Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——iiisø——————————————————ii—xNxw A —WiINwYIIIWIKKKIKVG Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 78 — 26. APRIL 1994 Sida 9 F uglfirðingar bastu sundalagsmonnum í fyrsta dystinum hjá EB/Streymi í 1. deild Myndir: Jens Kr. Vang Fuglfirðingar tøku nýggja liðið á boli Sundalagsmenn fingu ov seint høvdid fyri seg og gjørdust ongantíð hóttan móti sigrinum hjá heimaliðnum Sepp Piontek plagar at tosa um tær smáu marginalirnar, sum eru so avgerandi fyri, hvat úrslitið verður í einum fótbóltsdysti. Á Eiði og í Sundalagnum hugsa teir uttan iva um, hvussu dyst- urin í Fuglafirði hevði myndast, um Finnbjørn Zachariassen hevði skorað upp á stóra møguleikan, hann fekk, longu tá tríggir minuttir vóru leiktir. Men Erling Joensen, sum so frálíkt vardi ÍF málið, bjargaði, viðleikararnir hjá honum úti á vellinum rakn- aðu við, og eftir at IF var komið upp á 2-0 við málum, sum leikandi venjarin í mál- inum hjá EB/Streymi átti sín part av, var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna dystin. Fuglfirðingar vóru eitt vet kvikari enn métstødulidid, og tad bar vid sær, at teir fingu tid til at temja og sam- anspæla. Tå hugsad verdur „um, at talan var um fyrsta dyst, so var skipaða spælið heilt hampuligt, bæði tá tað ræður um eitt tvey saman- spæl og stikkbóltar í dýpd- ina í síðunum. 2. deild, menn: NSI-KI 5-2 (1-0) Hóast NSÍ so mangan áður hevur havt lið í 2. deild, fegnaðust runa- víkingar serliga nógv um sigurin á KI í Runa- vík leygardagin, júst tí hetta er fyrsta ferðin, at liðið í 2. deild er næst- besta liðið hjá NSÍ. Maðurin, 15 burturav setti sín dám á uppgerð- ina móti KÍ, var klaks- vikingurin Martin Wen- ned, sum spælir frammi í álopinum hjá NSÍ. Hann setti hálvan tíma inn í fyrra hálvleiki hol á hjá heimaliðnum við einum góðum skoti, tá hann eftir vantandi KÍ- burturrudding smekkaði bóltin upp í tríkantin til 1-0. Beinanvegin í seinna hálvleiki javnaði KÍ, tá kundi annað enn takka fyri eina reina gávu frá NSÍ-verjuni, og so var bara at smekka klokku- reinaskotið í neskarnar. Men bert ein mínutt seinni kom NSÍ aftur á odda, tá Tummas Magn- ussen eftir hornaspark púra fríur kundi passa sær løgir, áðrenn hann Málini Heimaliðið kom á odda, tá 12 minuttir vóru leiktir. Torstein, sum var frammi við horna úr høgru, stútaði, Páll fekk ikki tamarhald á, og linjuverjin veittraði bólt- in at vera innanfyri, áðrenn verjuleikari sparkaði burt- ur. Í 24. minutti smekkaði Tummas Arne til úr 35 metra fjarstødu, skotið tókt- ist ikki serliga vandamikið, men bólturin endaði í net- inum, og tá Símun Eliassen tveir minuttir undan steðg- inum sendi innlegg frá Ken Bærendsen í kassan, var alt avgjørt. Tå Margar Hansen bara tveir minuttir eftir hvíldina økti eftir innlegg frá Roy í høgru, tóktist bara vera spurningur um hvussu stór- ur sigurin skuldi vera. IF hevði fleiri møguleikar Martin Wenned søkti KI fluktaði í kassan hjá KÍ. Einar fimm minuttir seinni var Martin Wen- ned aftur upp á spæl — enn einaferð við góðum skoti í tríkantin, og ein minutt eftir hetta legði Sjúrður Jacobsen NSI á odda4-1, tá hann pilkaði bóltin frá John William Joensen í KI-målinum. Martin Wenned, ið „opnaði ballið=, gjørd- ist eisini maðurin aftan fyri tað síðsta málið hjá NSÍ, tá hann fangaði eitt veikt málspark frá 2 fór púra fríur móti Kl- málverjanum og á triðja sinni meddaði eftir trí- kantinum til 5-1. KÍ fekk tó enn eitt mál til troyst, tá Rúni Joen- sen í NSÍ-málinum var óheppin við útsparki, ið vindurin fekk takið á og lat detta niður fyri føt- urnar á Eddie Berthold- sen, ið lættliga fekk sent bóltin í tóma málið. Allan dystin var tað annars NSÍ, ið var við yvirlutan í spæli, og KÍ hótti ongantíð teir gulu og reyðu úr Runavík, ið saktans kunnu gerast drúgvir at syfta hjá fleiri av uppflytingarfavoritt- unum í 2. deild. bj. fyrstu løtuna, men so tóku teir sær av løttum, settu leikferðina niður, og so kom EB/Streymur meiri við. Tað hjálpti eisini upp á spælskipingina og álops- tyngdina, at Ingi Hansen kom inn í álopið og at Jákup og Finnbjørn býttu pláss, soleiðis at hin fyrri fór í álopið, meðan hin seinni fór aftur á mittasta plássið á midvøllinum. Fyrsta málið hjá liðnum í 1. deild fekk Ingi Hansen. Í 63. minutti gjørdist hann púra leysur í høgru og skor- aði. ÍF var ongantíð hótt, tí næsta málið kom ikki fyrr enn tað restaðu sjey minutt- ir. Jákup Hansen stútaði innlegg úr høgru inn um Er- ling. (-nn-)