leygardagur 16. apríl 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 72 — 16. APRIL 1994 Sida 5
i
i
Eyðun, Steintór og Rani úr Frændum koma úr Danmark at vera við á teimum báðum kon-
|
sertunum hjá GÍ Europa Cup í ítróttahallunum á Hálsi og á K ambsdali 29. og 30. apríl
Stórar Europa
Cup-konsertir
Fyri at útvega pening til Europa Cup-luttøkuna, skipar
GÍ vikuskiftið 29. og 30. apríl fyri tveimum konsertum í
ítróttahallunum á Hálsi í Havn og
á Kambsdali, har
Frændur, Hanus Johansen og Eyðun & Terji vera við
Ikki færri enn trý føroysk
fótbóltsfelgg fáa í heyst ein
møgulcika at gera seg gald
andi í curopeiskum fótbólti
Um nóg hegt boð fæst, eru hesi sera væl-
hildnu håsini í A. C. Evensensgøtu 13 i
Havn til selu. Tey eru bygd í 1987, eru 9x
9,5 metrar ti! støddar í tveimum hædd-
um. Grundøki& er um 500 fermetrar
stórt, og bilhús hoyrir til håsini. Húsini
hava hita í gOlvinum í niSaru hæddini, ið
er innrættsø við koki og stovu í einum,
hjúnarrúmi og baðirúmi. Eisini hjallur
og fýrrúm eru uppl í niðaru hæddini. Í
ovaru hæddini eru tvey råmlig komur,
baðirúm og råmlig gongd, ið er hóskilig
Í sumt.d. sjónvarpsstova. Húsini eru mål-
að hvít og svørt uttan og hava sprossa-
vindeygu.
Skriva tilSoslalin, Box 76, 110 Tórshavn
| undir Bill. mrk. 1033
i — —
gjøgnun luttøku f Europa
Cup fyri bæði meistarar og
steypavinnarar og UEFA
Cup
Liðini eru ávikavist GÍ,
B71 og HB, og í hesum døg-
um verða ymsar fyrireik-
ingar gjørdar ul ferðimar
uttanlands í heyst.
Tað er kostnaðarmikið at
ferðast við sonógvum fólki,
sum eitt fótbóltslið við gll-
um hjálparfólkum og ødr-
um tilhoyrandi er, so tí er
eisini neyðugt at útvega eitt
sindur av peningi at arbeiða
við.
Tað fer GÍ nevniliga at
Terji verður at hoyra »på slap linie< saman við Eyðuni
royna ådumevnda viku-
skiftið, tá tvær stórar kon-
sertir verða fyriskipaðar.
— Vit vóna, at fólk fara at
taka væl undir við tiltak-
inum, ið skuldi savna nakað
av fólki, tá hugsað verður
um, at tað eru kend nøvn, vit
hava fingið til konsertirnar.
Atgongumerkini fara eisini
bert at kosta 100 krónur,
sigur Jonhard Hammer, ið
er ein av teimum, ið hevur
staðið fyri arbeiðinum at
leggja tiltakið til rættis.
— Sjálvandi fáa feløgini
eitt sindur av peningi fyri at
vera við í Europa Cup, men
hesin peningur er ikki tøkur
fyrr enn langt eftir, at allir
dystirnir eru spældir, so tað
er ikki nakað, ein í fyrsta
umfari kann brúka til nak-
að.
GÍ Europa Cup hevur til
hesar báðar konsertirnar
fingið fatur á Frændum, ið
koma hendanvegin úr Dan-
mark at vera við. Eyðun,
Steintór og Rani við teirra
tónleikarum, ið ikki plaga at
smæðast burtur í føroyska
tónleikatoppinum, fara at
framføra >nýtt og gott gam-
alt< á konsertunum, og teir
skulu eisini spæla til dans
bæði kvøldini, tá konsertin
er liðug.
Hanus Johansen er eisini
eitt av teimum heilt kendu
nøvnunum á føroyska tón-
leikapallinum, og serliga er
hann kendur fyri sínar sera
góðu tulkingar av sangum
hjá skaldinum Poul F. Nú
hevur kanska ikki verið so
nógv at hoyrt til hansara ta
síðstu tíðina, men fram-
førslan, hann hevði annað
påskakvøld á Hálsi í Havn,
boðaði frá sama høga stødi,
ið hann er kendur fyri.
Eyðun á Terji eru eisini
tvey kend nøvn — bæði sam-
an og hvør sær. Teir hava í
nøkur ár sungið saman av
og á, og seinast teir gjørdu
um seg var í Føroya-his-
inum í Keypmannahavn, tá
teir høvdu konsert fyri full-
settum húsum tvey kveld á
rað fyrst í mars mánaði.
— Ætlanin er atskipa fyri
góðum sambandi til Klaks-
víkar, tá konsertin verður á
Kambsdali, so norðoyingar
ikki hava fyri neyðini at sita
og hyggja at klokkuni alla
tíðina, sigur Jonhard Ham-
mer.
— Um hetta tiltakið royn-
ist væl, er ikki óhugsandi, at
okkurt líknandi fer at verða
á skránni seinni aftur. Men
tað mugu vit taka, sum tað
kemur, samstundis sum vit
vóna, at fólk taka væl undir
við hesum fyrst.
hj.
Hanus Johansen »in live«
Føroya
meistara-
kapping
í amboðs-
fimleiki
í Runavík
Fmleikasamband Før-
oya skipar í morgin kl.
17 fyri føroyameist-
arakapping í amboðs-
fimleiki i ítróttahellini
i Runavik, har tilsam-
ans 53ungir fimleikar-
ar fara at kappast.
Við eru 32 gentur í
fýra bólkum, meðan
dreingirnir eru 21 í tali
í trimum bólkum.
Genturnar fara at
kappast á gólvi, í lopi
og amboðið hjá teim-
um í kappingini verð-
ur biti. Eisini dreing-
irnir skulu kappast á
gólvi og í lopi, men hjá
teimum verður kapp-
ast við ringum sum
amboði.
Fyri at kappingin
ikki skal gerast alt ov
drågv, er tilmeldingin
avmarkað, og soleiðis
eru bert triggir fim-
leikarar tilsmans úr
hverjum felag í hvørj-
um bólki.
hj.
Kapping
fyri ungar
svimjarar
er í Havn
i dag og
i morgin
Svimjisamband Før-
oya skipar hetta viku-
skiftið fyri kapping
fyri teir yngru svimj-
ararnar.
Kappingin nevnist
SUM — stytting fyri
Smá Unglinga Meist-
arakapping. Talan er
um svimjarar, ið eru
yngri enn 13 ár.
Við í SUM hesaferð
verða tilsamans un
leið 100 svimjara:
Ægir, Reka, Fur;
fjarðar Svimjifelag
Skeggjum, Havn
Svimjifelag, Magnu
og Tvøroyrar Svimj:
felag.
Byrjað verður í dag
kl. 11, og kappast
verður allan dag
morgin kl. 14 hei
kappingin so fram, til
funnið er fram til
allar vinnararnar.
hj