Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Týðandi avgerð LANDSSTÝRIÐ tók á fundi týsdagin eina avgerð, sum kann fáa sera um- fevnandi og kollveltandi avleiðingar fyri alt tað føroyska samfelagið og ikki minst fyri komandi ættarlið. Avgjørt varð at lata einum risastórum multi- nationalum felag loyvi til at kanna før- oysku undirgrundina - við tí fyri eygað at vita, um møguleikar eru at finna olju. Felagið, sum hevur heimstað í ameri- kanska oljustatinum Texas, eitur West- ern og er ikki heilt ókent um okkara leiðir. Nógvir føroyingar hava arbeitt umborð á skipunum hjá felagnum, og í dag eru einir 20 føroyingar við seis- miskum skipum hjá Western. Haraftrat er Western kent frá teimum seismisku kanningunum, sum BP hevur gjørt stutt frå føroyska markinum. Men harum- framt liggur Western inni við hópi av gomlum seismiskum upplýsingum um júst føroyska gkið. Felagið gjørdi sum eitt tað fyrsta kanningar við Føroyar í 1978. So talan er ikki um nakran heilt fremmandan gest vit nú fáa í føroyskan sjógv. Vit vilja ynskja felagnum góða eydnu við hesi uppgávuni og vóna, at felagið fær sum mest burtur úr Føroyum og føroyingum at gagni. TAÐ vil altíð vera ymiskt, hvussu skjótt fólk meta, at ein útviklingur eigur at fara fram. Tað eru tey, sum eru sera ótolin og vilja síggja itøkilig úrslit her og nú. Og tað eru tey, sum halda, at vit eiga ikki at leypa framav ella bera okk- um ov skjótt at í einum so stórum álvarsmáli, sum ein komandi oljuvinna vil vera. Landsstýrið við løgmanni á odda hevur valt at ganga tann meira hóvliga vegin og ikki skunda óneyðugt undir gongdina. Tað setti eina oljuráð- leggingarnevnd at koma við einum tilmæli um, hvussu skuldi farast fram. Tað varð gjørt og stutt eftir hetta var ein oljuráðstevna hildin. Síðani vóru uppskot løgd fyri tingið um at loyva kanningum og vórðu tilboð innheintað. Nú er so komið hartil, at eitt felag hevur fingið loyvini og skal byrja kanning- arnar um nakrar fáar mánaðir. “So far so good". TAÐ er neyvan nakar ivi um, at kom- andi leitingarvirksemið fer at av eina “avsmittandi" og positiva ávirkan á restina av samfelagnum. Tað fer kanska at birta uppundir aftur vónina hjá mongum, sum hava slept endanum. Hesi síggja, at nú er okkurt við at henda aftur og mong eru tey, sum longu nú umhugsa eina framtíð í eini komandi oljuvinnu. Sum løgmadur so væl málbar seg í sjónvarpinum, so kann hetta leitingarvirksemi hava týdning fyri okkum, sjálvt um vit ikki finna olju, tá avtornar. Hon metti, at kanningarnar á føroyskum øki, fara at seta lív í eitt nýtt virksemi, sum kann geva mongum føroyingi ar- beidsmøguleikar, umframt at tæn- FÆRINGER SØGES SKAT / JEG ER 8 IKKE fm i i ;; Danskir 0 venda alsamt oftari eyguni móti Føroyum og føroyingum. Henda tekningin stóð í Ekstrablaðnum nú um dagarnar. Danski teksturin undir tekningini er: "Ishøj Kommune annoncerer i den færøske dagspresse med, at den har store, gode lejligheder nær den danske hovedstad. Kommunen vil hellere have forgældede færinger end andre indvandrere, som ser endnu mere fremmedartede ud. (Tekningina hevur Claus Deleuran gjórt) SE RE ER SÁ r AT OFBENARE ÆG ATA astuvinna i Føroyum kann koma at heysta ógóðan av virkseminum. HELST er avgerdin å landsstyrisfund- inum um at loyva seismiskum kanning- um nógv størri og meira kollveltandi, enn vit í løtuni geva okkum fær um. Tí í veruleikanum letur landsstýrið við hesi avgerð startskotið av til eina møguliga komandi nýggja vinnugrein í Føroyum. Uttan at kenna smålutimar í avtaluni við amerikanska felagið so hava vit tó skilt, at føroyingar hava fingið eina sera sera góða avtalu. Amerikanska felagið hevði slíka svongd og metir helst føroyska gkið so mikið spennandi og avbjóðandi, at tað nærum vildi góðtaka “alt" fyri at fáa hetta arbeiðið. Og av tí at felagið er so mikið stórt og ræður yvir so mongum skipum, so er heldur einki til hindurs fyri - hóast tað er liðið so nógv út - at fara í gongd longu í juni. Longu nú eru teir við at rigga skip til. Nú mugu vit so bara vóna, at felagið er nóg serigst og arbeiðir út frá bæði forrætningsáhugamálum og samfelagsáhugamálum. Hesi bæði kunnu oftani vera torfør at sameina, men eftir hvat vit hava skilt, so hevur tað nettup verið ein intentiónin hjá føroysku myndugleikunum og olju- rådleggingarnevndini, at tað skal takast hædd fyri báðum hesum síðum. Møgu- liga er tað júst hetta, sum nú er hent, nú Western hevur fingið alla køkuna og vit hava fingið okkara krøv/ynski við í av- taluna. TAÐ skal vera vón okkara, at landsins myndugleikar saman við oljuráðlegg- ingamevnd, DGU og ødrum stovnum halda fram á røttu kós síni og fáa sær ta neyðugu professionellu ráðgevingina, sum er so týdningarmikið. At oljuráð- leggingarnevndin setti ein av heimsins bestu ráðgevum til at ráðgeva sær í sambandi við seismisku loyvini vísir, at landsstýrið hevur sett tey réttu fólkini til at arbeiða við hesum stóra málinum. Vónandi fara myndugleikarnir at kunna almenningin so hvert nakað hendir á økinum, tí tað er greitt, at alt Føroya fólk fylgir væl við og er sinnað til at vera við í tí kontinuerliga orðaskiftinum um eina komandi oljuvinnu. Hóast komið er langt, nú seismiskar kanning- ar kunnu fara í gongd, so er spónurin bara settur í. Nógv skal fáast upp á pláss aftrat og tað krevur, at allar góðar kreftir í landinum samvirka. Og har er orðaskiftið í eitt nú blødunum ein týðandi partur. Tað er m.a. hesum orðaskifti, sum vit vilja sleppa at hýsa umframt tær mongu nýggju upplýsing- arnar, sum koma fram sohvørt. SOSIALURIN VALUTAKURSIR ANGE FOR, AT Spania Japan Irland Eysturriki Portugal Kanada Grikkaland Ultimo 20.04.94 síðsta mán. Dollari 666,70 659, 90 Pund 988,05 975, 13 Markur 392,78 393, 69 Króna 84,03 83, 57 Króna 90, 44 90, 39 Frankur 114,30 115, 18 Frankur 19,068 19, 107 Frankur 462,60 463, 90 Gyllin 349,74 Liri 0,4088 Markur 120,87 Króna 9,25 Skillingur 55,833 Pesetas 4,795 Escudos 3,838 Dollari 481,96 Yen 6,4540 Pund 960,91 Drakmur 2,680 XEU 758,24 8 "888 wo Boðaðurke SNNERÐSR > Kelda: Føroya Sparikassi Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn hósdag frá kl. 19.00-21 00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 14.30-7.00 á morgni. ;