mikudagur 6. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 6. APRÍL 1994
Síða 7
Tíðindablaðið
reglur, og tað hevur Norrøni
Eftirskúlin eisini. Jóannes
og Lene halda ikki, at regl-
urnar eru Ov strangar.
Áðrenn | næmingarnir
nakrantíð byrja á skúlanum
fáa tey at vita frá skúlastjór-
anum, sum er heima hvort
summar og hittir næmingar
og foreldrini, hvussu regl-
urnar eru.
Tey flestu halda tað vera í
fínasta lagi við føstum regl-
um um møtiskyldu, fasta tíð
atfara upp og fasta tíð at fara
í song, at rúsdrekkað og
rúsevni ikki mugu njótast á
skúlanum o.s.v.
- í grundini dámar næstan
øllum at hava fastar karmar
ftilveruni.
Um vikuskiftini kunnu
næmingarnir fáa heilt frí frá
skúlanum, men teir kunnu
ikki bara fara. Foreldrini
skulu geva loyvi, og skúlin
skal hava at vita, hvønn tey
fara til.
Jóannes og Lene siga, at
næmingarnir nú gera minni
við at fara aðrastaðni um
vikuskiftini. Kanska eru
pengar orsøkin. Annars
merkja tey á skúlanum lítið
til kreppuna, og eingin
næmingur hevur verið fyri
happing í Hygum orsakað
av, at hann er føroyingur,
siga tey
á
Tey halda, at næming-
arnir hava tað sera gott sam-
an í Hygum. Tey hjálpast at,
og tey hava nógv ítriv
saman. Av tí at fleiri av
lærarunum eru førir fyri at
undirvísa í tónleiki, spæla
tveir triðingar av næming-
unum á okkurt ljóðfori.
Summi renna, og nakrir
næmingar hava í ár verið
víkingar eins og Jóannes,
t.v.s. at tey hava svomið á
sjónum alt árið.
- Tað hevði neyvan nakar
teirra gjørt, vóru teir í Før-
oyum, heldur Jóannes.
Jóannes og Lene halda
tað eisini vera gott við
einum slíkum skúla, at tey
ungu kunnu vera saman um
kveldið, og tað hendir
emira enn so, at lærarnir sita
saman við teimum um
kveldið og bæði skemta og
tosa álvara.
Longsul gongur yvir
Tað sigur seg sjálvt, at tá
fólk fara so ung heimanifrá,
so hendir tað, at onkur fer at
leingjast. Tað hendir á
hverjum ári, og lærararnir
eru fyrireikaðir. Summi
viðganga tað ikki beinleið-
is, siga bara, at tey tíma ikki
meira, og lærararnir biðja
tey tá royna eitt sindur aftr-
at. Longsul gongur yvir.
Hini plaga at vera fitt at
hjálpa teimum, sum leingj-
T
Á skúlanum í Hygum hava næmingarnir allar vanligar lærugreinir, men skúlain hevur
eisini lærugreinir, sum føroysku framhaldsdeildirnar hava, eitt nú franskt og spanskt, id
ast illa, og royna at ugga, og
tá lærararnir koma eftir, at
tað stendur á hjá onkrum, so
tosa teir eisini við tey.
- Longsulin er ofta ringast
um vikuskiftini og um
kveldið, tá tey skulu í song.
Tað hevur so nógv at síga, at
vit biðja teimum góða nátt,
og um tað hjálpir seta okk-
um hjá teimum eina løtu.
hava tey brúk fyri at gráta,
so sleppa tey at gráta, bæði
gentur og dreingir, sigur
Lene.
Jóannes og Lene siga, at
teirra uppgáva er at vera í
foreldranna stað, sjálvt um
tað ikki heilt verður tað
sama.
Tað skilst á teimum, attey
eru góð við sínar næmingar.
- Tá skúlaárið endar, eru
næmingarnir harmir um at
skula skiljast, men tað
stendur eisini nógv á
okkum, tá tey fara, tí vit
sakna tey, siga Jóannes og
Lene.
Tey, sum vilja hava meira
at vita um skúlan, kunnu
ringja tl skúlan Uf.
97836100.
randi
Nógv verður eisini gjørt burturúr musikklivinum, og her eru tónleikabólkur ið roynir seg
Guantanamera, heitir dagar
og tropiskar nætur
Er hetta nakað fyri teg? So
er møguleikin til tess aftur í
summar. Tú kanst fara við á
Brigada Nordica í Kuba,
sum Felagið Føroyar-Kuba
skipar fyri saman við hinum
nordurlendsku vinafeløg-
unum vid Kuba.
HVÍ JUST KUBA?
Endamálið við ferdini er at
knyta enn tættari vinabond
millum Kuba og Føroyar,
millum kubanar og føroy-
ingar, samstundis sum vit
stuðla kubanska fólkinum í
ótroytiliga stríði tess fyri at
byggja upp eitt mannvirði-
ligt samfelag og at verja tað
dýrgoldnað frælsið. Júst í
| hesi fyri føroyingar so sváru
| tíð, hava vit so ómetaliga
| nógv at læra av kubanum,
| sum í skjótt 35 ár hava strítt
| eitt ófatuligt stríð fyri at
varðveita frælsið og sam
| stundis hava bygt landið
upp, alt meðan heimsins
størsta imperialistiska
veldid, USA, av øllum alvi
hevur roynt at avbyrgja
Kuba.
Sidani Føroyar sendu sina
fyrstu brigadu vestur um
hav f 1989, hava 50 føroy-
ingar verið slíka brigadu-
ferð, ja, summir bæði 2 og 3
ferdir.
FRITID OG
ARBEIDI
Sjálvt arbeiðið plagar at
vara einar 10 dagar tilsam-
ans, og øll ferdin varir 3
vikur. Té er møguleiki at
leingja ferdina antin i Kuba
ella eitt nú í Latinamerika
ella aðrastaðni. Á Brigada
|
Í
Í
Nordica luttaka nú umframt
Danmark, Noreg, Svøriki,
Finnland, Ísland og Føroyar
eisini Bretland, Irland, Hå-
land og Belgia. Brigadulut-
takaramir búgva á »Julio
Antonio Mella leguni«, ein-
ar 45 km vestanvert Ha-
vanna. Teimum stendur i
bodi at vitja alt, teir hava
hug til, so sum landbúnað-
arkooperativ, sjúkrahús,
tubbaksverksmidjur, søgu-
lig stød, sjónleikarhús og
mangt, mangt annad, um-
framt tær fråliku tropisku
strendurnar. Harumframt
hevur høvudsstadurin Ha-
vanna ómetaliga nógv at
vísa fram. Teir dagarnar, ar-
beitt verður, er vitjan hvønn
dag av arbeiðsfelagsskap-
um, kvinnu- og ungdómsfe-
lagsskapum og mongum
gðrum, samstundis sum or-
kestur koma út at spæla
eyðkenda afrokubanska
tónleikin. Arbeitt verður
innan landbúnað ella við
húsabygging. Nakrar dagar
búgva brigadistarnir eisini á
El Abra frítíðarplássinum.
HVOR KANN LUT-
TAKA OG HVAT
KOSTAR TAÐ?
Tú skal vera fyltur 15 ár,
men uppeftir er einki mark.
Tó ber til at hava børn við,
men tey sleppa ikki at ar-
beiða. Eisini skalt tú — um tú
ikki longu ert tað — gerast
limur í Felagnum Førovar-
Kuba. Tað kostar 200 kr.
um árið. Alt bendir á, at før-
oyska brigdan í ár flýgur úr
Keypmannahavn við >Air
Portugal<. Tað kemur við
trygging at kosta 9.400,- kr.
úr Vágum yvir Keypmanna-
havn og Lissabon til
Havanna og aftur í Vágar.
Harumframt kemur eitt
gjald upp á 200 US dollarar
fyri uppihald, útferðir, mat
o.m.a. í Kuba. Hetta gjald
verður goldið á leguni.
Nevnast kann eisini, at 26.
juli — kubanska tjóðardagin
— eru brigadistarnir vanliga
heiðursgestir á há-
tíðarhaldinum, har Fidel
Castro, forseti, heldur rødu.
Yvirhøvur eru brigadistar-
nir annars heiðursgestir,
meðan teir eru í Kuba.
Sjálv Brigada Nordica
byrjar 10. juli og endar 31.
juli. Farið verður úr Føroy-
um umleið 5. juli (tað er ikki
púra vist enn). Ongar
vaccinatiónir krevjast, ti
allar tropusjúkur eru langt
síðani útruddaðar í Kuba
Pass og visum krevst, men
fyri brigadistarnar kosta
visa einki.
Hevur tú rådini til slíka
ferð og vilt tú fáa eina upp-
living fyri lívið, so set teg
beinanvegin í samband við
Felagið Føroyar-Kuba,
postsmogu 2055, 165 Argir,
ella ring til 12098 ella
18162, ti nú er síðsta útkall.
Tekningarfreistin er úti 30.
april.
Kuba bidar eftir tær!
Arnbjørn R. Thomsen,
formadur
Rannvå Mortensen,
skrivari