hósdagur 28. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI Nr. 80 — 28. APRÍL 1994 Síða7
Hóast oljuprísirnir eru
lægri enn nakrantíð og ein
tí ikki skuldi roknað við,
at oljufeløgini høvdu so
stóran áhuga fyri einum
nýggjum og ókendum
útjaðaragki sum Føroyar,
so bendir nógv á, at stóru
oljufelggini fylgja sera
væl við, hvat hendir í Før-
oyum í løtuni.
Norska oljufelagið
Statoil er millum hesi
oljufelggini. Herfyri vórðu
fleiri umboð fyri Statoil í
Føroyum, har tey høvdu
fund við landsstýrið.
Norðmenn greiddu frá
sínum sjónarmiðum um
møguleikarnar at finna
olju við Føroyar og søgdu
seg vera fúsar at hjálpa
føroyingum tvs. at vera
við í einum møguligum
komandi oljuævintýri.
Ein av teimum, sum
var við í Føroyum, og sum
nú er í ferð við at skriva
um "føroysku oljuna” er
Bjørn Vidar Lerøen. Hann
er journalistur og hevur
skrivað um norska olju-
vinnu, síðani hon tók seg
upp. Í dag er hann pressu-
talsmaður hjá Statoil.
Hann sigur við Sos-
ialin, at teir undir vitjanini
í Tinganesi greiddu frá
norsku royndunum í
Norðsjónum og seinastu
kanningunum av vónandi
komandi nýggjum
oljumiðjum út fyri Mið-
noreg og uppaftur longri
norðuri.
Líkist
Bjørn Vidar Lergen vísir
á, at tað vísir seg, at jarð-
frødin á ti norska land-
grunninum minnir nógv
um tað á ti føroyska. Ser-
liga tá talan er um djúp-
vatnsumráði. Tað ber væl
til at samanbera gki so
sum Haltenbankan, økid
vestan fyri Hetland og
vestan fyri Írland. Jarð-
frødingar halda ikki, at tað
er ónátúrligt at draga
paralellir millum hesi
økini, sum eru eyðkend av
at hava rennu og so olju-
berandi løg báðumegin
hugsað Føroyar-Hetlands-
rennuna.
Statoil fer at fylgja væl
við seismisku kanning-
unum í føroyskum øki og
vónar felagið - tá seis-
fyri Føroyum
misku årslitini fyriliggja -
at føroyingar tá fara at
bjóða øljufeløgunum at
vera vid i eini komandi
oljuleiting.
Statoll vil vera við
Bjørn Vidar Lergen sigur,
at Statoil hevur stóran
áhuga fyri at vera við.
Teir meta Føroyar sum
eitt grannaland, og halda
tað vera sera nátúrligt, at
Statoil við meira enn 25
ára royndum á baki kann
hjálpa føroyingum.
-Vit hava sera nógvar
royndir á djúpum vatni og
hava útviklað eina tøkni-
frødi í hesum sambandi,
sum heilt vist vil vera tann
rætta at brúka við Føroyar
eisini. Men sjálvandi fara
årslitini frá seismisku
kanningunum at vera av-
gerandi fyri, um Statoil fer
at vera við í oljuboringum.
Eg kann kortini leggja
aftrat, at Statoil sær sera
seriøst upp á Føroyar sum
komandi oljugki. Tað er
sera áhugavert og vit
meta, at her eru møgu-
leikar at finna olju.
Norski modellurin
Upp á fyrispurning um
hann heldur føroyingar
kunnu vinna nógv við at
brúka tann norska “mo-
dellin upp á, hvussu ein
oljuvinna eigur at byggjast
upp sigur pressutalsmað-
urin. at hetta verður
nakað, sum føroyskir
myndugleikar sjálvir
skulu avgera. Men hann
heldur, at júst norski
modellurin er sera
áhugaverður fyri eitt land
sum Føroyar. -Eg kann
bert vísa á, at tað eru sera
nógv lond, sum nú koma
til okkara at spyrja,
hvussu vit hava borið
okkum at, nú tey fara
undir at fyrireika
oljuvinnu. Her eru ikki
minst talan um lond í
triðja heiminum, sum vilja
gera alt fyri at tryggja seg,
at tey ikki verður tíkin á
bóli av teimum stóru
multinationalu feløgunum.
Tad, sum eydkennir
norska modellin, er, at
talan er um sera stóra
stýring frá statinum.
-Vit meta oljuna sum
norska ogn og vit vilja, at
landið skal fáa sum mest
burtur úr eini oljuvinnu.
Bjørn Vidar sigur, at jú
minni eitt land er, sum
skal fara undir eina olju-
vinnu, tess stórri er tørv-
urin á munadyggari al-
mennari stýring av vinn-
uni. Og her er Noreg eitt
sera gott dómi um, hvussu
tað kann gerast og hetta er
tað, sum Noreg kann
bjóða av ráðgeving til
nýggjar og komandi olju-
statir. Men eg haldi tit
mugu til arbeiða skjótt nú.
Tí tað er ein stór uppgáva
at fáa alt tað stóra lógar-
verkið upp á pláss, áðrenn
tit fara undir eina útbjóð-
ing.
Hann heldur annars, at
føroyingar kunnu spara
nógva tíð við at hyggja
eftir, hvussu norðmenn
hava gjørt. Nógv av ti
kann næstan beinleiðis
flytast yvir á føroysk við-
urskifti.
Tá tað vísti seg at vera
nógv olja á norska land-
grunninum løgdu polit-
ikaramir beinanvegin til
brots og løgdu lunnar
undir eitt alment oljufelag,
ein sera víðgongdan og
neyvan lógarkarm og ein
oljuskattalóg.
Fyrstu loyvini at bora
eftir olju vórðu latin í
1965 og tað skuldu ganga
næstan fýra ár við 33 bor-
ingum, áðrenn tann fyrsta
oljan varð funnin. Í 1972
stovnaði norska stórtingið
Statoil við tí endamáli at
vera við í leitan og fram-
leiðslu. Seinni varð olju-
fyrisitingin sett á stovn og
soleiðis hevur tað gingið
slag í slag.
Bjørn Vidar heldur
sjålvur, at ein orsøkin til,
at so mong lond nú hyggja
eftir tí norska modellinum
er tann, at norðmenn hava
lagt so stóran dent á
trygdina í sambandi við
eina oljuvinnu. Her verður
eisini hugsað um at verja
fiskastovnamar.
Samanumtikið kann
sigast, at føroyingar
kunnu fáa nógv burtur úr
eini samvinnu við
norðmenn á oljuøkinum er
nidurstødan av prátinum
við pressutalsmannin hjá
Statoil.
jan
= |
|
| *
FR
Utsølan av føroyskum
bókum heldur fram
Stóra bókaútselan, sum
byrjaði 5. apríl, hevur hepn-
ast sera væl. Á útseluni eru
meira enn 300 føroyskar
bøkur at fáa, og tær eru allar
nógv niðursettar. Í ár hevur
bókaútselan eftir øllum at
dóma sett met. Békahandl-
aramir siga frá rættiligum
gravgangi eftir hesum bí-
ligu bókunum, og teir hava
verið noyddir fleiri ferðir at
senda boð eftir fleiri bókum
frá B6kamidsøluni. Nakrir
heilt fáir titlar eru útseldir,
men tær flestu bøkurnar få-
ast enn. Stóra békaiitsølan
heldur fram til 5. mai.
Barnabøkur, bøkur um
dyr og kvædabøkur
ganga væl
Ymiskt er hvussu bøkurnar
selja, men yvirhøvur er
stórur áhugi fyri øllum bók-
unum á útseluni. Barna-
bøkurnar ganga sum heild
væl, og einstakar eru longu
útseldar, Ld. bøkurnar um
Filpus og bøkurmar um
Snøkil og Snáku, sum
Guðrun Gaard hevur skriv-
að. Bókin Fiskar, um fiskar
í nordurhøvum er nógv
seld, og nógv nýta eisini
høvid til at ogna sær Lit-
floruna og Føroyskar plant-
ur í litum. Minnisritið um
ÍSF, ein tjúkk bók, sum fyrr
kostaði 390 kr., men sum nú
fæst fyri 50 kr., hevur ging-
ið sum heitt breyð. Eisini
bøkur um dýr selja væl.
Fólk keypa hópin av hesum
bókum, sum fyrst og fremst
eru ætlaðar børnum, td.
Kettan leggur, Geitin lemb-
ir, Ein dunnuungi kemur út,
Ungi er í egginum og Kóp-
urin —eitt lív í sjónum. Mill-
um aðrar nógv eftirspurdar
bøkur kunnu nevynast
Minniligar hendingar,
Morgunlestrar fyri børn og
Fólk í Havn. Kvædabøkur-
nar Grør so fagurt og Stig-
um fast hava nógv keypt
sær, og kanska er hetta tekin
um, at føroyingar aftur fara
at kvøda, hvør veit?
Nógv ætla sær at lesa
skaldsøguna Rannvá eftir
Dagmar Joensen-Næs, og
uppaftur fleiri ætla sær at
lesa stuttligu bókina um
Robin Hood og hansara
kátu sveinar, kanska tí at
hon fæst fyri bara 10 kr.
Tú finnur altíð lesarar til
Sagnir og ævintýr hjá Dr.
Jakobsen. Men fólk vilja
eisini lesa um sagnirnar, ti
bókin Úr søgn og søgu, sum
Eyðun Andreassen skriv-
aði, er eisini nógv keypt. Fe-
lags fyri allar bøkurnar er, at
tær kosta um helvtina ella
bara ein triðing av vanliga
prísinum, og summar eru
Utsølan kemur væl við
hjá bókahandlunum
og forløgunum
Tað eru ikki bara tey, sum í
hesum døgum fáa góðar og
bíligar bøkur, sum kunnu
frøast. Utsølan er eisini gott
íkast til raksturin hjá bóka-
handlunum eina tíð á árin-
um, tá ið vanliga er stilt og
fridarligt í bókahandlunum,
og forløgini fáa eisini sín
part. Fólk nýta helst høvid
Feroyinga-
felagið
í London
Nærri upplýsingar frá:
tf. 00944816815730
Helgi Joensen,
tf. 00944932829027
til á bókaútsøluni at ogna
sær føroyskar bøkur, sum
tey ikki eiga frammanund-
an. Men kanska hava tey
eisini fingið eyguni - upp
fyri, at bøkur eru góðar at
brúka sum gáva.
Bókahandlarnir siga frá,
at nógv fólk gerast bilsin, tá
ið tey hoyra, at bókaútsøla
er enn. Men so er, og útsølan
stendur við líka til 5. mai. So
ikki er at halda seg aftur, tí
enn eru flestallar bøkurnar
at fáa fyri iitsølupris.
Ferðaavgjaldið:
120 kr.
Legtingið samtykti
týskveldið eitt upp-
skot frá landsstýrinum
at seta ferðaavgjaldið
til 120 krónur. Hetta er
galdandi fyri hvønn
ferðaseðil úr Føroyum
til útheimin. Hesum
tók eitt samt løgtig
undir við.
Annars mælti
Fólkaflokkurin til at
taka lógina av, so als
einki ferðagjald skuldi
vera.
Í dag er ferðaav-
gjaldið 300 krónur, og
tað verður hildið at
vera darvandi fyri økt-
ari ferðafólkavinnu í
Føroyum.
tór.-