mikudagur 27. apríl 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr.79—27. APRÍL 1994 Tíðindablaðið { sostalurin |
arheiði ella útbúgving
Kreppan hevur rakt ungdóm
okkara serliga hart. Tað eru
sjálvsagt tey, ið eru uttan
arbeiði og tey, ið eru noydd at
rýma frá húsi og heimi og
landi, ið eru verst fyri. Men
tey ungu, sum ikki hava roynt
seg á arbeiðsmarknaðinum eru
sera illa fyri - og hava ringar
vánir.
Tá vit tosa um ungdómsar-
beiðsloysi, so snýr tað seg
ikki bara um pengar. Greitt er,
at tey ungu eru verri fyri, enn
tey eldru arbeiðsleysu, sum
hava >smakkað< arbeiðs-
marknaðin - tey vita hvat tað
er at hava eitt arbeiði. Men tey
ungu, sum hava roynt at søkt
arbeiði, men sum hava fingið
fleiri hurðar slongdar í groni-
na, hava ikki eingang góð
minni at bera arbeiðsmarknað-
inum. Hetta er sera niðurbró-
tandi og hevur sera óhepnar
avleiðingar við sær fyri fram-
tíðina.
Tey ungu missa á henda
hátt bæði hug og virðing fyri
arbeiðsmarknaðinum. - Onkur
vil enntá kalla tey fyri ar-
beiðsletingar. Men hetta er
- sera Órættvíst.
Í danskari kanning herfyri
kom fram, at stórur partur av
fólkinum helt, at tey ungu
sjálv høvdu skyld í ungdóms-
arbeiðsloysinum. Hetta
søgdu tey, hóast 300.000 dan-
ir gingu arbeiðsleysir!
Vit í SU fara at stríðast
fyri, at ungdóminum verður
veitt betri kor. Vit fara at gera
hvat vit kunnu fyri at fáa setta
í verk eina ungdómstrygd.
Henda skal tryggja øllum ung-
um í ávísum aldri rætt til ar-
beiði ella útbúgving. Vit halda
tað vera sera umráðandi, at
tey ungu verða aktiverað - tí
hitt at ganga fyri einki er so
drepandi.
Vit mugu síggja veruleik-
an í eyguni: Arbeiðsloysi er
komið fyri at vera - í nógv ár í
øllum fórum. Tí eiga vit at
gera alt fyri at minka um neg-
ativu avleiðingarnar
Ungdómstrygdin er
høgt mål at seta sær.
eitt
Vit
kunnu sjálvandi ikki tryggja
øllum eina góða inntøku, men
tað er alneyðugt at tey ungu í
øllum fórum sleppa í parttidar
arbeiði, fáa útbúgvingartilboð
av ymsum slag - ikki bert sum
í dag, men eisini skipað í
skeiðum og við ávísum
evnum. Málið er, at øll hava
nakað at fara til - at lívið fær
stórri innihald.
Vit halda, at ungdóms-
arbeiðsloysi er eitt mál, ið
áliggur okkum sum politiskt
ungmannafelag at taka upp.
Vit skulu tí gera okkara ítarsta
fyri at ávirka landsstýrið til at
arbeiða við hesum. - Vit hava
ikki ráð at bíða eftir betri tíð-
um.
Á hvørjum ári leggjast alt
fleiri ung afturat hagtølunum -
vit kunnu so bert ímynda okk-
um skilið í ár 2010, tá vit
kanska hava 3.000 fólk undir
30, sum ikki vita hvat tað er at
arbeiða!!!
Tá er dekan ov seint at
fara til verka. zu
Felagið hjá norðurlendskum
javnadarungdomi 30 år
Felagið hjá norðurlendskum
javnaðarungdómi, FNSU, fet
í ár at hátíðarhalda 30 ára
stovningardagin. Tað var
kortini í 1963, at javnaðar-
ungmannafelggini í norður-
londum tóku seg saman í
felagsskap. Men felagsskap-
urin skiftir leiðslu annað-
hvert ár, og er tí ætlanin hes-
aferð at hátíðarhalda stovna-
ag frá stovningardegi, men
gjørðist limur í 1978. Hóast
tað, so vóru føroyingar við í
norðurlendska arbeiðinum,
ment arbeiði hjá SU almikið.
Vit hava eitt umboð í stjórn-
num. Tað er einki at ivast í.
at hetta samarbeiði er sera
gagnligt - serliga tá hugsað
verður um, at hetta eru fólk,
sum í framtíðini koma at
mynda norðurlendsku javn-
aðarflokkarnar.
SU SA TA ateiði hú
fr í norður-
Á SU gjørdist fyri 7
Ingvar Carlsson var fyrsti
formaðurin í felagnum hjá
norðurlendsum javnaðar-
ungdómi. Hetta var í áru-
num frá 1963 - 1965
árum síðani eisini limur í al-
tjóða felagnum hjá javnaðar-
ungdómi, Internation Union
of Socialist Youth, Hóast
figgjarvidurskiftini avmarka
aktivitetimar í hesum felag,
hava vit neyvt samskifti við
javnaðarungdóm úr 87 av
heimsins londum.
Tað ér neyðugt - serliga
hjá eini smátjóð sum Føroy-
um, at taka lot í so nógvum
altjóða samarbeiði, sum til
ber. Vit eiga at gera vart við
okkum, har vit kunna...
Ajatolla Tordur
Kvinnan eigur sjálv at koma
sær fram at í samfelagnum.
Vit hava ikki brúk fyri javn-
stóðulógini - lógin >passivi-
serar< kvinnuna, vil hann
vera við. Veruleikin er korti-
ni hann, at kvinnan verður
sett aftur um mannin í før-
oyska samfelagnum. Javn-
stóðulógin er eitt amboð, til
at broyta okkara konservativa
hugburð, sum ikki hóskar
einum nútíðarsamfelag.
Tyskvøldid var kjaksending í sjón-
varpinum um javnstødul6gina. Lut-
takararnir vóru Hanna Joensen, for-
maður í javnstødunevndini og
Tordur Niclasen, tingmaður.
Ikki kann sigast, at hyggjarin
fekk nógv at vita um lógina og av-
leiðingar av henni, so lítið var skil-
ið í kjakinum. Sjónvarpsstjórin átti
at skipa eina slíka sending betur -
ikki latið tvey fólk á henda hátt sita
og munnhøggast. Hatta er undir alt
lágmark.
At gjørt sendingina meiri áhug-
averda, so kundu eisini onnur fólk
verið við í kjakinum. Hvussu hevði
tað verið, at havt onkran kvinnulig-
an politikkara við? Ella hvat við at
spurt Lisbeth Petersen um, hví hon
sum innkamerað sambandskona
kann taka undir við slíkari lóg? Ell-
a hvat við at spurt Birgir Daniel-
sen? - Vit mugu av sonnum taka
hattin av fyri honum. Hann vísir
við hesi avgerð, at hann ikki er so
smalsporaður, sum borgarligir ting-
menn annars - serliga tá hugsað
verður um arbeiðsroyndir hansara
og aldur!
Men burtusæð frá tí:
Tordur førdi fram, at javn-
stødulégin »passiviserar« kvinnu-
na. Hann visti å, at kvinnur sjålvar
eiga at syrgja fyri, at blíva valdar í
ráð og nevndir, almennar sum pri-
vatar. Hann gjørdi eisini mun á, at
á almennum arbeiðsplássum skal
vera javnstøda, men ikki á privat-
um arbeiðsplássum.
Sum rættur borgarligur politik-
ari, gongur hann inn fyri, at ar-
beidsgevarin »eigur« arbeiðsmeg-
ina og kann skalta og valta við
henni, sum honum lystir.
Hetta eru kend sjónarmið. Men
hetta eru als ikki sjónarmið, sum
So nógvar kvinnur eru í
norðurlendsku tingunum
Danmark = 33,7%
Føroyar |[||]/|] 9,4%
Grønland ///// 18,5%
Finnland INAANNNA|{HG 38,5%
Áland BRERER 13,3%'
Island 449 23,8%
Noreg LN 39,4%
Svyøriki RSS SST KE 33,0%
vit kunnu taka undir vid. Eingin ar-
beidsgevari - hvørki almennur ella
privatur »eigur« arbeiðsmegina.
Vit eru øll sjålvstødug menniskju
og skulu øll sleppa at vera tað.
Sum arbeiðstakarar hava vit ar-
beiðsmegina at selja - hana eiga
vit. Tí er tað at vit kunnu seta ar-
beiðsgevarunum krgv. Hetta er tað,
sum fakfeløg nú í mannaminni
hava stríðst fyri. Og tað hevur
eydnast at vinna betri kor, men
kvinnan í føroyska samfelagnum
hevur ikki enn vunnið somu sømd-
ir, sum menn. Til hetta skal javn-
stóðulógin vera eitt amboð!
Talvan niðanfyri vísir, í hvussu
stóran mun kvinnur eru umboðar í
norðurlendsku tingunum. Henda
talva man eisini siga nakað nógv
um, hvussu kvinnur annars eru
umboðaðar í norðurlendsku sam-
feløgum sum heild. Týðuligt er, at
vit eru eftirbátur.
Sum hyggjari hevði tú uttan iva
meiri sympati við sjónarmiðnum
hjá advokatinum í innslagnum og
Honnu.
Ilt er at skilja, hví Tordur man
vera so hart ímóti javnstødul6gini.
Kanska tað er av átrúnarligum áv-
um, hóast hann ikki beinleiðis kom
inn upp á tað. Men religigsir funda-
mentalistar í føroyskum politikki
plaga at kappast um at framføra, at
kvinnur ikki eiga sama rætt í sam-
felagnum, sum menn.
Lógin er nú loksins samtykt -
og verður ikki tíkin av aftur. Vit
mugu so bert vóna, at samfelagið
gerst rættvísari - og at tingmenn
ikki fáa alt ov stórar sálartrupul-
leikar, um helmingurin av ting-
monnunum eftir valið í heyst vera
kvinnur...
Tørvar okkum fleiri kvinnur á ting - ella hava vit nóg góða javnstødu? ??