fríggjadagur 15. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Sjónvarp Føroya |
Sosialismaella deyði
Tvær kubanskar kvinnur siga frá sínum
hugsanum um Kuba í dag. Skøkjan Ivania,
sum eigur tvey børn, heldur at kollveltingin
er orsøkin til alt ilt á Kuba, meðan Mara,
dansarinna í tí víðagitna Tropicana, er ein
av teimum priviligeraðu í samfelagum og
heldur, at hon skyldar Castro alt. Báðar
arbeiða tær á hver sín hátt fyri ferðafólk.
Castro sigur nú, at skal kommunistisku
skipanini verða lív lagað á Kuba, má landið
lokka ferðafólk og ikki minst teirra pengar
til oynna.
Týsdagin kl. 22.00:
Husini hjå ommu
Danskur filmur frå 1984. Bodil Udsen fekk
Robert-virdislønina fyri sin leiklut sum
omman í hesum filmi, ið byggir á skald-
søguna Min farmors hus hjá rithøvundan-
um Soya. Søgan er um drongin Sørin, sum
býr hjá ommu síni eina tíð. Omman er ein
2vgjørd og rådarik dama, sum stýrir húsar-
haldinum við harðari hond og fegin vil
sleppa at stýra lívinum hjá familjuni eisini.
Mikudagin kl. 22.25;
Dick Tracy
Am. filmur frå 1990.
Detektivurin í teknirgðunum Dick Tracy
berjist ímóti gangstaraleiðaranum Big Boy
Caprice, sum ætla at taka valdið í býnum.
Sambandið við gentuna kemur í vanda, tá
Dick Tracy hittir eina náttklubbsangarinnu.
Fyri at fanga huglagið í teknirødini frá 30
unum verða bert teir 7 grundlitirnir nýttir í
filminum.
Hósdagin kl.
Tey vælsignaðu
børn
Skaðar tað børn at fáa ein brest í endan? Er
nøkur hjálp at fáa, tá barnið hevur tikið
ræðið? Og eru fosturforeldur eins góð og
biologisk foreldur? Hesir spurningar verða
umrøddir í sendingini, sum Hanne Dam
leggur til rættis. fsendingini luttaka m.o.
Ole Warming, sum hevur skrivað bókina
»Barnauppaling í Danmark«, og Tony Ole-
sen, barnalækni á Ríkishospitalinum.
Hósdagin kl. 21.35;
Harri í húsinum
Týskur filmur frá 1990. Tann væl umtókti
týski komikarin Loriot spælir fleiri leiklutir
í hesum filmi um ein mann, ið verður upp-
sagdur. Hann verður tó hvorki í ringum lag,
tíansheldur fellur hann í fått. Tvørturim6ti
fer hann í gongd við at fáa skil á familju-
lívið, sum hann hevur forsømt. Men tað
dámar konuni og soninum lítið, tí tey hava
tað gott sum er.
Hósdagin kl. 23.00:
Tann stongda deildin
Hvørt ár verða umleið 35.000 danir inn-
lagdir á psykiatriska deild, og 10. hvør
kemur ástongda deild. Jacob hevur í eina tíð
verið innlagdur á stongdari deild. TV 2, sum
hevur gjørt sendingina, hevur fylgt honum,
meðan hann var innlagdur á stongdari deild
og til hann verður fluttur á opna deild.
Nr. 71 — 15. APRÍL 1994
Leygardagin kl. 17.30:
Dinosaurarnir
Figgjarliga framgongdin dregur út, og teir
tvíbeintu dinoarnir verða samdir um, at teir
fýrbeintu dinoarnir hava ábyrgdina av hes-
um.
Leygardagin kl. 18.00:
Disney teknifilmur
Mikkjal spælir polo. Meistarakokkurin
Dunnu Dånjal. Klóka, litla hønan. Dólga-
múli sum olympiskur meistari.
Tysdagin kl. 19.00:
Barnasendingin
Fyrst skulu vit siggja filmin um Elmar.
Elmar er ein fílur, sum ikki líkist hinum fil-
unum, tí hann er puntutur. Men ein dagin
ger Elmar av, at nú tímir hann ikki at vera
annarleiðis meir. At enda síggja vit filmin
um Banan-Birgir, sum er tað gulasta dýrið í
øllum Tutti-Frutti-landi. Ein dagin fara
dýrini at spæla krógva og blunda, men tað
gongst illa hjá Banan-Birgiri at krógva seg,
tí hann sæst so væl.
At enda fara vit ein túr til Gambia at vitja
Kololi-børnini. Barnadópur skal verða í
bygdini, og tvíburðar skulu doypast hesa
ferð. Børnini verða altíð doypt heima.
Presturin rakar eitt sindur av hári burtur av
høvdinum, so at børnini betur skulu hoyra
sitt navn.
Mik
Heidi og fjallaabbin
— 24:25 — (ft) (e)
Klåra er og ferdast uppi hjå Heidi og fjalla-
abbanum. Pætur er gvundsjúkur, tí hann
heldur, at Klára tekur Heidi frá sær, og ein
dagin, tá eingin sær, skumpar hann koyri-
stólin út av berginum, so at stólurin fer í
smildur.
Klára vil fegin sleppa við niðan, har geit-
irnar ganga — og har uppi hendir nakað 6-
trúligt.
in kl. 19.00:
Bamsi og Kjuli
f hesum partinum hittir Bamsi antarungan,
Anta. Men Bamsi er ógvuliga gvundsjúkur,
tí Luna heldur, at Anti er so fittur, at hon als
ikki hevur stundir til Bamsa. Bamsi fær
nakað at hugsa um — er tað betri at vera lítil
og veikur, enn stórur og sterkur?
D.O.A.
Am. filmur frá 1988 við Dennis Quaid og
Meg Ryan í høvudsleiklutunum. Tað er ein
myrk illvedursnått í desember. Í glæmuni
frå gøtulyktuni sæst ein koma spakuliga
gangandi, ella krúpandi. Hann fer inn á eina
løgreglustød og sigur við vakthavandi, at
hann skal boða frá einum morði — morðið á
seg sjálvan. Óvitandi er maðurin, Dexter,
sum hann eitur, vorðin eitraður við eitri,
sum ikki er farið at gera um seg enn, og enn
hevur hann allarhelst eitt samdøgur at loysa
gátuna um morðið á seg sjálvan. Sydney
Fuller fer at hjálpa honum...
Fríggjadagin kl. 22.50:
The Thing
Am. filmur frá 1982. Á vetri 1982 fáa nakrir
amerikanarar boð um at savna inn vísinda-
ligar upplýsingar um Antarktis. Meðan
hetta fer fram, uppdagar onkur eina tyrlu, ið
er á veg ímóti teimum, men hon flýgur so
lágt og dettur niður. Annar flogskiparin
tekur eina byrsu og sleppur sær burturfrá,
meðan hin doyr í eldhavinum. Púra svakur
fer hesin eini flogskiparin at renna eftir
einum hundi og roynir at skjóta hann. At
enda doyr flogskiparin. Tað kemur fram, at
hesir komu frá einar norskari stød, sum
eisini granskaði har um leiðir...
Leygardagin kl. 17.00:
The Fighting Prince
of Donegal
Am. filmur frå 1966. Ein madur verdur
nýggjur leiðari hjá einum írskum fólkaslagi
og ætlar at sameina land sítt, men ein óndur
maður forðar honum...
Sunnudagin kl. 19.00;
Tequila Sunrise
Am. filmur frá 1988 við Mel Gibson,
Michelle Pfeiffer og Kurt Russel í høvuds-
leiklutunum. Dale >Mac< McKussic er ein
fyrrverandi narkotika-bakmadur í
California, sum nú roynir at liva rgttu
megin lógina. Men so fær gamli skúlafelagi
hansara, løgreglumadurin Nick Frescia,
boð um at fanga McKussic. Nick roynir at
sleppa undan hesi uppgávuni og roynir at
fáa gamla vinmann sín burtur úr lógloys-
inum. Men Dale skyldar einum gomlum
vinmanni eina tænastu, so hann ger ein
»seinasta« handil...
Sunnudagin kl. 21.10:
Sex Games
Hvør er kvinna og hvør er ikki? Allar
aktivar kvinnur noyðast gjøgnum eina gen-
roynd áðrenn tær fáa loyvi at lutaka í OL
ella líknandi kappingum. Tosað verður við
onkrar av teimum um hvussu hetta hevur
ávirkað tær.
Helge Dietrichson leggur til rættis.
Mánadagin kl. 12.20:
Matine:
The Hideout
Bretskur filmur frå 1956 um ein ungan
børsmeklara, sum kemur sær upp f handil
vid stolnum skinnum og uppdagar, at tey
bera eina vandamikla smittu vid sær.
Tíðindablaðið (27,
Nýggj sendirød:
Running the Halls
Seks unþlingar, sum koa úr ymiskum
heimum, metast á frálíka kostskúlanum
Middlefield Academy í New England. Har
fáa teir frálæru fyri lívið...
Mánadagin kl. 22.05:
Kvinnan í
San Quentin
Am. filmur frá 1983 bygdur á sanna søgu
um kropslig og sálarlig árin kvinnuligu
fangavørdarnir fáa at arbeiða í fongslinum.
Týsdagin Kl. 11.45:
Carry on Girls
Bretskur filmur frá 1973. Fyrireikarin av
einari stórari vakurleikakapping í einum
bretskum baðibúði fær úr at gera, tá ið allir
»reydsokkarir« í býnum gera av at forða
honum.
Married with children
hú
Al roynir at minna seg á ein sang, honum
dámdi so væl sum ungur, og hann fer til ein
serfrøding á økinum at biðja hann hjálpa
sær. Sonur henda mannin verður skotin í
Kelly, og Al fær ikki gjørt nakað við hetta...
Mikudagin kl. 20.05:
Scenes from a Mall
Am. filmur frá 1991 Við Bette Midler og
Woody Allen í hevuðsleiklutunum.
Deborah og Nick Fifer búgva í Hollywodd
Hills. Hon er psykoterapeutur og arbeiðir
serliga við hjúnalagstrupulleikum, og hon
hevur skrivað eina bók um hvussu tað ber til
at bjarga einum ringum hjúnalagi.
Hann er evnaríkur advokatur og fæst
nógv við sponsor-sáttmálar hjá ítróttar-
feløgum. Sama kveld, sum tey skulu halda
16 ára brúdleypsdag sín og hava biðið fólk
koma, kennir Nick trongd til at >fáa lut< —
inni í einum handli. Hann hevur nevniliga
fjasað við síðuna av...
Hósdagin kl. 23.15:
Once Bitten
Am. filmur frå 1985. Greivinnan er ein
vakur vampyrur, sum er eini 2000 år… Hon
býr í einum fínum húsum saman við tænar- '
anum og hevur eitt »gott« lív — men hon
hevur ein trupulleika. Fyri at halda seg unga
í ævir noyðist hon at fáa blóð frá ungum