Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 70-—14. APRÍL 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin | Henrik Pedersen nýggjur Ísroya- meistari í billard Sýndi avbera gott spæl í finaluumfarinum. Nr. 2 gjørdist Eiríkur Nielsen og nr. 3. Jan Miller Nýggi føroyameistarin í billard eitur Henrik Pe- dersen. Hann vann leyg- ardagin sítt fyrsta FM- heiti í billard í eini sera áhugaverdari og spennandi kapping á Tvøroyri. Nr. 2 gjørdist Eirikur Nielsen og nr. 3 Jan Miiller. Tilsamans sjey spæl- arar vóru við í endaspurtinum Í staklingakappingini og var endaliga úrslitið hetta: Nr. 1. Henrik Pedersen 12 stig og 3592 eygu Meðal: 29,9 Nr. 2 Eiríkur Nielsen 6 stig og 2950 eygu. Meðal: 24,6 P Nr. 3 Jan Miiller, 6 stig og 2674 eygu. Meðal 22,26 Nr. 4 Térur Holm, 6 stig og 2310 eygu. Medal: 19,26 Nr. 5 Oddur Dimon 6 stig og 2052 eygu. Meðal: 17,1 Nr. 6 Kristian S. Høgnesen 4 stig og 2112 eygu. Medal: 17,6 Nr. 7 Steinbjørn i Dali 2 stig og 2168 eygu. Medal: 18,07 Spælt var friggjadagin og leygardagin å bådum borðunum i Tvøroyrar Klubba. Umstødurnar vóru av teimum bestu at spæla, og var kappingin spennandi, hóast Henrik var suverenur og vann allar sínar dystir. Fyrsta spælidagin var stóðan rættiliga jøvn mill- um fleiri av spælarunum Eirikur legði seg á odda við at vinna á bæði Jan og Steinbjørn - við stórum spólum væl oman fyri 500 eygu, men hann tapti so heilt óvæntað móti Krist- ian Suna. Tá avtornaði friggjakvøldid hevði Hen- rik vunnið síni trý spøl og hevði umleið 28 eygu í meðal. Jan var næstur honum við einum taptum dysti. Hann hevði tá fleiri eygu enn Henrik og var tí stórur spenningur millum teir báðar eitt skifti. Tað óvanliga fyri hesa fyrru helvt av kappingini vóru tey mongu stóru spølini hjá fremstu spælarunum. Eisini Steinbjørn og Tórur høvdu spøl oman fyri 500. Henrik Pedersen helt fram sigursgongd sína leygardagin, tá hann eisini spældi sín besta dyst nakrantíð og helst eitt av teimum størstu spølunum, ið eru spæld í kapping her á landi. Dysturin millum hann og Eirik var einki minni enn ein gysari. Tá avtornaði høvdu teir báðir skorað 1634 eygu Henrik fekk 934 eygu og Eirikur 700 eygu. Haraftat hevði Henrik besta umfar, sum er spælt í kapping, nevni- liga 302. Spælið hjá Hendrik man vera millum tað besta vit hava sæð í eini før- oyskari billardkapping. Men eisini Eiríkur vísti gott spæl og eru 700 eygu eitt av hansara bestu spólum. Nýggi fóroyameistarin í billard Henrik Pedersen og Eiríkur Nielsen, sum er tann, ið hevur vunnið flestu FM-heiti fegnast her um ófóra spælið teirra millum. Henrik endaði á 934 eygum og Eirikur á 700. Henrik Pedersen, nýggjur fóroyameistari í billard Stórur spenningur um 2. plássið Rættiliga stórur spenn- ingur var leingi um pláss- ini frá 2 til 5 og vórðu tey heldur ikki avgjørd fyrr enn móti endanum á kappingini. Tá tað eydnaðist Oddi Dimon at vinna á Jan leygardagin misti Jan harvið eisini møguleikan at vera við í kappingini um 1. plássið. Men ikki nóg mikið við tí. Oddur vann eisini á Eirikki og hevði tí góðan møguleika at gerast nr. 2. Men tá skuldi hann so eisini vinna á Tóra Holm, og tað megnaði hann ikki. Endin varð tann, at ikki færri enn fýra spælarar fingu 6 stig, og har varð raðfylgjan sum oman fyri nevnt. Tvøramenn meynaðu uppyåvu væl Um kappingina er annars at siga, at Tvøroyrar Klubbi, sum stóð fyri tiltakinum, kom sera væl frá uppgávuni. Alt gekk b Fegnir og sigursælir tvøramenn. Sigvald Steinkross og Oli Petersen vid steypi og heiðursmerkjum. Teir gjørdu tað bragdid í ár at vinna ” PÅ deild og harvid tryggja Tvøroyrar Klubba tvey lið í 1. deild komandi år. Jens Pauli Poulsen var 3. maður á liðnum.