hósdagur 28. apríl 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 80 — 28. APRIL 1994 Tíðindablaðið CD
Dýra biðidag (Fjórða friggjadag
eftir páskir)
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Náðigi Guð, miskunnsami faðir. Tú, sum fyrigevur
ríkliga og gjarna vilt miskunna gllum teimum, sum í
sannari iðran leita til tin, vær biðjum teg av hjartans
grund, kæri, himmalski faðir: fyrigev, fyrigev okkum
allar syndir okkara, og gev øllum okkum, sum ákalla
navn títt, náði til av heilum hjarta okkara at venda
okkum til tín, so at vit í dag og hvønn dag leggja alla
órættvísi og alla synd og dagliga við kraft anda tíns
vaksa í trúarlýdni og bera åvøkst, sum samsvarar við
umvendingina, fyri at vit altíð mega finna teg sum
náðiga Guð og faðir okkara og í øllum lutum vera vís í
náðigu hjálp tíni og signing bæði til likams og sálar,
inntil vit umsíðir av náði tíni mega verða sæl allar ævir
fyri tín kæra son, harra og frelsara váran, Jesus Krist,
sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein
sanur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin er skrivaður í Hebrearabrævinum,
10. kap. 19.—25. v.
Tá ið vit nú, brødur, í Jesu blóði hava treyst at
ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum at-
gongd, nýggjan og livandi veg inn fgjøgnum forhangið,
tað er hold hansara, og tá ið vit hava stóran prest yvir
húsi Guðs, tá latum okkum ganga fram fyri Guð við
sonnum hjarta, við fullari tråarvissu, tá ið vit hava
fingið hjørtu okkara reinsa frá ringari samvitsku og
hava fingið likamið tváað við reinum vatni; latum okk-
um halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí
at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; og
latum okkum geva gætur hver eftir gørum, so at vit
birta hvør undir annan til kærleika og góðar gemingar
og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, so-
leiðis sum siður er hjá summum, men áminna hver
annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at
dagurin nærkast.
Teksturin til gudstænastuna fyrrapartin um dagin.
51. sálmur.
(Ein sálmur av Dévidi, ta ferðina, tá ið Nåtan profetur kom til
hansara, eftir at hann hevði verið inni hjá Batsebu).
Náða meg, Guð, fyri miskunn tína, fyri tína stóru
várkunn strika út misgerðir mínar! Tváa meg allan
reinan frå mini sek, frå mini synd meg reinsa! Tí mis-
gerðir mínar eg veit, synd mín er mær altíð fyri eygum!
Eina móti tær eg havi syndað og gjørt tað, ið tær tykir
ilt, at tú mást rættvísur vera, tá ið tú talar, reinur, tá ið
tú heldur dóm! Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur
móðir mín meg gitið. Sí, til sannleiks í hjartadýpi er
hugur tín, í hjartans duld tú meg vísdóm lærir! Reinsa
meg við ýsopi, so at eg verði reinur, tváa meg, so at eg
verði hvítari enn fann! Unna mær at hoyra gleði og
gleim, lat gleðast tey bein, tú hevur brotið! Fjal títt and-
lit fyri syndum mínum, strika út mínar misgerðir allar!
Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum
fastan anda mær í brósti! Koyr meg ei burtur frá ásjón
tíni, tak ei tín heilaga anda mær frá! Veit mær aftur
gleði um frelsu tína, halt mær uppi við einum reystum
anda! So vil eg gudleysum læra vegir tínar, og syndarar
skulu venda við til tín. Bjarga mær, Guð, frá blóðsek,
mínar frelsunnar Guð! Lat tungu mína gleðast um rætt-
vísi tína! Lat upp, Harri, varrar mínar, og mín muður
skal boða títt pris! Tí skurðoffur ikki tær líkar, um eg
brennioffur gav, tú einki legði í tað. Offur til Guðs er
ein sundurbrotin andi; Guð, tú vrakar ei eitt brotið og
sundurfarið hjarta! Sýn í tíni náði góðsku móti Sion,
lata upp Jorsala múrar! Tá skalt tú gleðast av rættum
ofrum, bæði brenniofri og fullum ofri, tá skulu tarvar
verða leiddir upp á altar títt!
Gudstænastur Dýra biðiðdag
Vesturkirkjan: H. Poulsen
Hestur: K. Mørkøre
Landssjúkrahúsið: S. Klein
Kvívík: M. Bæk kl. 12, konfirmatión
Vestmanna: Innsavnan til Guds orðs boðan
Sørvågur: U. Næs kl. 11.00, familjugudstænasta, barna-
kórið syngur
Bøur: D. Johannesen kl. 11.00
Selatrað: H. J. Joensen, bispur, kl. 11.00
Sjóvar kirkja: J. Fríðriksson kl. 11.00, innsavnan til Guds
orðs bodan
Gjógv: E. Olsen kl. 12.00
Gøta: P. O. K. Olofson kl.
12.00, altargongd, í Fugla-
fjarðar prestagjaldi er innsavnan til Guds orðs bodan
Klaksvik: P. Paulsen kl. 11.00
Mikladalur: H. Bøgesvang kl. 12.00
Hov: H. Joensen kl. 11.00
Porkeri: H. Joensen kl. 12.00
Meinigheitshúsið,
Tórshavn
Í dag kl. 16-17.00: Barna-
kórið venur.
Í kvgld kl. 20.00: Ung-
dómsfundur.
Dýra biðidag kl. 18.00:
Møti um bøn.
Samkoman Sion
Vågur
Sunnudag kl. 11.00: Morg-
unmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00:
Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Bønartænastan svarar å
tlf. 73941, frå kl. 20.00—
22.00.
VITIN, Århus
Apríl-samkoman verður
leygardagin 30. apríl kl.
13.30-17.00 í felagshúsin-
um >Stenhytten<, Stenald-
ervej 77, Brabrand, við lut-
tóku úr Keypmannahavn og
Odense av Per Johan Djur-
huus og Kitty Jóhannesen.
Byrjað og endað verður
við onkrum til matna.
Øll eru vælkomin — takið
børnini við.
Ráðgeving fyri
bern og ung
á tlf. 10645 månadag kl. 16
—18.00.
Barnabati
Føroyingafelagid i London
Nærri upplýsingar frá:
Birgit Sólstein, tlf. 00944816815730
Helgi Joensen, tif. 00944932829027
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum verður í
Havn í kveld kl. 21.00 á
Vaskarínum, Térsgøtu 5
(inngongd vestanfyri).
AA-fundir
verða í Havn Dýra bididag
kl. 20.00 á Vaskarínum,
Térsgøtu 5 (inngongd vest-
anfyri), og kl. 22.30 í Uppi-
stovu, C. Pløyensgøtu 17.
Barna-
” - =
tíðindi
Á 53. ári hevur Jákup Berg
ótroyttiliga givið út Barna-
tíðindi, og annað blað í ár er
komið, nr. 3-4.
Har eru sum vant sýgur og
sagnir og frásagnir av yms-
um slagi. Sumt er umsent,
men tað mesta er úr okkara
egna.
| |
. Konfirmation
Dyra bididag verdur Anja
Møller, Hósvík, dóttur
Annie Erik Møller,
fermd í Uldum kirke.
Adr.: Nørregade 1, 7171
Uldum.
Jens vard føddur 2. mai 1914 f heiminum hjå Poulinu
Pállsson og Jens Paula í Dali undir Pisuvarða. 16 ára
gamalur fór hann á studentaskúla í Danmark, og fór
síðan at lesa til landinspektør.
Í 1936 giftist hann við Secco, og eiga tey trý børn,
Jan, Unnur og Jens. Undir krígnum fekk hann arbeiði
hjá Geodætisk Institut og kom á henda hátt eisini at
virka í Grønlandi summrini 46-49. Fyri tað dygdar-
arbeiði fekk hann Fortjenstmedaljen.
Fyrst í fimtiårunum varð hann biðin at koma heim
til Føroya at vera stjóri á Matrikulstovuni. Hann
gjørdist útskiftingarformaður eftir Líggjas Húsgarð,
bónda í Syðruggtu. Atavloysa ta gomlu tinglesingar-
skipanina vórðu nýggjar lógir um tinglýsing og
matrikulering framdar, og var Jens við til at tilevna
hesar.
Her bleiv honum tó ov trongt, og tí átók hann sær í
1963 starvið sum stjóri á skrivstovuni hjá Den
Danske Landinspektørforening. Fyri hetta felag lut-
tók hann sum aðalskrivari í norðurlendskum og al-
tjóða samstarvi. Eisini her hevdi hann eina mennandi
ávirkan. Hetta starv røkti hann til hann fór frá vegna
aldur. Jens varð kosin til heiðurslim í hesum felag, og
býr hann í felagsins húsum á Lindevangs Alle 4, á
Frederiksberg.
Jens hevur ikki gloymt, at hann er Føroyingur, og
vit, sum hava havt ta gleði at vitja í heiminum hjá
Honum og Secco, kunnu minnast aftur á nógvar ríkar
løtur. Altíð fryntlig og gestablíð hava tey tikið ímóti
okkum í teirra vakra og hugnaliga heimi. Altíð til
reiðar at skifta orð, ongantíð líkasæl.
Tey ferðaðust nógv, vóru á gongutúrum í Sama-
landi og aðrastaðni, ella fóru til stórbýir sum Paris og
Rom, har framsýningar, sjónleikur og søgulig stød
vórðu vitjað. Jens hevur stóran alsk til sjógvin, sjálv-
ur hevur hann bát og hevur siglt nógv. Í 1985 sigldi
hann saman við soninum Jan, vinmanninum Bo og
abbadóttrini Mariu til Føroya í seglbátinum Anika.
Tokka til Føroyar hava tey bæði altíð havt. Hetta
kom eisini til sjóndar, tá Secco andaðist á heysti
1992. Hon varð eftir egnum ynski jarðað í Føroyum.
Seinastu árini hevur Jens arbeitt nógv við ættar-
gransking og eldri korttilfari. .
Góði Jens, vit ynskja tær hjartaliga tillukku á fød-
ingardegnum og ynskja tær blíðan byr framyvir.
Skyldfólk
Mánadagin 2. mai 1994 kl. 15.00 verður opið hús á
Frederiksberg, har Jens bjóðar øllum vinum, kenn-
ingum og skyldfólki vælkomnum.