Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkaræðið vann UMSKIFTIÐ í Suðurafrika er ein tann størsta hending í okkara øld. Fólka- ræðið hevur sigrað í Suðurafrika. Eftir øldir við hvítum yvirvaldi og eftir 45 ára apartheid hevur Suðurafrika fing- ið eina stýrisskipan, har atkvødusedil- in og ikki húðaliturin ger av, hvor ið skal stýra landinum. Leiðin fram til hendan stóra dag hevur verið drúgv og long, men sjálvt skiftið frá apartheid- diktaturi til fólkaræðisliga stýrisskip- an hevur gingið bæði skjótt og væl. Skiftið hendi uttan blóðuga kollvelt- ing, men á vanligan demokratiskan hátt. Allur tann demokratiski heimur- in fegnast og tað við góðari grund. TAÐ ERU nógvar orsøkir til, at tað endiliga eydnaðist at fáa rasistisku samfelagsskipanina avtikna. Vit halda tað vera rætt at nevna nakrar av hesum orsøkum her. Fyrst av øllum er tað miðvísa og framúr vælskipaða stríðið hjá ANC fyri fólkaræði og rætt- vísi, ið hevur borið frukt. Men hetta stríð hevði verið til fánýtis, um ikki al- tjóðasamfelagið raknaði við og setti rasistiska stýrinum í Pretoria stólin fyri dyrnar. Eftir tógvið stríð og hart trýst — ikki minst úr teimum demo- kratisku Norðurlondum eydnaðist tað at fáa ST at samtykkja handilsboykott móti Suðurafrika. Qll, sum kendu muruna og skaplyndið í apartheidhug- myndini skiltu og vistu, at annað vápn gavst ikki. Vápnað kollvelting lá ikki til ANC og hevdi heldur ikki fingið stuðul Vesturheimsins. So var bert boykottið eftir og hetta vísti seg sum drúgvt, men effektivt vápn. ØRINDAREKAR apartheidstýrisins trutu tíverri ikki sért fyri vestan — heldur ikki her hjá okkum. Peninga- heimurin fyri vestan, ið vann 6meta- ligar upphæddir við apartheidskipan- ini, har verkafjøldin var undirlønt og kúgað, mutaði ímóti og royndi at sabotera tiltøkini. Roynt varð at billa veljarunum fyri vestan inn, at boykott- ið rakti tey svørtu og littu harðari enn tað vinnulív, ið livdi høgt upp á apart- heid. Hetta var eisini roynt her hjá okkum. Øll minnast orðaskiftið í bløðunum, í sjónvarpi og á tingi, har fólkafloksmenn og vinnulfvsmenn við Óla Breckmann á odda mæltu frá føroyskari luttøku í altjóða boykotti- num móti apartheidstýrinum í Suður- afrika. ONGANTÍÐ hvørki fyrr ella seinni hava fólkaflokkurin og Óli Breck- mann so dyggiliga avdúkað seg sjálv- ar, sum tá spurningurin um føroyskt boykott av Suðurafrika varð uppi í fjølmiðlunum, millum manna og á tingi. Tað, sum politiskir flokkar og undangongufólk í øllum heiminum kundu semjast um, ja, sjálvt Reagan og Thatcher kundu ganga við til, nevniliga at venda apartheidhug- myndini bakið, megnaði fólkaflokk- urin ikki. So lítið var demokratiska veiggið í hesum flokki og stavna- manni hansara. Og tað eydnaðist teim- um í fyrstu atløgu at forða fyri, at Før- oyar tóku lut í altjóða vinnuliga boy- kottinum móti apartheidstýrinum, Sum einasta demokratiskt valda parlament í heiminum sýtti Føroya løgting í fyrstu atløgu fyri at boykotta Suðurafrika. Tíðindini fóru um allan tann demokratiska heimin og skomm- in vaskast ongantíð av aftur okkum. Ja, tað var enntá so vindandi galið, at fólkaflokkurin vann eitt val upp á henda spurningin. Útlitið til lættan løtuvinning, kosta hvat tað kosta vil, var sum ikki einaferð leidarastjørna fólkafloksins. Ikki fyrr enn trýstið frá umheiminum var vorðið so hart, at ikki slapst uttanum boykotti, boygði fólkaflokkurin seg — ikki av sannfør- ing, men av neyð.. MEN VIT fara at lata hetta fara aftur við borðinum og fegnast um, at tær demokratisku kreftimar hóast alt vunnu. Tað góða vann til endans á tí ónda, soleiðis gongur tað tíbetur við hvort her í verðini. Nú verður farið til verka í Suðurafrika. Lætt verður tað ikki, men er tað nakar, sumkann greiða trupulleikarnar, so er tað ANC við Mandela á odda. Mandela er ein hin mætasti statsmaður í okkara øld. ANC er ein gamal og sera vælskipaður politiskur flokkur og sáttarpolitikkur Mandela mótvegis teimum Tjóðskap- arflokkinum og Inkata kemur uttan iva at vísa seg at vera bjargingin fyri Suð- urafrika. Men Vesturheimurin má hjálpa til til tess at fáa búskapin á føtur aftur og júst í hesum sambandi er tað, at såttarpolitikkurin fer at geva dupult úrslit. Endamálið við hesum politikki er eitt Suðurafrika fyri øll, sum har liva. Hetta gevur álit hjá teimum, sum ætlasær at gera fløgur í Suðurafrika og fløgur eru ein av mongum fortreytum fyri at fáa búskapin aftur á fótur. MEIRILUTIN av hvítu íbúgvum Suð- urafrika hevur víst rasismuni bakið. Hetta er sera positivt. Meirilutin av teimum svørtu tekur undir við sáttar- politikkinum hjá Mandela og er hetta ikki minni hugaligt, so alt samantikið er framtíðin bjørt hjá Suðurafrika, hó- ast trupulleikarnir eru stórir og drúgv tíð fer at líða, áður enn vunnið verður á teimum. SOSIALURIN Bilar til selu OPEL ASCONA 1600 í góðum standi og MAZDA 929 GLX 2200 í bíliga til sølu Tlf. 32275 - 33263 Avgreiðslufólk Vegna stóra øking í avgreiðslu av flog- ferðaseðlum, verður hervið sekt eftir einum fólki at byrja beinanvegin. Viðkomandi skal helst hava royndir inn- an sølu av flogferðaseðlum gjøgnum bileggingarskipanina »Amadeus«. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn vid møguligum prógv- um og viðmælum skal sendast: 5 P/SMYRIL LINE 110 Tórshavn, Att.: Annika Andreasen Æ ÆK Plantið 1 sitt træ Havnarfólk hava plantað tre í 100 ár, og við sínum vøkru urtagørdum er Havnin vorðin víðagitin sum greni býurin í bláa havinum. Tórshavnar byråd hevur aftur í år trø at lata áhugaðum borgarum at planta í urtagarðarnar. Tey húski, sum ynskja at fáa eitt træ til urtagarðin frá Tórshavnar býráð, verða biðin um at venda sær til avgreiðslu bý- ráðsins á fólkayvirlitinum fyri at fáa út- flyggingarsedil frå 9. mai—16. mai 1994. Trøini verda at fåa å Grédurstødini vid Hvitanesvegin månadagin tann 16. mai frå kl. 9.00—18.00. TORSHAVNAR BYRÅD SILD — SILD — SILD Hesa vikuna avgreida vit sild i Havn. Næstu viku fara vit vid sild út á bygd. | Í spannum á 5 kg og 2,5 kg | kr. 220,- kr. 120,- kr. 200,- kr. 110,- Kryddsildafløk 5 kg Kryddsildafløk 2,5kg Saltsildafløk — 5 kg Saltsildafløk 2,5kg (Skrædu- & beinfri) Verður koyrd til hús í Havn. Annars við Strandferðsluni. (5 kg spannir). | SILDAGOYMSLAN | | Stoffalág 17 - TIf. 12355 - kl. 9-13 | Bátur ynskist Vit eru nøkur børn í Barnagarðinum við Velbastaðvegin, sum ynskja okkum ein bát (4-6-mannafar) at spæla við í garði- num. Er tað nakar, ið eigur ein tílíkan, so sig vinarligast frá á tlf. 14373. Barnagarðurin við Velbastaðvegin ——