Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mr Tíðindablaðið ED Nr. 64 — 6. APRIL 1994 Síða 13 Til BLADSØLURNAR sosialurin aftur * ÚTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fáa fleiri blað. - Pr he) Tidindabladid SOSIALURIN Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvshúsinum »Effata«, lslande- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9—11. Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele- fon ti. 0123 og bíð um 16928 elta 41792. Sera hugnaligt var at hoyra tey mongu kórfólkini syngja á hátíðarvikuni til frama fyri Victor Danielsen > | einum stað, men ferðaðist kring landið og lærdi, og fáar munnu tær bygdir vera, har hann ikki hevur vitjað, hóast ferðasambandið tá ikki kann metast við í dag. At Victor Danielsen eis- ini hevur verið okkara móð- urmáli ein hollur stuðul, er ein sannroynd. Júst í fyrru helvt av hansara lívi stóð føroyska málið í andgletti og stórum mótgangi fyri at vinna frama sum móður- mál. Heldur ikki her ivadist Victor Danielsen og frí- móðigur hevur hann týtt og skrivað á føroyskum, og sostatt víst móðurmálinum stóran ans og alsk. Aftan á henda merkis- mann hava vit eisini varðar, sum tala fyri seg. Hann hev- ur lagt úr hondum stórverk, sum ikki kunnu vigast ella mátast í krónum og oyrum. Eingin man vera í iva um, at størsta avriksverk hansara er týðingin av Bíbliuni til føroyskt mål. Til hetta stór- verk nýtti hann heldur ikki langa tíð, tað sigur okkum eisini nakað um hansara ar- beiðshug og hegni. Tí um- framt hetta stórverk, so hevur Victor Danielsen skrivað, týtt og givið út hópin av bókum og eina ør- grynnu av sálmum og sang- um, sum eru dýrgripir burt- urav. Sangur, sum hevur so stóran tydning í tilveru okk- ara antin vit nú sjálv kunnu syngja, ella bert lesa og lurta. Sangur vil altíð loysa upp fyri teim kenslum, sum bylgjast í okkum, og her er úrvalið stórt eftir Victor danielsen at velja í, 6ansæd hverjar kenslur lívsviður- skiftini fylla okkum við. Annaðhvort livskor og vidurskifti åvirka okkum menniskju, ella menniskjan ávirkar lívskorini, so verður tað henda samvirkan, sum setur síni eyðkenni á tíðina og fólkið, sum livir í tíðini. Við vissu kann sigast, at Victor Danielsen setti síni eyðkenni og gjørdi sína á- virkan, ikki bert á sína sam- tíð, men eisini framtíðina. Úr yrking, sum Pól F. yrkti Victori til minnis, tå hann var farin, ljóðar tað eina grindi soleiðis: Eitt stórmenni, apostul og skald við tær av fold er farið, tú Bíbil og sálmabók fér- oyingum gav, tær verða tín minnisvarði. Nýggjar tíðir eru komnar, síðan Victor Danielsen and- aðist 2. febr. 1961 og lívs- viðurskiftini broytast al- samt, men tey verk, hann legði úr hondum, bæði í skrivt og talu, koma altíð at standa sum lýsandi vitar, sjálvt um ættarlið skifta og nýggjar tíðir koma. Vi hesum orðum vil eg lýsa hesa framsýning og há- tíðarviku setta at vera.