leygardagur 23. apríl 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
———""—"——"
Spæla við eld
HESA seinastu tíðina hevur stríð tikið
seg upp her á landi millum landsstýr-
ismannin í fiskivinnumálum og teir før-
oyingar, sum standa fyri skipunum, ið
eru keypt til at fiska í m.a. Loynikrók-
inum í Barentshavinum. Fiskimálaráð-
harrin hevur ávarað harðliga ímóti, at
skip, sum føroyingar hava skrásett í
ødrum londum, og sum fiska í Loyni-
krókinum, avreiða í Føroyum. Hetta ger
hann, tí bæði russar og norðmenn hava
hótt við at rokna hesa veiðuna burtur av
teimum kvotum, sum vit annars hava í
Barentshavinum.
VIT ivast ikki eina løtu í, at fiskimåla-
ráðharrin hevur grein í sínum máli, tí
tað er jú hann, sum meira enn nakar
annar hevur samband við norskar og
russiskar fiskivinnumyndugleikar. Hvat
vit so enn halda um tær avtalur, sum vit
nú hava gjørt í mong mong år við hasi
bæði londini, so skerst ikki burtur, at vit
eru noydd til at lurta eftir teimum, tá
eitt nú hesin nýggi fiskiskapurin tekur
seg upp í Loynikrókinum. Tað er spell,
at hetta skal minka um møguleikarnar
hjá teimum føroyingum, sum her hava
sæð ein møguleika, men skulu vit ikki
hava fullkomið anaraki - og tað skulu
vit ikki hava - so eru vit gll noydd til at
lurta eftir avvarðandi myndugleikum,
sum jú eru settir til at fyrisita hesi mál.
NÚ er so tað hent, at ein fyrrverandi
fólkaflokstingmaður hevur leigað flaka-
virkið í Sørvågi og ætlar hann sær at
arbeiða fisk frá júst somu skipum, sum
landsins myndugleikar hava ávarað
ímóti at taka fisk frá. Tað er alla æru
vert, at menn taka stig til at fáa arbeiði í
gongd, men tá hetta verður gjørt við
beráddum huga og við tí fyri eygað at
royna at raka landsstýrið og serliga
javnaðarflokkin, tá er hetta einki minni
enn ein ábyrgdarleys gerð. Stutt og
greitt: politikkur er komin upp í málið.
Meðan fiskimálaráðharrin roynir at reka
landspolitikk vegna alt Føroya fólk, so
roynir eitt av komandi valevnunum hjá
fólkaflokkinum í Vágum at seta eld í
við at misbrúka eitt álvarsmál. Hesin
fyrrverandi fólkaflokstingmaðurin
tykist bert hava eitt endamál við hesi
sabotasjuroynd og hon er at skaða
landsstýrið, tí hetta er ikki eitt
fólkaflokslandsstýri. Hetta eru teir
menn, sum bjóða seg fram aftur til at
umboða alt Føroya fólk á tingi og í
Tinganesi. Tví vorðið tykkum. At tit
ikki skamma tykkum.
VIT hava ikki stundir til ella brúk fyri í
hesi tíð at seta føroyingar upp móti
hvørjum ødrum og enn minni føroy-
ingar upp móti eitt nú norðmonnum og
russum. Men einki nýtt er í hesum.
Hetta er vælkendi kílapolitikkurin hjá
ávísum fólkafloksmonnum, har tú legg-
ur sektina á, hvat gagnar heildini, bara
tú kanst fáa ein politiskan vinning
burtur úr øllum. Men spurningurin er
um ikki henda vælkenda fólkafloks-
metodan kann fara at koma teimum
sjálvum aftur um brekku. Tí tað teir í
veruleikanum eru í ferð við er at taka
grundarlagið undan sjálvum vinnulívs-
flaggskipinum hjá vágafólki, nevniliga
Vesturvón. Fyri hvørt tonsið, ið
Niclasen tekur ímóti frá Vágadal og
Ellefsen, fer tað at verða tikið burtur av
kvotuni hjá Vesturvón. So einfalt er tað
skulu vit trúgva núverandi fiskimála-
ráðharra. Uttalilsi hansara samsvara
annars væl við tað umboð fyri bæði
Mugu ikki missa
kvotur eystanfyri
norskar og russiskar mynguleikar hava
sagt.
TAÐ sær ikki mætari út enn, at
fólkaflokkurin í Vágum er farin undir
sítt valstríð. Hetta er so heldur einki
nýtt, tá hugsað verður um, hvussu
tingmaður floksins í Vágum hevur
marknadarført seg til hvørt val. Fyrst
var tað Giljanes, sum skuldi bjarga
honum sessin, og tað gjørdi hann. Hann
kom á Miðvág valdagin. Hvar er hann í
dag! Síðani skuldi rækjuvirkið bjarga
manninum sessin. Tað gjørdi tað. Hvar
er tað í dag! Og soleiðis kundi tú hildið
fram - m.a. til dagin í dag, har somu
fólkafloksmenn nú brúka misbrúka
arbeiðsloysið í Sørvågi til at vinna sær
ein politiskan løtuvinning. Tingmaður
javnaðarfloksins í Vágum hevur víst á
vandan við hesi roynd men hevur
samtíðis kravt av fiskimálaráðharranum
at hann leggur prógv á borðið um, at tað
kann fáa avleiðingar fyri verandi
sáttamálar taka vit móti fiski frá
umrøddu skipum. Russiski fiskimåla-
ráðharrin kemur mánadagin. Áhugavert
verður at frætta, hvat hann hevur at
siga. Er tað so, at umrøddu viðurskifti
ikki nerva russar, so eigur tað at koma
fram.
NÚ kann hetta skiljast sum um at vit
eiga bara at siga ja og amen til alt, sum
aðrir siga. So er ikki. Stødan í Barents-
havinum er tann, at vit hava gjørt
nakrar sáttmálar, og so mugu vit gera
upp, um vit virða teir ella íkki.
Fiskimálaráðharrin hevur valt at gera
tað, aðrir ynskja tað ødrvisi. Og her er
so onkur noyddur til at skera fgjøgnum.
Og tað er tað, sum landsstýrið hevur
gjørt við síni avgjørdu stóðu til eitt nú
móttøku av fiski í føroyum frå umrøddu
skipum. Vit hava valt eitt stýri til at
stýra og tað sigur seg sjálvt, at tað kann
ikki bara boyggja seg fyri hóttanum frá
hvørjum Peri og Póli.
MEN hví spælir Fiskavirking við í
hesum spæli kundi verið spurt. Hví
hevur henda fyritøkan, sum annars hev-
ur fingið so nógv rættindi, at hon eigur
at síggja viðurskiftini út frá einum
heildarsjónarmiði, leigað virkið í Sør-
vági út til eitt endamál, sum gongur
beint ímóti fiskivinnupoltikkinum hjá
sitandi landsstýri? Fyritøkan kannn
ikki loyva sær at siga, at slíkt leggur
hon seg ikki út í, tí leigumál hennara er
nettup treytað av, at virkið ikki fer í
órímuliga kapping við Fiskavirking um
fiskin. Nú leigar hon eitt virki út til
menn, sum - eftir harðari mótstøðu frå
landsins myndugleikum - kunnu vera
atvoldin til, at verandi fjarfiskiflotin fer
at missa part av sínum kvotum.
Fiskavirking átti hugsað seg betri um,
áðrenn tað gjørdi slíkt og er spurningur
okkara, um Fiskavirking við eini slíkari
avgerð vitandi roynir at spæla við í tí
politiska spælinum, sum bæði
fólkafloksmenn og sambandsmenn eru
við í ímóti verandi landsstyri! Sørvingar
hava allan rætt til at fáa síni
arbeiðspláss, men royna menn at seta
fót fyri landsins fiskivinnupolitikki,
sum m.a. miðjar móti at varðveita tey
tryggu og týðandi arbeiðsplássini eitt nú
sørvingar hava umborð á Vesturvón!
Sosialurin
Seinasta árið hevur Jør-
mund Vágadal skapt mikla
gsing her á landi.
Henda øsing, ið orsakað tí
virksemi, ið er farið fram í
sambandi við trolarar undir
hentleikaflaggi hava roynt í
loynikrókinum, hevur fing-
ið norsku og russisku fiski-
veiðumyndugleikarnar at
gera vart við, at um hetta
virksemi heldur áfram, so
fær tað avleiðingar fyri okk-
ara kvotaskipanir við hesi
bæði londini.
M.a. so siga teir seg vilja
mótrokna ta upphæddina,
sum eftir teirra tykki verður
fiskað ólógliga, soleiðis at
tey føroysku skipini fáa tað
minni í teirra part.
Sum vit øll eru greið yvir,
so fingu Føroyar eina rúm-
sáttari kvotu fyri 1994 í
mun til 1993.
Tað hevur havt við sær, at
stóru línubátarnir fingu eina
sera góða byrjan í ár í og við
at teir fingu loyvi at fiska av
kvotuni í Barentshavinum,
og var rokfiskiskapur ta tíð-
ina teir royndu har.
Harafturat hava snellu-
bátar fingið kvotu eystan-
fyri í summar. Hinvegin, so
eigur aðalmálið at vera at
hetta ikki skal ganga út yvir
trolararnar, ið bert hava Ba-
rentshavið á at líta.
Annars er nógv av tí, sum
Jørmund Vágadal ferir
fram, ikki rætt. M.a. so á-
kærir hann norsku fiski-
veiðumyndugleikarnar fyri
at halda hondina yvir teirra
egnu skipum, samstundis
sum teir jagstra bátar hjá
ødrum fiskiveiðutjóðum,
uttan at hava tær neyðugu
altjóða lógir ella reglugerðir
til taks.
Undirritaði hevur igjøg-
num nógv ár tosað við
nógvar av okkara fiski-
monnum, ið sigla við norsk-
um trolarum. Uttan undan-
tak so hava teir allir greitt
frá, at eingin fiskivinnutjóð
í heiminum hevur havt og
hevur so strangt eftirlit við
sínum egna fiskiflota sum
Noreg.
Harafturat hava kvotur-
nar í teirra egna sjógvi verið
so smáar, at teir einstøku
trolaramir hava kunnað
fiskað toska- og hýsukvot-
urnar upp eftir fáum vikum
ella skjótari.
Fyri at taka bert eitt dømi,
so tosadi eg fyri nøkrum
síðani við mann úr
Gøtu, ið hevur siglt nógv ár
við norðmonnum. Hann
greiddi frá, at bara tað at teir
høvdu hálvtannað tons
meira enn tað, sum varð
uppgivið, so fekk skiparin
bót fyri hetta lítla mistak.
Tí er tað heilt avgerandi,
at vit halda tær avtalur, ið
verða gjørdar, ti dag og dag-
liga eru norsku politikarar-
nir undir hørðum trýsti,
bæði frá fiskimannfelggun-
um eins og frá reiðarafe-
lagnum. Einum mistaki
kann í flestu fórum berast í
bøtuflaka fyri, men um vit
beinleiðis provokera
norsku fiskiveiðumyndug-
leikarnar og harvið eisini
manningar og reidarafeløg-
ini, tå kann tað væl henda, at
vit aftan å at hava havt
søgulig rættindi í ártíggjur í
Barentshavinum, missa alt
á gólvið. Tað má og skal
ikki henda.
Frank Davidsen
bíliga til solu við allari
ti hoyrandi útgerð
Kvinnuráðstevnan
ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu í |
sambandi við fyrireikingar til kvinnuråbstevnuna |
FORUM 94 í Ábo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og |
faks: 12545.