fríggjadagur 22. apríl 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 76 — 22. APRIL 1994
Handilsfyritókur mugu
fáa somu sómdir:
Saneringar
virka
kappingar- Á
avlagandi
- Verður SMS sanerað, verður
tað torført hjá ødrum handl-
um at kappast um viðskifta-
følkini, heldur Johan Mikkel-
sen, stjóri i P.A. Restorff
At kalla hvønn dag ganga
søgur um handlar, sum hava
snarað lykilin, ella um
handlar, sum fara at gevast í
næstum. Ikki allar søgur eru
sannar, minni enn so, men
tíðirnar eru nú so vánaligar,
at handlarnir tosa um stóra
afturgongd.
Johan Mikkelsen, stjóri í
P. A. Restorff, sigur við
Sosialin, at tann handils-
maður sum sigur, at tað
gongur væl, sigur ósatt.
- Í teimum góðu tíðunum
kundu vit merkja, at einir
tveir dagar um tann 25. í
mánaðinum vóru slakari
enn hinir.
- Í dag kunnu vit siga, at
tað bert er rættilig gongd í
søluni umleið triggjar - fýra
dagar í hvørjm mánað.
- Hetta er tá ALS-útgjald-
ingardagur er. Hin parturin
av mánaðinum er lítil og
eingin sela, sigur Johan
Mikkelsen.
Eitt ræðuligt ár
- Eg rokni við, at hetta árið
verður ræðuligt, men um vit
fingu vissu fyri, at vit vóru
Handilin Hjá Eli:
Afturgongdin
bjargaði okkum
- Vóru vit farin undir at byggja handilshús
tvey ár fyrr, heuði byggikostnaðurin verið tað
dupulta av tí, sum hann í dag stendur okkum
í, sigur stjórin í Hjá Eli
Handilin Hjá Elí flutti í
nýggju handilshúsini við
Landavegin í fjør. Síðani
hesin handil læt upp, hava
fólk tosað um, at nú fór Eli
helst at gevast skjótt, av tí at
hann bygdi so seint, men
eisini av tí at fólk ikki hava
so nógvan pening og áður.
- Tað er beint umvent,
sigur Eli Mellemgaard við
Sosialin.
- Vit bygdu so mikið
seint, at byggikostnadurin
bleiv um ein helming bi-
ligari enn hann hevði verið,
um vit bygdu í 1989/90.
Byggikostnaðurin var fýra
mió. krónur, upplýsir stjór-
in.
- Tá er sjálvbodna ar-
beiðsmegin ikki tikið við.
Vit gjørdu nógv sjålvi, um-
framt. at vit fingu alt annað
gjørt upp á tilboð, so vit
klaga ikki, sigur Eli Mell-
emgaard.
Hann hevur eisini hoyrt
ségumar um at handilin
skal lata aftur, og viðskifta-
fólkini spyrja eisini, men
als einki er í hesum. Tað eru
bert gitingar, sigur Eli Mell-
emgaard.
- Hvat heldur tú um at
nakrir handlar verða sa-
neraðir og aðrir ikki?
- Eg rokni við at tú hugsar
um SMS. Teir hava altíð
gjørt sum teimum lysti, men
hava einki goldið aftur.
- Tá slík fyritøka kann
hava 20 mió. krónur í skuld,
umframt at tað hevur gingið
fleiri hundrað mió. krónur
afturá, so skilir ein einki.
- Tað er sum við so nógv-
um ødrum fyritøkum í hes-
um tíðum: hevur tú stóra
skuld, so stuðlar bankin tær,
men hevur tú lítla skuld, so
fært tú ongar sømdir, sigur
Eli.
- Vit selja ikki so nógv
longur sum í fjør, men tað
hevur ikki gingið meira aft-
urá enn vit mettu, so vit
megna at svara hvgrjum
sítt.
Hjá Eli kann bjóða somu
tænastu sum teir bíligastu
handlarnir í Havn. Fyri-
tøkan hevur samstarv við
Ideca handilsketuna. Um-
framt tað, so er Hjá Eli ein
familjufyritøka, og try
teirra arbeida i handlinum,
umframt ty onnur lønt
starvsfólk.
Dagny
komin á botn, so hevði tað
verið ljós fyri framman,
men tað er ivasamt.
Johan Mikkelsen heldur,
at tað tekur tíð at fáa allar
fyritøkur í rættlag, um san-
ering skal fara fram. Verður
ein handil saneraður, so
mugu hinir eisini, tí tað
virkar kappingaravlagandi,
um íkki allir fáa somu
sømdir frá bankunum.
- Tað hava verið umleið
600 stórri og smærri hand-
ilsfyritøkur - bert í Havn.
Hvussu nógvar eru eftir í
dag, og hvussu nógvar fara
at yvirliva, veit eingin. Tað
er ein spurningur um tíð, og
um bankasamanleggingin
kanska kann hjálpa okkum,
sigur Johan Mikkelsen.
Tíðindablaðið (SX);
- Fer PARestorff at
hava opið næsta ár?
- Ja, tað ætla vit okkum
avgjørt. Hóast tíðarskeiðið
7 1993/94 higartil hevur verið
avbera vánaligt, so hava vit
ikki mist mótið. Vit hava
lítlan og ongan vinning hvat
hesa tíðina.
Verður SMS sanerað,
fara tit so at krevja tað
sama?
- Tað er greitt, at verða
nakrir handlar saneraðir og
ikki aðrir, so kunnu vit als
ikki veita viðskiftafólkun-
um somu tænastu, sigur Jo-
han Mikkelsen.
Johan Mikkelsen yvirtók
P.A.Restorff fyri 10 árum
síðani, og handilin er nógv
umbygdur og víðkaður í
áttatíárunum og hevur tí
nógv at forrenta.
Kunnu ikki veita
somu tænastu
- Vit hava kortini klárað
okkum higartil, og hava
ikki mist mótið. Spurning-
urin er bert, hvussu bankar-
nir fara at skipa handilslívið
fyri eftirtíðina, og um allir
fáa somu sømdir, men
sjálvandi - fáa nakir handlar
loyvi at sanera og aðrir ikki,
so noyðist tú at taka avleið-
ingarnar av tí. Tað verður
upp til samanlagda bankan
at taka stóðu til, sigur Johan
Mikkelsen.
Dagny
Politiska kreppan
Í samstarvi við Fróðskapar-
setrið skipar Føroya Fróð-
skaparfelag fyri einari al-
mennari fyrilesrarø5 um
politikk.
Fyrilestrarødin = hevur
fingið heitið Politiska
kreppan. Við hesum mein-
ast annað og meira enn
vantandi áralag í samgong-
uni ella millum løgting og
landsstyri. Bædieitt og ann-
að bendir á, at sloppið er
ikki við td. bert at broyta
stýrisskipanarlógina.
Tá veljarakanningar vísa,
— at3/4 av veljarunum meta
løgtingid at hava mist
vald við avtalunum við
danir,
— at minni enn 1/5 stendur
aftan fyri heimastýris-
skipanina aftan á 6gvus-
ligu bakkgstini, samfe-
lagnum hava verið fyri,
og restin annaðhvort
gerst meira og meira
loysingarsinnað ella
ynskir seg aftur í amts-
líknandi stóðu,
— at bert góð helvt heldur
seg hava ávirkan við síni
atkvødu til løgtingsval,
— at minni enn helvt av
veljarunum hevur hug at
atkvøda fyri teimum
flokkum, sum eru í fram-
boði, og 1/4 boðar frá, at
tey fara ikki á val,
— ateinans 6% halda, at po-
litikaramir megna sina
uppgåvu, medan flestu
av hinum — út við 3/4 —
halda, at politikararnir
eiga ikki at halda å fram,
ruggar ikki rætt i føroyskum
politikki sum heild.
Fyrilestrargðin fer at um-
ráða tættir, sum eru av-
gerandi fyri at politiska
skipanin, stovnarnir, polit-
ikaramir og politiska til-
gongdin aftur kunnu vinna
undirtøku millum manna. —
Ella sagt við Ørum orðum:
At demokratiið aftur kann
fáa ta virðing, tað eigur.
27. apríl: Heimastýrisskip-
anin og sjálvræði — stýris-
skipanir uttan fullveldi —
Halgir W. Poulsen.
4. mai: Nýggj stýrisskip-
an — Anfinn V. Hansen.
11. mai: Politiskt orda-
skifti og politisk mentan —
Eyðun Andreassen.
18. mai: Møguleikar fyri
búskaparligari styring inn-
an heimastyriskarm — Kåri
Petersen.
25. mai: Politiskir flokkar
-stevnumið, skipan og upp-
stilling — Zakarias Wang.
31. august: Valskipan -
Petur Zachariassen/Jógvan
Mørkøre.
7. september: Lóggávu-
arbeiði og umsiting — for-
malia og realia — Sjúrður
Rasmussen.
Fyrilestrarnir verða hild-
nir á Fiskirannsóknarstov-
uni í Nóatúni. Lýst verður í
bløðum og útvarpi sohvørt,
siga Føroya Fróðskaparfe-
lag og Fróðskaparsetur Før-
oya frá í tíðindaskrivi.