði Jan valt sær eitt-talið
sum úrslit.
Heldur ikki við hálvgar-
deringunum gekst nakað
serligt, tí av teimum seks,
vóru bert fýra rættar. Her
vóru tað javnleikurin í dysti
3, Derby-Newcastle, og
útisigurin
í
dysti
13,
Sporting Lissabon-Benfica,
sum kostaðu.
Gekst ikki væl við
omanfyrinevndu lutum, so
var støðan øðrvísi, tá um
ráddi at seta rætta U-tekni.
Av
teimum
átta
garderingunum, har Jan
hevði fanga úrslitið, vóru
heili 7 U-tekn røtt, og hetta
má metast sum sera gott.
Hetta gav eisini útslag í,
at Jan hevði eitt rað við 9
røttum, men hetta kastar tó
ongan vinning av sær.
Komandi viku skal gøtu-
maðurin, Magni Jarnskor
aftur royna seg.
Fyrstu ferð hevði hann 11
rættar krossar, harav 8 røtt
U-tekn, so spennandi verð-
ur um hann megnar at gera
tað enn betri hesaferð.
Gitið um úrslit og
málskjúttar
Umframt sjálva tippingina, hevur
dansk tipstjeneste eisini hópin av
øðrum spølum. Eitt teirra er
matchen
JÁKUP MØRK
Nú vit nærkast summar-
frítíðini, er rættuliga van-
ligt, at hugurin hjá vedd-
ingarmonnunum at tippa,
er nakað avmarkaður, tá
allar tær stóru europeisku
kappingarnar halda frí í
einar tveir mánaðir.
Europameistarakapp-
ingin í fótbólti stendur tó
fyri framman, og eitt hitt
best dámdi eydnu- ella
vitunarspæl í slíkum man
vera sonevnda »Mat-
chen«.
Gita úrslit
Í matchen ræður um at
gita seg fram til, júst
hvørjum úrslitið ein ávís-
ur dystur endar við.
Ymisk odds eru fyri
ymsu úrslitini, og eru
hesi sett alt eftir mettu
sannlíkindunum fyri end-
aliga úrslitinum.
Er t.d. odds 3 galdandi
fyri 1-0 til heimaliðið,
fært tú innskotið tríggjar
ferðir aftur, um tú hevur
kollgitt hetta úrslit.
Á sama hátt ber til at
gita, hvør verður fyrsti
málskjútti í dystinum,
eins og hvat liðunum
hevur leiðsluna, ávíkavist
í hálvleikssteðginum og
við leiklok.
Eisini her eru ymsu
sannlíkindini sett upp í
einum skema, soleiðis at
t.d. verður roknað meira
sannlíkt, at Michael Ow-
en verður fyrsti málskjútti
heldur enn David Sea-
man.
Alt í alt eitt sera undir-
haldandi slag av vitunar-
spæli, har tað heldur ikki
er neyðugt at nýta kost-
naðarmiklar skipanir fyri
at hava møguleika at
vinna.
Hinvegin eru vinning-
arnir heldur ikki so stórir
í hesum, men stuttleikin
er tað í øllum førum.
Veddingarseðilin, sum
skal nýtast til matchen