Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 66 — 8. APRÍL 1994 Bjarti Mohr, stjóri í Fórova Fiskavirking: Mugu gera okkum ' greitt hvat vit vilja > = -Eg trúgvi ikki, at lítlu Fóroyar við ongum fiski, ongum pengum og stórari skuld, klára seg einsamallar í Norðuratlantshavi uttan fyri bæði ES og NAFTA, og tað uttan mun til um vit finna olju ella ikki sigur Bjarti Mohr, stjóri í Fóroya Fiska- virking. Hann heldur sjálvur, at vit eru noydd til nú at fyrireika okkum upp á limaskap í ES. -Skulu vit vera uttan fyri hesar felagsskapir, so er tað ein avgerandi fortreyt, at vit finna upp á okkurt heilt nýtt, finna eina nýggja rók so sum tað vit kenna frá oynni Isle of Man við figgjarmiddepli ol. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað vid stjóran í Fiskavirking um støduna í dag og framtíðar útlitið. Kappingin í Føroyum um fiskin - råvøruna - er harð- ari enn nakrantíð. Serliga um djúpvatnsfiskin. Og hetta rakar Fiskavirking meint. Bjarti Mohr, stjóri sigur, at alt tosið um monopolstødu hjá Fiska- virking er gjørt til skamm- ar. Upp fyrispurning um kappingin er ov hørd í løtuni sigur Bjarti Mohr, at tað er ein sannroynd, at marknaðarprísurin megnar ikki at bera prísin fyri anliga høgur í løtuni. Bjarti Mohr sigur, at amanbera vit framleiðs- ina á Lynfrost í fjør við støðuna í dag, so var rá- vøruprisurin umleið 15 kr. og útsgluprísurin var einar 24 kr. - í dag er prísurin á somu råvøru 19 kr., meðan itsøluprisurin liggur um einar 21 kr. Tvs. at meðan tað í fjør lógu einar 10 kr. eftir, so er talan í dag bert um einar 2 kr. Hetta vísir, hvussu torført tað er at fáa endarnar at røkka saman leggur stjórin í Fiskavirk- ing aftrat. Stødan hættislig Bjarti Mohr er annars sera ivasamur um støduna i Føroyum. Hann spyr, hvat hevði hent í t.d. USA, um bráddliga helvtin av råvøruni til alla fram- leiðslu hvarv! -Ein kann imynda sær, hvørjar katastrofalar fylgj- ur tað hevði fingið fyri landið, og tað er júst hesa stóðu Føroyar eru í. Í veruleikanum er nærum helvtin av tí råvøru vit fyrr fingu burtur. Hetta skyld- ast helst bæði náttúru- viðurskiftum og veiðu- mynstrinum. Stjórin í Fiskavirking vísir til seinastu hagtglini frá Hagstovuni, sum eru rættiliga skelkandi. Har mangla rætt og slætt eini 40.000 tons av fiski í fyri at vera aftur í somu stóðu sum fyrr, tá nokk av fiski var til. Hann viðgongur, at fiskiveiðan í ár hevur ver- ið frægari í ár enn í fjør, men samanber tú tíðar- skeiðið mars-februar 92- 93 við sama tíðarskeið nú, so er talan um eina aft- urgongd upp á 6000 tons. Oljan stóran tydning 720 er henda veruleika un av ravøruni r vil føroyingar syguni VeKK - Sum mugu síggja í mini verð er tað ein spurn- ingur, hvussu vit megna at yvirliva til eitt møguligt oljuævintýr tekur seg upp Bjarti Mohr heldur tað verður sera sera tungt at koma gjøgnum komandi tíð. Hann dugir ikki at síggja nakran annan glotta í løtuni enn eina møguliga oljuvinnu. -Eg havi einki vís- indaligt grundarlag fyri at trúgva upp á, at olja er til, men teir tú tosar við bæði í Skotlandi og Noregi vilja vera við, at her er olja. Men tað verður við oljuni sum við upsanum. Tað ræður um at vera kapp- ingarførir. Oljuprísirnir eru nógv lækkaðir í sein- astuni, og sama kann ju sigast um upsaprísin, so princippini eru tey somu, um talan er um upsa ella olju. ES ella NAFTA -Men hvat fer at henda her á landi, um tað vil so illa til, at fiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur í bræði, og at russiski fiskurin verður alt ov dýrur at keypa? -Hetta snýr seg ikki minst um okkara marknadarvidurskifti. Vit mugu gera okkum meira greitt, at tað er eins týdningarmikið at hava atgongd til at keypa råvøru, sum at hava møguleika fyri at selja lidugvøruna Henda møguleikar hev- ur tú við ES-limaskapi, ti har kanst tú keypa fisk úr 3. londum uttan stórvegis toll. Og haraftrat kemur tú í ES at vera mettur sum útjaðaragki. ES stuðlar økjum, sum eru bundin at landbúnaði ella fiskivinnu. Bjarti Mohr heldur tíðin er komin hartil, at vit mugu gera okkum greitt, hvat vit vilja. Tvs. um vit vilja halda fram við at vera uttan fyri stóru handilsfelagsskapirnar sum ES og NAFTA. islendingar uppi NAFTA? Íslendingar tosa nú um at gerast limir í NAFTA, sum er tað norðuram- erikanska ES. Teir eru vornir sannførdir um, at tað ber ikki til at standa uttan fyri báðar hesar felagsskapirnar. Tú er noyddur at velja annan av teimum. Bjarti Mohr vísir á, at íslendingar hava fleiri traditiónir fyri at samar- beiða við USA enn vit, og harvið eru teir eisini meira amerikaniseraðir. Teir hava so eisini eitt råvøru- grundarlag, sum meira Bjarti Mohr, stjóri: -Tíðin er komin hartil, at foroyingar mugu gera sær greitt, hvat vit vilja tvs. antin vit vilja halda fram við at vera uttan fyri stóru handilsfelagsskapirnar ES og NAFTA. ella fara uppí ein av teimum. hóskar til tann marknaðin. -Men eg trúgvi ikki upp á, at lítlu Føroyar við ongum fiski, ongum pengum og stórari skuld klára okkum einsamøll Norðuratlantsha uttan yri bæði ES og NAFTA tað uttan mun ul um vit finna olju ella ikki. Stjórin í Fiskavirking heldur tí, at vit eru noydd til at fyrireika okkum upp á limaskap í ES. -Hetta er ikki nakað tú ynskir frá hjartanum, men er nakað tú noyðist út frá sunnum skili. -Men kanst tú so vissa okkum fyri, at ikki spani- ónar og portogisar koma á okkara grunnar og fiska tað upp, sum vit ikki hava niðurfiskað longu? -ES hevur sum her eina kvotu upp á 14. 000 tons undir Føroyum, og teir fiska kanska helvtina av hesi nøgd. Eg dugi ikki at síggja, hvussu teir skulu fiska meira, um vit gerast limir. -Meinar tú harvið, at um einki broytist til tað betra á fiskigrunnunum, so eiga vit at taka spurningin um limaskap í ES upp í størsta álvara? -Ja avgjørt. Tað eiga vit at gera longu nú. Vit eru noydd til at lata skilið ráða og gera sim íslendingar. Tvs. antin at fara upp í ES ella NAFTA. Eg síggi sum er ongan møguleika hjå okkum at klåra okkum uttan fyri hesar felags- skapir uttan at vit fyritaka okkum okkurt heilt serligt og kollveltandi. T.d. royna eitt slag av Isle of Man nodelli. 7 kanst ikki har rum ini primervinnu, sum er teilt niðurkoyrd - uttan at tú finnur upp á okkurt heilt nýtt sum Ld. ein fíggjarmiðdepil Finna rók sum alterna- tiv til limaskap -Men hvør skal taka stig til slíkt? -Tað mugu vera tey, sum kunnu og hava evni til tess. Tú kanst sjálvandi royna at vera uttan fyri hasar stóru samgongurnar, men so mást tú sum sagt finna eina rók, sum kann bera samfelagnum, og tað er royndirnar frá Man koma í myndina. -Nú situr tú sum stjóri Í landsins størstu fyritøku. Hvat initiativ vildi tå meint vit áttu at tikið? -Nú tá kongafiskur og upsi er so stórur partur av okkara råvørugrundarlagi, so var tað meira náttúrligt, at Føroyar gjørdust ein partur av ES heldur enn av NAFTA. jan