Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 78 — 26. APRIL 1994 Tíðindablaðið CD Toppskjåttin í 1. deild, John Petersen úr GÍ (mitt í myndini) fekk trý mál á Sevmýri Mynd: Rógvi Johansen GÍ rakk oddasess við målrikum dysti Heili átta mál komu í dystinum millum TB og GÍ á Sevmyri sunnudagin, har føroyameistararnir úr Gøtu við sigri settu seg á oddasessin í 1. deild 1. deild, menn: TB-GI 3-5 (1-0) Gøtumenn tykjast halda fram, har teir við lands- kappingarenda í fjør sleptu, nevniliga á odda í 1. deild. Torfgra útidystin móti TB å Sevmyri sunnudagin gekk teimum so mikið væl, at teir við målårtøkuni 5-3 nú eru á odda í 1. deild. Dysturin var undirhald- andi og sjálvandi eisini mál- ríkur, og ongantíð var nakar sannførandi munur á liðun- um, ið kundi lulla gøtu- menn í svøvn við tveimum tryggum stigum í fikkuni. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, men tað var heldur TB, ið átti tær vandamikl- aru atsóknirnar. Eitt nú var Jens Martin Knudsen uppi í tríkantinum eftir einum góðum skoti frá Eyðuni >Gullok< Svalbard, og eis- ini hevði sami maður ein skallara, ið fór beint oman fyri yvirliggjaran. Men hóast javnt spæl, so eydnaðist tað TB hålvan tima inn f dystin at leggja seg å odda, tå Bogi Jo- hannesen fekk ein góðan stingara inn um Gf-verjuna. Hann sendi bóltin í málið eftir jórð um innarsíðuna á stongini. Í seinna hálvleiki raknaði GÍ við, og nú gjørdust at- sóknimar hjá GI móti TB- málinum, ið Birgir Dimon verjir, alsamt meira vanda- miklar. John Petersen javnaði út, eftir at Birgir Dimon hevði hálvbjargað skoti frá Henn- ingi Jarnskor. John var inni å strikuni, og hann kundi ró- liga »leggja« bóltin í málið. Løtu seinni syrgdi Magni Jarnskor við einum góðum langskoti fyri, at GÍ kom á odda 2-1. Bólturin fór niður við nærmaru stong, uttan at TB-málverjin hevði kjans at bjarga skotinum. TB var kortini ikki so at syfta, og løtu seinni javnaði Bogi Johannesen út til 2-2. Hetta var ein stóða, har GÍ ikki fekk ruddað burtur, og so kundi Bogi smekka til. Men ikki varð frøin long, so hevði GÍ aftur lagt seg á odda. Hesaferð við brots- sparki, ið Pauli Jarnskor skoraði uppá. Henning varð feldur inni í TB-brotsteig- inum eftir at hava rikið langan tein við einum TB- ara undir liðini á sær. Nýggi toppskjúttin í 1. deild, John Petersen, syrgdi fyriatøkja um munin nakað seinni, táSímun Petur — ið bert fáar ferðir slapp frá Óla Johannesen, ið dekkaði væl — fekk forlongt eitt fríspark inn í brotsteigin, har John aftur stóð sera innarlaga og hevði lætt við at skora. Heimaliðið hevði tó framvegis ikki givið upp, og eftir eitt hornaspark, ið kom innfyri, varð bólturin fyrst skallaður útfrá, men bert fyri at verða sendur innaftur av einum fluktara. Tórður Holm stóð við aftaru stong, og hann smekkaði bóltin í GI-málið. Undirhaldandi fótbólts- spælið helt fram, og einki bendi á, at nakað av liðun- um hevði hug at gevast. Ei heldur gøtumenn, ið fyri tað kundu lagt seg aftur at vart leiðsluna, sum var meira ella minni í vanda. Enn einferð varð tað John Petersen, ið syrgdi fyri mál- inum. Eftir samanspæl við Símun Petur Justinussen gjørdist hannleysur og fekk skorað, eftir at Birgir Di- mon hevði fingið hondina á fyrstu royndina at lobba í málið. hj. stóð á oyggjauppgerð- ini, tá sørvingar vóru í Miðvági og skuldu taka tók við fusioneraða grannaliðið. Eysturætt- in tvørtur av vellinum var so hørd, at tað var meiri enn trupult at fáa flótandi = fótbóltsspæl fram. Um bólturin varð sparkaður upp í loft, so endaði hann í urtagarð- inum vestan fyri vøllin. Alíkavæl staðfestu bæði líðini, at tey hava góðan møguleika at gera seg galdandi. Sørvingar lógu aftarlaga á vøllin- um fyrra hálvleik. Teir dyrgdu eftir javnleik- inum, og vónaðu at leik- andi venjarin, Kári Reynheim, kundi syrgja fyri einum máli, tá hann fekk bólt stungnan. Felagsliðið legði stóra orku í at mynda flótandi álopsspæl. Nógv gekk gjøgnum Jens Erik Ras- mussen, sum er liðfor- maður og lyklapersón- urin. Teir royndu at nýta vallarbreiddina, og tað eydnaðist at koma fgjøgnum onkuntíð, men vindurin fór avstad vid innleggunum. Eftir steðgin komu við stuttum millumbili tey Vágamenn vindbardir uppiborna sigurin. Fyrst var tað Birgir Jørgensen, ið er komin aftur úr út- legdini í Suðuroy. Hann tamdi í 57. minutti høgt innlegg úr vinstru frá ålopsfelaganum Búgva Joensen og skoraði, og triggjar minuttir seinni vard Jens Erik spældur eftir midåsini og skor- aði. Eftir miðásini var ofta tunnligt í SÍ verjuni, tí álopsleikararnir drógu verjuleikararnar í síð- umar. Georg Haraldsen fekk millum málini besta møguleikan hjá SÍ, men staddur 12 metrar úr málinum langaði hann við síðuna av. Jens Erik hevði møgu- leikan at økja til 3-0, tå Mikkjal Danielsen (var stutt — frammanundan komin inn á miðvellin) trillaði tvørtur um til hansara, men skotið fór við síðuna av opna mál- inum. Mikkjal kom inn, men einki sást til garvaðu SÍFararnar Torkil Niel- sen og Jonhard Joensen. Vit frætta, at teir hava ikki púrasta sett skógv- arnar, og tað er ikki óhugsandi, at teir vera við seinni. -nn- Eyðun »Gullok« Svalbard: —- EG GJØRDIST ALT OV HEITUR Tå bert einir fimm min- uttir vóru eftir av dyst- inum á Sevmyri sunnu- dagin millum TB og GI, rakk dramatikkurin so- vorðnar hæddir, at tað uttan iva fær fylgjur fyri Eyðun >Gullok< Sval- bard hjá TB. Eftir kjaftaslit og okk- urt skump millum Eyð- un og Gl-arar, tók dóm- arinNemusN.Djurhuus, ið stóð beint hjá, meðan alt hettahendi, reyða kortið úr skjúrtulumm- anum og gav Eyðuni tað. Í somu lotu vendi Eyð- un sær á og gav Nemusi ein flatan undir vangan. --Eg misti tamarhaldið á mær sjálvum, og eri eg sera keddur av, at tað skuldi koma so vítt, sigur Eyðun við Tíðindablað- ið Sosialin. — Eg bað eisini dómar- an um umbering aftaná, men tað bøtir helst lítið um tað heila. Tað var jú eingin grund fyri at sláa hann. Allarhelst er kapp- ingarárið væl og virði- liga liðugt fyri mítt við- komandi, og eg rokni eisini við, at tað verður til eitt drúgt leikbann afturfyri. Tíðindablaðið Sosial- urin royndi at fáa fatur á dómaranum Nemusi N. Djurhuus til eina við- merking, men tað eydn- aðist hvorki sunnu- kvoldið ella í gjár. Men sum skilist, hevur hann á dómaraseðlinum viðmerkt »tann flata lús- ingin< á dómaraseðlin- um frá dystinum. hj.