Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 69 — 13. APRIL 1994 Síða 11 Lesarabrøv | | 4 Anno 2002 — Makan til dapurskygni skal ein leita leingi eftir At føroyskur joumalistikkur skal ríða so niðarlaga og royna at kroysta alt tað daprasta niður yvir hetta fólk, sum longu líður nóg nógv, tað er ikki til at bera yvir við. Vit menniskju eru ikki nøkur neyðardýr, sum onki kunnu gera við støduna. Lagnan er nakað sum vitsjálvi skapa. Tað eru vit, sum hava skapt hesi arbeiðspláss, sum eru og sum vóru. Tað eru vit, sum hava oyðilagt skonomiin og tað eru vit, sum skulu byggja hann uppaftur. Tað, sum tað heila snýr seg um er, at tað eru nógv sum eru arbeiðsleys og hesum skulu skapast vinnumøguleikar fyri aftur. Hetta átti at verið tikið upp líka so skjótt sum tað var ein feril av niðurgongd og tað eru nøkur ár síðani tað skuldi verið tikið upp sum eitt ålvars- mál. Óli Jacobsen var tann ein- asti, sum segði nakað, sum var veruleiki í og sum vit kunnu byggja uppá. Tað var, at tað, sum fær so nógv virki til at lata aftur og sostatt ger støduna verri og verri, er bert at vit ikki skapa arbeiðspláss fyri tey ar- beiðsleysu. Hetta er bert eitt »domino« árin. Ein samfelags økonomiur hongur saman, tá øll hava ar- beiði. Um ein so stórur partur av íbúgvunum ikki ger nakað til nyttu og framleiðir eina veru ella tænastu, so verða tey til byrðu hjá restini. Tað 6- lukkuliga er at skattabyrðan er so høg nú, at um ein skuldi byrjað fyri seg sjálvan fyri at klára seg, so er so lítið eftir til tílíkt virksemi at liva av og samfelagið er fastlæst. Her er bert tekin upp á at okkara høgu harrar hverki hava vit ella skil fyri økonomii og fata ikki hvat tað er fyri reglur, sum galdan innan fyri sama. Ein kann ikki lasta teir fyri hvat teir ikki vita og duga til, men tá teir ikki taka seg burturúr, men heldur bretta sær á og halda seg vita betur, so er ovboðið. Politikari kann ein og hver gerast, har eru ongar fortreytir fyri útbúgving, tíverri! Tað, sum eyðkennir nógvar av teim- um, er at teir eru góðir oman hålsvølin. Tað eru tó eisini nakrir, sum hava holla útbúgv- ing, men tað sær út til at gera tað sama. Tað einasta, sum kemur burtur úr er ein stór fløkja av lógum, sum forða fyri vinnuni, men hvar tað átti at verið so einfalt at gjørt nakrar >lógir< ella reglur, sum ganga út uppá at útvinna arbeiði og soleiðis vinna pening til seg og síni og eitt avlop til okkara felagsmál (skatt). Tað, sum kann fáa hetta land upp at koyra aftur, er at vinnu- fólk fáa hugskot og sømdir til at menna útflutningin av verum og tænastum. Her má sigast at vera ringt skil, tá nú Tór Sea- food eisini noyddist at rýma av landinum. Hver er tað, sum situr við tí hugflognum, at ein tílík vinna ikki skal styðjast ??? Kanna og fá hetta fram í ljósið, Tróndur!!! Eg fari at heita á føroyskar journalistar um at finna fram til ljóspunktini í hesum samfe- lagnum. Finn fram órættvísar grundir, sum forða fyri at vinn- an mennist. Far grundiga til verka, tá tit síggja órættvísi og finn fram til persónin ella per- sónamar, sum halda í brems- unum!!! Ger hesar til synda- bukkar!!! Far út til okkara hevuðs- vinnu og spyr hvat verður gjørt fyri at menna vinnuna. Finn út av hvat er gjørt og hvat verður gjørt og far so algoystur á skermin og sig frá og gev teim- um, sum hava klårad seg væl, eitt herðaklapp. Soleiðis kunnu tit halda dapurskygninum burt- ur og styrkja moralin, OK? Ársins Songrødd 1994 Eg var á Strondum sum áhoyr- ari úl semifinaluna. Upp stillaðu upp ein úr Havn, ein úr Hósvík og ein duett av Strondum Øll hoyrdu, at tann betra sangrøddin kom år Havn, eis- ini høvudsdåmarin. Men skuffilsið kom, tá ið úrslit bleiv, at venindan hjá damuni hjá hevuðsdómaranum bleiv nummar 1 saman við sanga- Vit fáa ikki fiskin aftur í bræði, men møguleikarnir at góðska eru nógvir, eitt nú sum Tór Seafood ger, ikki so? Lat okkum gera tað og ikki tvætla býtt um »ringar tíðir<. Tað eru VIT, sum »byggja land« og ongin annar!!! KOM NÚ! Fá brosið fram og smoyggið upp um armar, politikarar, vinnu- fólk og bankafólk. Samfelagið er ikki bara TÚ, men túog so gll hini, ikki so? Vit skulu sam- arbeiða og ikki mótarbeiða, vit skulu vísa vilja og ikki óvilja, vit skulu vísa álit og ikki mis- álit. Pengar er bara eitt mát fyri hvat hevur verið fingið á >skafti og onki petti annað. Pengar eru bert eitt »tal«, sum skal røkjast við trúvirði millum manna og svíkjarar skulu lúk- ast burtur frá at hava nakað við pengar at gera. Bara at lýsa dapurskygni er við til at taka dirvið og áræðið frá fólki og vil bert vera við til at menna niðurgongdina. Bygg upp!!! Bygg upp!!! Tróndur, ella hevur tú skjótt onki sam- felag her at vera journalistur í og so hevur tú undirgrivið títt egna yrki!!! Vónandi er hann ikki vinmaður tín, sum tú royn- ir at mála upp á veggin. OK? Sannferdur rinnuni úr Havn og duettin av Strondum bleiv nr. 3. Bestu heilsanir Rúni í Lon, Klaksvík 35 ára arbeiði burturtveitt við einum pennastroki Heimafturkomin frá lítlari samkomu, har fleiri sótu og grótu. Tá tey søgdu mær orsøkina til gråtin, græt eg so hjartaliga við teimum. Staðið, har sam- koman var, var skrivstovan hjá Andveikraverndini, Traða- gøtu 32, Argjum, og orsøkin til gråtin var tan, at Andveikra- verndin var nidurløgd, og alt skuldi flytast yvir å Almanna- stovuna, har alt og øll eru ov- byrjað av ymiskum arbeiði. Søgan aftan fyri gråtin er long, men eg vil tó í stuttum royna at greiða eitt sindur frá Í 1950'unum vórðu evna- veik send niður til Danmarkar. Oftast reiðiliga tikomin, ti fyrst aftan á at foreldrini vóru deyð og ongin var til at taka sær av teimum. Men har var einki at gera. Tey vórðu >eks- porterad«. So komu vit til 1960'ini. Í Danmar róp »de glade tress- er«. Nú vóru tað tey ungu, ið vórðu send niður, tí tey skuldu læra: Summi komu í skúla, onnur skuldu læra at klára seg sjálvan í lívinum. So koma vit til seinast i 60' unum og fyrst í 70'unum. Nú geva danir okkum pening at byggja fyri, ti nú skulu tey evnaveiku heim aftur á klett- arnar at búgva. Jú. Rætt so. Í 1971 varð fyrsta stigið tikið. Eitt ítriv í Losjuni, Tinghús- vegi 18. Tað varð stovnanin til prýðiliga verkstaðin > Vén«, ið í dag liggur úti á Argjum. Í 1973 vórðu tær fyrstu deildirnar lætnar upp og tað unga fólkið, sum í 60'unum varð sent til Danmarkar at læra, kom heim aftur. Nú var frøi. Í 1980 legði tann danski stat- urin, sum hevði rikið arbeiðið fyri evnaveik undir navni »Statens Åndssvageforsorg«, arbeiðið út til amtir og komm- unur í Danmark, og aftan á mikla umhugsan kom nú stovnurin í Føroyum, ið kom at liggja undir Almannastovuni/ Landsstyrinum, at eita And- , veikraverndin. Og undir tí heitinum hevur Andveikraverndin ment seg og vaksið í 80'unum: Fleiri deildir í Havn, Runavík, Klaksvík + verkstød í Klaksvík og Suður- oy. Tó vóru tað fleiri, ið valdu at hava teirra evnaveiku børn heima, og tey fingu so vitjan av vælútbúnum fólki, heimaveg- leiðarum og sosialráðgevar- um, ið starvaðust á skrivstov- uni hjá Andveikraverndini. Nú eru vit komin til ár 1994. Og við einum pennastroki av politikara er alt hetta arbeiði ígjøgnum 35 år burturtveitt. Møguliga deildirnar og verkstødini kunnu halda á- fram. Men hvat við teimum heimabúgvandi, ið hava rokn- að við teim ráðgev andi á skriv - stovuni og verið glað fyri tey?? Í maí 1971 varð eitt felag stovnað, ið æt Javni >Lands- felag evnaveikum at bata«. Hevur tað gjørt nóg mikið vart við seg í hesi sek? Hjørdis Bankanavnið >Sjóvinnubankin er eitt ljóm- andi gott føroyskt navn, ið sip- ar til hevuðsvinnuna. Lat okk- um varðveita hetta sámuliga navn. »Atlants«-ditt og > Atlants<- datt er banalt stakkalastás. Og Føroya Banka man vera best at lata toskarnar hava enn sum áður. Jóan Lukkas Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 05. maj 1994, kl. 09.40 tvangsauktion, (AS 44/94) over matr. nr. 298, Skála tilhørende Jógvan Ja- cobsen. Auktionen er begæret af advokat Petur E. Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 9313003) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning. Det bebyggede areal udgør 225 kvm. i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 11.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm. Udsat auktion Det meddeles herved, at tidligere be- kendtgjort tvangsauktion (AS 831/93) over matr. nr. 62, Lamba, v/ Advokat- skrivstovan j. nr. 931121, der var be- rammet til den 07. april 1994 kl. 14.00, er udsat til Torsdag den 05. maj 1994, kl. 14.40 Færøernes fogedret, den 8.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 05. maj 1994, kl. 09.50 tvangsauktion, (AS 43/94) over matr. nr. 21, Sydrugøta tilhørende P/F Val- hell. Auktionen er begæret af advokat Petur E. Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 9313016) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning. Det bebyggede areal udgør 481 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 11.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm.