Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 82 — 3. MAI 1994 Síða 13 Sandoyingar steðga ikki á B71 heuði ikki stórvegis trupulleikar vid at basa TB, hósat gestirnir gjórdu góða mótstøðu í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki orkaði TB ikki meira, og tá gekk hin- vegin sum fótur í hosu hjá B71 við Torbirni á odda 1. deild, menn: B71-TB 4-1 (2-1) Tad røkist ikki fyri, atnakað lið í løtuni fær steðga B71, ið tykist hava funnið stór- formin frá 1989 aftur. Og samstundis gongur væl hjá GÍ, ið liggur eitt vet framm- an fyri B71 á stigatalvuni, men hesi liðini metast ikki fyrr enn 23. í hesum, so tá kanska annað fær steðga hinum — livst so spyrst. TB fekk sín næsta kjans í år at gera nakað við B71 sunnudagin, men heldur ikki hesaferð bar til hjá TB. Og hesaferð gekk ikki so væl við spælinum sum í fyrra dystinum, sum var í steypakappingini, so ringt er at meta um, hvussu væl TB er fyri. Tvøroyrarmenn hava eis- ini í sínum báðum fyrstu dystum mett teimum báð- um liðunum, ið liggja best fyri í 1. deild fløtuni. GÍ var å Sevmyri síðsta vikuskiftið og fór avstað aftur við báð- um stigunum. Sandoyingar løgdu hart út móti TB, og fyrsta korterið Torbjørn leggur upp til at koma á nýggja landsliðið kundu fleiri enn tað eina málið komið. Hetta málið fekk B71 burtur úr brots- sparkið, ið TB-málverjin kom at gera móti besta spælaranum í dystinum, Torbirni Jensen, tá hesin gjørdist púra leysur. Sjålvur setti Torbjørn brotssparkið í netið til 1-0. Tað eydnadist B71 at koma á odda 2-0, men áðr- enn hevdi Oli Johannesen havt ein stóran TB-kjans, tå hann eftir hornaspark skall- aði beint yvir málinum hjá Valdemar Novisci. SS Torbjørn Jensen var nógv besti spælarin á vøllinum, tá B71 og TB hittust á Sandi. Myndir: Emil Simonsen Næsta málinum hjá B71 syrgdi Jógvan Jón Petersen fyri, tá hann tamdi eitt inn- legg frá Bjarka úr vinstru síðu. Jógvan Jón, ið var staddur í vinstru síðu, tók bóltin niður og lobbaði upp um TB-málverjan í einum. Eitt sera vakurt mál. Nú kom TB meira við í dystinum, og atsóknimar móti B71-målinum gjørd- ust fleiri í tali. Tað endaði eisini við, at TB miðskeiðis í fyrra hálv- leiki fekk minkað um mun- in, tá trunkaspæl framman fyri B71-målinum endaði við, at Óli Johannesen tók og smekkaði harraleysa bóltin upp undir nettakið og harvið minkaði um munin til 2-1. Við eitt sindur meira hepni kundi TB enntá havt javnað og kanska fingið okkurt málið aftrat næstu løtuna, tá bæði Oli og Bogi Johannesen høvdu kjansir. Men polski B71-målverjin stóð væl. Í hinum endanum kundi B71 eisini økt um leidsluna i fyrra hålvleiki, tå Bjarki eftir stutt hornaspark skall- aði upp um TB-málið. Var spælið gjøgnum- gangandi javnt í fyrra hálv- leiki, yvirtók B71 alt spælið í seinna hálvleiki, og tað tóktist, sum TB-ararnir ikki vóru so væl fyri at geva ta neyðugu m6tstøduna, tá ið sandoyingarnir settu ferð á spælið. Tvær ferðir Torbjørn Hetta gav eisini úrslit í tveimum fórum, har tað var Torbjórn Jensen, ið stóð fyri skoringunum. Fyrra málið, ið kom einar tiggju minuttir inn í seinna hálvleik, var ein perla av tí aðry. verð. Páll á Reyna- túgvu sendi bóltin úr høgru síðu yvir í vinstru, har Tor- bjørn við hælinum tók og spældi bóltin fram um seg sjálvan og síðani sendi bólt- in upp í trikantin, uttanat 2. deild, menn: B68-Sumba 0-1 (0-0) Sumbingar mundu hava meira enn tað eina stigið fkvittanum, tå teir komu nordur um Suduroyar- fjørd at spæla m6ti B68 á Toftum. Men måtstødan frá toftamonnum var hørd, og yvirhøvur gekk javnt á í dystinum á Svanga- skarði, sum í drúgvum løtum kundi bjóða rætti- liga gott fótbóltsspæl frá báðum liðum. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði toftamenn og sum- bingar næskar royndir, men eingin var beinleið- is innan fyri målramm- una, og tí komu heldur eingin mál burturúr. Men í seinna hálvleiki tóktist, sum sumbingar ikki longur vóru hugaðir at býta spælið millum seg og toftamenn, og tað fyrsta korterið var eisini stórt sæð bert at bíða eft- ir, nær áhaldandi trýstið hjá Sumba fór at geva mál. Tað gjørdi tað so, tå gott og væl tíggju min- uttir vóru spældir av seinna hálvleiki. B68- verjan forfummaði seg og fekk ikki bóltin úr egnum gki, og tað end- aði so við, at Dánjal Jo- han Joensen úr 20 metra fjarstødu royndi seg vid langskoti, eftir at B68- aramir nærmast høvdu lagt bóltin fyri føturnar á honum. Bóltúrin streyk upp í vinstra málhorn, og annars vælspælandi Birgir Dimon hevði ein liv- andi kjans at taka skotið. Sandoyingarnir høvdu so eisini onkrar aðrar royndir. Eitt nú spældu Páll og Eli Hentze seg igjøgnum, og endaði hetta álopið við ein- um skoti á stongina. Tá eitt korter var eftir, setti Pjotr Krakowki gongd á álop, tá hann fekk fatur á bóltinum á miðjuni og dróg út í høgru síðu, fyri síðani at skifta við 50 metra langari sending yvir til Torbjørn í vinstru síðu. Hesaferð rann hann frá Jóan Peturi Olgar- son og fintaði málverjan, fyri síðani at skjóta bóltin í tóma málið til endaligu støðuna 4-1,ið gav B71 sess Sumbingar brúktu sín málkjans Eyðun Petersen í B68- málinum hevði ongan møguleika, hóast hon- um hepnaðist at fáa sett síni fingramerki á bóltin, áðrenn hann fór inn. Aftan á málið javnað- ist spælið aftur, og tvær tær næstu atsóknirnar átti B68, men framvegis uttan at geva Fróða Mor- tensen, ið aftur vardi málið hjá sumbingum, ov mikið at gera. Eisini sumbingar vóru framvið onkuntíð — ser- líga ta ferðina, tá mál- skjúttin Dánjal Johan heilt inni á S-metrinum blakaði seg fram fyri at skalla innlegg úr høgru rakti bóltin. : Samanumtikid roynd- ust sumbingar betur i hesum annars rættiliga javna dysti, og teir vóru eisini menn fyri at brúka kanska einasta veruliga málkjansin í dystinum, meðan B68 var ov nógv »lige ved og næsten« í sinum ålopsspæli. f hvussu er fegnadust sumbingarnir Oført, tå dómarin bríkslaði dyst- in av. Teir taptu nevni- liga rættiliga óvæntað fyrsta dystin móti upp- flytarunum úr HB. Toftamenn fingu ikki nakað burturúr hesa- ferð, men givid er, at B68 saktans kann taka frá hinum liðunum, tí liðið hevur í løtum gott samanspæl, ið eigur at geva meira, enn tað gjørði leygardagin. bj. í oddinum saman við GI. Aftan á hetta síðsta málið hevði B71 einar triggjar góðar kjansir aftrat, men tó spurdist ikki meira burturúr royndunum. Heilt týðiligt er tó, at B71 er sera væl fyri, og torført verður at steðga teimum á sigursrødini saman við Gl. Men hinvegin, so er hópurin sum altíð sera viðbrekin, um liðið skuldi fingið nakrar skaðar at drigist við, tí ikki er so nógv fólk at taka av. So sandoyingar ganga nú við krossaðum fingrum og vóna, at allir halda sær í góðum standi. (hj.)