hósdagur 14. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
(tr6tt"
Nr. 70 — 14. APRÍL 1994
Tíðindablaðið (571
77 Neistin, kvinnur, Føroya-
| meistarar í hondbólti "94.
Í Aftast frá vinstru: Beinta
| Johannesen, Mary-Ann
71 Niclasen, Joana Laurit-
"3 sen, Marjun Jógvansdótt-
| ir, Oda Andreasen, Mildr-
| ið Jacobsen, Svanna Han-
| usardóttir, venjari. Fremst
Á frá vinstru: Ingibjørg Poul-
| sen, Hildur Sørensen, Inga
i Dahl, Durita Rouch. Súna
% Mørk og Marjun Thomsen
| vanta á myndini — tær vóru
ikki við hendan síðsta dyst-
in Mynd: Jan Miller
Neistin vann kvinnufinaluna
aftan á brotskastskapping
3. finaludystur, kvinnur:
VB-Neistin 14-14 (8-7) —
17-17 (16-16) — 19-20 (eft-
ir bædi umdyst og brots-
kastskapping)
Målskjåttar (+ mål i um-
dystinum):
VB: Amleyg Krosslá6, Sól-
run Krosslå 5, Carol Strøm
2, Eyðbritt Krosslå 2, Eydis
Kjærbo 1, Margreth August-
inussen 1
Neistin: Inga Dahl 4, Marj-
un Jógvansdóttir 3, Oda An-
dreasen 3, Mildrid Jacobsen
2, Mary-Ann Niclasen 2,
Benta Johannesen 2,Svanna
Hanusardóttir 1
Åvaringar: VB 2,Neistin 3
Útvísingar: VB 2, Nestin 2
Dómarar: Hanus Kúrberg
og Hendrik Egholm
Eins og teir báðir undan-
farnu dystirnir í hondbólts-
finaluni hjá kvinnunum
høvdu veriðrættiliga javnir,
gjørdist tann triði somuleið-
is sera javnur.
So javnur, at ikki fyrr enn
eftir bæði umdyst og brots-
kastskapping bar til at finna
ein vinnara, og hann gjørd-
ist Neistin, ið eftir brots-
køstini vann 20-19.
Meðan VB-kvinnurnar í
brotskastskappingini fingu
tvey mál, eydnaðist Neista-
kvinnunum at fáa try, og so-
statt fingu tær eisini gull-
heiðursmerkini handað eft-
ir dystin.
Um gullið so verður ver-
andi í Havn, skal nú fyribils
avgerast á skriviborðinum.
Vinnur VB kærusína, skal
kanskaein fjórðidysturspæl-
ast. hj.
VB kærir FM-finaluúrslitið
VB hevur sent kæru inn til Hondbóltssamband Føroya viðvíkjandi finaluúrslitinum sunnudagin í Vági, tå
Neistin fekk FM-heitið eftir bæði umdyst og brotskastskapping. — Sambært grein 11 í reglugerðini um finalu-
dyst í hondbólti er heilt klárt, at nýggjur dystur eigur at verða spældur. Mannagongdin er skeiv, sigur VB
Sum stødan er í løtuni valdar eitt
sindur av ótryggleika um, hvgr
um avgerð er fallin um meistara-
heitið hjá kvinnunum ella ikki.
Meðan Neista-kvinnur vóru
fegnar, tå tær sunnukvøldid fóru
aftur til Havnar, tá tær høvdu
vunnið triðja dystin móti VB, eru
tær í dag ivasamar, um tær varð-
veita gullið undir núverandi um-
stóðum.
Møguliga skal nú ein fjórði
finaludystur spælast millum tey
bæði liðini, so føroyameistarin
við vissu kann verða funnin.
VB hevur nevniliga kært enda-
ligu aygreiðsluna av kvinnufin-
aluni, og felagið vísir í kæruni á,
at ikki er gingið eftir reglugerð-
ini um finaludyst í landskapp-
ingini. Kæran varð send Hond-
bóltssambandinum týsdagin.
Tað, sum VB vísir á, er at eftir
reglugerðini eigur nýggjur dyst-
ur at verða spældur, av tí at tridi
finaludysturin millum Neistan
og VB endaði vid javnleiki eftir
umdyst.
Sambært reglugerðini snýr tað
seg um at verða best av trimum
dystum — tað vil siga at vinna í
hvussu er tveir dystir. Endar tridi
dysturin javnur, verður farið
fram eftir grein 11.
Brotið í grein 11, ið snýr seg
um hetta, er orðað soleiðis:
»Er dystur framvegis ikki av-
gjørdur (eftir vanliga leiktíð og
umdyst, bløm.), verður farið
fram soleiðis; Er talan um finalu-
dyst, verður nýggjur ásettur ann-
an dag. Er talan um annan dyst,
verður kapping í brotskøstum, til
dysturin er avgjørdur á henda
hátt við ødrum partinum sum
vinnara.«
Av ti at dysturin í Vági sunnu-
dagin varð avgjørdur við brots-
køstum, bendir alt á, at skeivt er
farið fram, og at VB fær viðhald í
kæruni. Sambært reglugerðini
átti nýggjur dystur at verið ásett-
ur annan dag — tað vil siga ein
fjórði dystur millum liðini.
Stødan er sjálvandi sera keði-
lig, av ti at Neistin longu hevur
fingið gullið, ið VB heldur seg
havaein rætt at fáa ein kjans aftr-
at at vinna...
hj.