Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 29. APRÍL 1994 Síða 5 Tíðindablaðið [ sosialurin | Fornminnissavnid i Målingahandilin: Nú kunnu kirkjubøstolar og rúnasteinar koma heimaftur Fyri fýra milliónir verður hølisspurningurin hjá Fornminnis- savninum loystur Tey seytjan umboðini úr samgonguni og eittans umboðið úr andstøduni hava samtykt at loyva landsstýrinum at keypa bygningin hjá Målinga- handlinum í Hoyvík til Fornminnissavn. Bygningurin fæst fyri tvær milliónir, og ætlanin er at nýta aðrar tvær til um- vælingar og umbyggingar. Bygningurin skal nýtast til — framsyningar og goymslu hjá Føroya Fom- minnissavni. Landsstýrið heldur, at hetta er ein góð fyribilsloysn, men ásannar, at hetta er ikki loysnin fyri alla framtíð-, tí miðað verð- ur ímóti, at byggja eitt veruligt tjóðsavn til fram- sýningar, tá ráðini verða til tess. Men hesin bygning- urin skal tó eisini tá nýtast til goymslur. Húsini eru í tveimum hæddum, tilsamans stívliga 1600 fermetrar. Landsstýrið vísir á, at Fornmissinssavnið fær mangar fyrimunir fram um nú, við hesum bygningin- um. Millum annað, at fram- syningarhøli og goymsla fáa góð og trygg viðurskifti. Bygningurin liggur væl fyri í mun til fyrisiting og ætlaða útisavnið í Hoyvík, og har- aftrat verða arbeiðsviður- skiftini = eisini munandi betri. Nú verður eisini møgu- leiki at seta upp stórri framsyningar og møguleiki verður eisini fyri serfram- sýningum. Somuleiðis verður nú møguleiki at taka føroysku gripirnar heim frá Nationalmuseet. t.d. kirkju- bøst6larnar og rúnasteinar. tór.- Hesi eru húsini landsstýrið nú fer at ypa til Fornminnissavn Mynd: Kalmar Jógvan A. Johannesen um Fiskavirking: Argar fólk við omum virkjum P/f Fiskavirking fekk av at vita á tingfundi Fólkaflokkurin vildi hava løgtingid at samtykkja, at landsstýrið skuldi áleggja almennum grunnum og stovnum, sum eiga partapening í Fiskavirking, at hesir skulu virka fyri, at flakavirkini hjá partafelag- num verða boðin út til sølu. Ídnaðarnevndin hjá løg- tinginum hevur havt málið til viðgerðar. Umboðini fyri samgonguflokkarnar taka ikki undir við tí. Flemming Mikkelsen sigur, at hann mælti upp- runaliga frá, at flakavirkini vóru løgd saman í eitt felag, men hetta sjónarmið vann ikki frama tá. Tað má man so finna seg í, og nú Fiskavirking er komið, eig- ur felagsskapurin at fáa ein kjans, sigur sambandsum- boðið, sum tú ikki tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Umboðið hjá Fólkaflokkinum, Olaf Olsen, tekur hinvegin undir við uppskotinum. Samgongumenn atkvøddu fyri Men hóast samgonguum- boðini í ldnadarnevndini ikki atkvøddu fyri uppskot- inum hjá Fólkaflokkinum, o møguleiki er at selja virkir út úr Fiskavirking, taka onnur samgonguum- boð undir við uppskotinum. Tá atkvøtt varð um málið mikudagin atkvøddu mill- um aðrir Jógvan A. Jo- hannesen og Frank David- sen úr Javnaðarflokkinum fyri ú. Frank Davidsen vildu tó ikki geva Fiskavirking skyldina fyri allar landsins ólukkur, og vísti á, at í teimum 11 árunum frá 1981, tá flakavirkið i Sør- vági varð rikið privat, varð skuldin í virkinum tíggju- faldað, hóast nóg mikið var av fiski. Frank Davidsen helt tað vera í so nógv sagt av Fólkaflokkinum at billa fólki inn, at eingir trupul- leikar eru at lata øll landsins flakavirkir uppaftur her og nú. Skal fiskurin, sum í dag kemur upp á land, býtast í lutfalli til øll virkini, høvdu ikki verid fleiri enn 1500 tons til virkid i Sørvågi, og tað hevði virkið ikki liva leingi av Argar við tómum virkjum Jógvan A. Johannesen vildi heldur ikki siga, at tá alt var privat, tá var alt so gott, men » Tómu flakavirkini bert arga fólk, heldur Jógvan A. Johannesen, løgtingsmadur hann helt kortini ikki at vit hava nakað at missa um uppskotið hjá Fólkaflokk- inum verður samtykt, og hann játtaði eisini sín stuðul til uppskotið. -Tað kann tykjast, at Fiskavirking brúkar tey tómu virkini at arga fólk, segði sandoyartingmaðurin tór.- Smyril hevur havt stóran týdning á farðleiðini til Skotlands, hildu fleiri tingmenn. Mynd: Kalmar Smyril á tingi: Fólkafloksmenn stríðast um Smyril Birgir Danielsen sigur seg ivast í, um Strandferðslan hevur loyvi at røkja uttan- landssigling. Nú, nú, — ikki so negativur, sigur eim partamaður hansara Tað var serliga um uttanlandssiglingina hjá Smyrli, tingmenn høvdu hug at kjakast, tå rokn- skapurin hjá Strand- ferðsluni fyri 1992 var til viðgerðar. Hetta gjørdist meira at kalla eitt innanhýsis kegl í Fólkaflokkinum enn flokkanna millum. Fólkafloksmenninir, Birgir Danielsen og Svend Aage Ellefsen vóru ógvuliga ósamdir um uttanlandssiglingina hjá almenna skipafelag- num. Loyvi ella ikki? Birgir Danielsen segði seg ivast í, at Strand- ferðslan yvirhøvur hev- ur loyvi til at røkja uttan- landssigling. Serliga tá rutan gevur dundrandi undirskot, sum hann tók til. Hinvegin gav Svend Aage Ellefsen parta- manni sínum skyldina fyri, at tað ikki eydnaðist at skipa uttanlands- siglingina hjá Smyrli í sjålvstødugt partafelag, so lættari var at fylgja við fíggjarligu gongd- ini. Fólkafloksmaðurin í Vágum helt Smyrlarut- una til Aberdeen hava havt sín stóra týdning fyri útflutningin, men Birgir Danielsen vildi fegin gera greitt, at hann ongan lut eigur í iva- sama heiðirinum av, at Smyril siglir uttanlands. Sleit landsstýrið Vilhelm Johannesen helt, at tað var hóast alt at fegnast um, at fólka- floksmenn nú dugdu at síggja tað skilagóða í eini tílíkari rutu. Hann vísti á, at í 1980 vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin í lands- stýrinum. Tá var ætlanin at seta Smyril í uttan- landssigling, men hes- um vildi Fólkaflokkurin ikki vita av og hótti við at slíta landsstýrissam- gonguna, sum hann eisi- ni gjørði. -Men tað eru guðs børn ið batna. 14 år skuldu ganga, men vit fegnast kortini at fólka- floksmenn nú hava skilt tydningin av uttanlands- siglingini, segði Vil- helm Johannesen tór.-