Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 7 Tíðindablaðið Føroya Ídnaðarfelag: Neyðugt við eini katastrofuætlan — Stundin er komin til, at føroyskir og danskir politikarar gera eina katastrofuætlan hvussu teir ætla at stýra gongdini i Føroyum komandi árini, sigur Ídnaðarfelagið i årsfrågreiding Føroya Ídnaðarfelag er alt annað enn nøgt við sam- felagsgongdina í Føroyum, og stúrt verður fyri fram- tíðini. Felagið vísir í ársfrá- greiðing síni á, at mong fólk í Føroyum líða beinleiðis neyð, og alt fleiri klára ikki at bera dagligu byrðarnar. Ídnaðarfelagið mælir til, at nú mugu danskir og før- oyskir politikarar seta seg saman og gera eina ktastro- fuætlan hvussu teir ætla at stýra samfelagsgondini framyvir. Sagt verður, at sleppur niðurteljingin at halda fram ótálmað, verða túsundtals syrgiligar menniskjalagnur endaligi prísurin fyri polit- iska dugna- og ábyrgdar- loysinum. dnaðarfelagið heldur, at politiska skipanin er nú lamd av atgerðarloysi og vónloysi, og torført er at meta um, hvussu leikur fer fram í ár. Eisini heldur felagið, at eingin vanlig politisk ella fíggjarlig loysn finst upp á teir trupulleikar, vit hava vavt okkum inn í. Tá lánini steðga Í ársfrágreiðingini verður víst á eini grein, sum danski tjóðbankastjórin skrivaði í 1980. Hetta var um tað mundi, tá danska uttan- landsskuldin vaks við mikl- ari ferð. Tjóðbankastjórin gjørdi sær nakrar tankar um, hvussu fór at verða, um uttanlandsskuldin helt fram at vaksa. Tjóðbankastjórin setti síni sjónarmið upp í seks pørt- um, og metir Ídnaðarfel- agið, at vit kunnu meta okkum í dag at vera í sætta og seiasta parti. Um hendan endabrestin skrivaði tjóð- bankastjórin millum annað, at tá lánveitingarnar steðga, samstundis sum lán verða kravt til afturgjaldingar, byrjar vælferðarsamfelagið og tann politiska skipanin at syndrast, og vit fáa stórar sosialar rembingar. Tá fara ymsir samfelagsbólkar at brúka øll vápn fyri ikki at missa vunnin rættindi, og tá verður torført at ímynda sær hvussu leikur fer fram og endar. Um at skræða hvønn annan sundur Ídnaðarfelagið heldur, at ymsu samfelagsbólkarnir eru í dag um at skræða hvønn annan sundur, fyri ikki at missa vunnin rætt- indi, og hetta innanhýsis stríðið fer at mynda sam- felagsvidurskiftini komandi mánaðirnar. Og hetta hendir meðan hópur av familjum fridarliga stinga í sekkin og fara av landinum. tór.- Neyðugt við enn sterri sparingum — Vit hava als ikki ráð til verandi fíggjarlóg, heldur Ídnaðarfelagið Ongar vanligar politiskar loysnir røkka longur. Nú má annar og sterkari lútur til, heldur Ídnaðarfelagið. Í ársfrágreiðingini sigur felagið, at neyðugt verður við enn fleiri skerjingum og sparingum á fíggjarlógini, tí verandi fíggjarlóg hava vit als ikki ráð til. Haraftrat er møguliga beint at privat- isera almenar stovnar og arbeiði. Ídnaðarfelagið heldur tað eisini vera neyðugt at lækka kostnadarstødid. Í tí liggur at lækka skattatrýstið og lønarlagiO. Vinnan skal eisini fáa betri arbeiðskarm- ar og marknadarsømdir, og so skulu vit eisini hava eina stórri politiska konservat- ismu, sum tryggjar meira umhugsni í lógararbeiðin- aling Dem Há óftr -19/00 um, heldur felagið. Sagt verður, at Ídnaðar- felagið hevur fleiri ferðir borið hesi sjónarmið upp á mál fyri myndugleikunum og ødrum, men mangan til fánýtis. Men kortini hevur Ídnaðarfelagið ongar ætlanir um at gevast at hava fremstafingur á lofti, verður millum annað sagt í árs- frágreiðingini. tór.- Eitt av tiltókunum hjá Ídnaðarfelagnum í seinastuni var, saman við SMS, at skipa fyri Ídnaðarvikuni Nr. 75 — 21. APRIL 1994 Spurningurin er eymur, men ES má ikki longur vera ein marra Fyrimunir og føroyskum tilknyti til ES mugu nú kannast, heldur Ídnaðarfelagið Tað nyttar ikki longur at mæla sum hundur um heitan greyt hóast málið er eymt, heldur Ídnaðar- felagið og sipar til spur- ningin um føroyskt til- knýti til ES. Felagið heldur, at mest natúrligt er, at ES eisini í framtíðini verður okkara hevuðsmark- naður. -Handilsavtalur okk- ara vid ES gevur ikki vinnulivinum nóg góðar marknaðar- og menn- ingarsømdir. ES-spur- ningurin tykist vera ein so kensluborin spur- ningur, at hann hvørvur í dagliga politiska kjak- inum, og fyri fleiri av politisku flokkunum er ES-spurningurin heldur ein marra, enn ein nær- liggjandi | spurningur, sum eigur at verða við- gjørdur í størsta álvara, Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Eftata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. Telefon/teletax 17587 og telefax 41992, skrivhtele- fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadeag kl. 20—23. vansar vid sigur felagið. Ídnaðar- felagið heldur, at tað nyttur ikki longur at mæla sum hundur um heitan greyt, tí áðrenn vit vita av, ganga vit einsamallir og mala uttan fyri eingjargarð- amar. Ídnaðarfelagið sigur, at nú er stundin komin, har vansar okkara við einum ES-limaskapi eiga at verða kannaðir út í æsir og vigaðir ímóti teimum fyrimunum, vit kunnu fáa. Ídnaðar- felagið dylur ikki fyri, at kemst til ta niðurstøðu, at flestu fyrimunir eru við limaskapi, eiga vit at melda okkum inn, og tað eigur at verða gjørt áðrenn øll hini skandi- navisku londini hava fingið limaskap. tór.-