Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TEP:05 a … Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 82 — 3. MAI 1994 Síða 15 + NSI:»Rend mig i traditionerne« Runavíkingar gjørdu enda á marru síni — ongantíð at hava vunnið á HB í Runavík — tá teir sunnudagin fóru austað við báðum stigunum í einum kanska ríkiliga stórum 4-1 sigri, har bæði liðini høvdu nógvar kjansir 1. deild, menn: NSÍ-HB 4-1 (2-1) Fyrstu orðini, ið komu um varrarnar á Eyðuni Gaard- bo, veteraninum á 1. deild- arliðnum hjá NSÍ, eftir at dysturin í Runavík sunnu- dagin var av og NSÍ hevði vunnið 4-1 á HB, vóru hesi vælkendu: >Rend mig í tra- ditionerne<. Og tað kundi hann eisini saktans siga, tí hóast hann mangar ferðir hevur verið á velli í Runavík móti HB, bæði í landskapping og steypakapping, hevur hann ongantíð áður verið við til at vinna á HB í 1. deildardysti á heimavelli. Skal ein trúgva sifrunum, kundi sæð út til, at NSÍ av álvara hevði niðurspælt HB og vunnið stórsigur uttan nakrar trupulleika, men so var ikki heilt. Eitt nú kundi Rúni Nolsøe við buldrandi skoti á stong- ina tíðliga í seinna hálv- leiki, tátað var 2-1 til NSÍ, givið dystinum heilt aðra gongd. Eisini kundi Andreas F. Hansen við skallara á stong- ina broytt dystin, tå stødan var 3-1. Hinvegin er heldur einki at liggja omaná, at NSI eis- ini kundi havt tryggjað sær ein enn stórri sigur, tá Uni Hansen við hælinum spældi Arnfinn Langgaard frían, men hesin sendi beint við síðuna av Kaj Leo Johanne- sen og HB-målinum, ella tá Jack Jacobsen í seinna hálv- leiki hevði stóran kians. men skjeyt í beinini á Kaj Leo. Jú, målkjansimir trutu ikki í Runavík sunnudagin, og bæði lið kundu verið far- in av velli við fleiri málum eftir teir 90 spennandi min- uttirnar, har einki var av- gjørt, fyrr enn Símun Dani- elsen eftir góða fríspæling frá Jack sendi bóltin í mesk- arnar, tá tíðin var um at vera runnin. NSI betri byrjan NSÍ byrjaði dystin betri enn gestirnir, og heldur ikki vóru meiraenn tólv minuttir farnir, tá fyrsta málið kom. Djóni N. Joensen spældi Amfinn gjøgnum tað mang- an tunnu HB-verjuna, og hann fór heilt aftur á bak- linjuna, áðrenn hann smekk- aði hart innfyri, har eingin fekk fatur á bóltinum, fyrr enn Uni Hansen, ið fylgdi kjansinum upp, fekk sett knæið á, so bólturin sprakk í HB-netið til 1-0. Seks minuttir seinni gav NSI-trýstið aftur úrslit, tå Djóni sjálvur fór igjøgnum eftir at hava fingið góða sending frá Elian Hansen. Jack var eisini frammi í frontinum hesa løtuna, og við at sleppa sær út í høgru síðu, fekk hann alla HB- verjuna við sær, so Djóni púra einsamallur kundi draga í vinstru, gerast ein- samallur við Kaj Leo og skora til 2-0. HB meira ålop Eftir hetta steðgaði NSÍ upp, meðan HB meira og meira tók stig til ålopsspæl, og hetta gav eisini úrslit beint áðrenn hálvur tími var farin. Gunnar Mohr fór sum ein ørvur frameftir í høgru síðu og smekkað flatt inn- fyri, har Jan Allan Miiller púra leysur kundi plasera bóltin fram við Trúgva Mortensen í NSÍ-málið. Seinna hálvleik byrjaði HB betur, og beinanvegin varð trýst lagt á NSÍ. Hans Petur í Brekkunum var eis- ini farin út ís teðginum, og í hansara stað kom John Heri Dam, so eyðsæð var, at HB vildi broyta gongdina í dystinum og fáa meira futt í álopið. Tað var hesa løtuna, at John Heri Dam hevur bóltin millum tveir NSÍ-arar, Jack Jacobsen og Kára Hansen Mynd: Hilmar Jan Rúni Nolsøe skjeyt á stong- ina og kundi havt javnað fyri HB. Men meira kom ikki burturúr í fyrsta umfari, og í staðin varð tað Arnfinn- ur Langgaard, ið økti um leidsluna hjå NSI, tå hann vid frekum skoti år 35 metr- um legdi NSI å odda 3-1. Kaj Leo stóð inni á strikuni, men tók eitt fet ella tvey út úr málinum, tí hann roknaði við innleggi. Men hetta gav bara, at bólturin frá Arn- finni slapp at sigla upp um fingrarnar á Kaj Leo og inn undir yvirliggjaran í málið. Fyri Arnfinn var hetta ein perla, meðan tað fyri Kaj Leo var ein katastrofa! Beint eftir hevði Andreas kjansin at minka um munin við skallaranum á stongina, og tíggju minutir seinni setti HB enn ein álopsspæl- ara inn á vøllin, tá smá- skaddi Sigfríður Clement- sen kom inn fyri miðverjan Jón Dahl og Rúni Nolsøe fór longur aftur á vøllin — allar- helst fyri at stýra uppspæl- inum hagani. NSI á kngunum Hesa næstu løtuna hevði HB runavíkingar á kngun- um í drúgva løtu, har eitt nú Jan Allan við eitt sindur stórri neyvleika kundi havt skotið í hálvtóma NSI-mál- ið eftir innlegg frá Gunnari. Eisini hevði Sigfríður onkra góða skotroynd. Men so ernaðist heimalið- ið aftur móti endanum, og í 90. minutti syrgdi Símun sum nevnt fyri endaliga úr- slitinum 4-1. Sigurin var uppiborin, men sum nevnt fyrri i grein- ini, kundi dysturin komið at sæð heilt ødrvisi út, um HB var heppið at fáa mál til 2-2. Verjan hjá NSÍ spældi væl, og álopsspælararnir hjá HB fingun sera stuttan snór, so lítið kom burturúr. Hinvegin var verjan hjá HB einki at rópa hurrá fyri, og hon viknaði í stórum fyri hverja útskifting, HB gjørdi í seinna hálvleiki. Óivað ber tó til at styrkja munandi um hana, tá Jóannes Jakobsen og Jan Dam eru við aftur, men sum nú er, virkar hon altov illa og tykist ikki hava nakra serliga stýring. Men runavíkingar vóru altso ovurfegnir fyri sigurin, og tað mundu vera fleiri, ið hugsaðu tað, Eyðun Gaard- bo segði »Rend mig í traditi- Oneme<. hj. Hvalbingar tóku tað mista aftur 2. deild, menn; Royn-NSÍ 5-0 (1-0) Við seinking í eina viku fingu hvalbingar móti uppflytarunum úr NSÍ góða byrjan á kapping- arárið við stórum sigri. Veðrið snýtti teir, tá teir fyrsta umfarið áttu at spæla móti VB, og tann dysturin varð avblåstur eftir lítlari lotu, tí vind- urin forðaði fyri, at gjør- ligt var at spæla. Leygardagin var vind- urin ikki nøkur fording, og Royn kundi fara av velli eftir lokna dyst við tveimum stigum og ein- um plássi millum trý tey bestu liðini í 2. deild. Gestirnir úr Runavík megnaðu kortini leingi at halda tørn í dystinum é grasvøllinum í Hvalba, og í hålvleikinum var stóðan bert 1-0. Málið vóru runavíkinganir sera eftir fríspark, ið teir ikki hildu hava hald í veru- Jonhard Hansen varð dømdur at hava tikid bóltin við hondini uttan fyri brotsteigin, hóast hann stóð væl inni í brotsteiginum, meðan dómarin frá miðjuni helt sg nakað annað. li Jensen varð settur at skjóta frísparkið, og tað smekkaði hann upp í tríkantin, uttan at Jon- hard heyði nakran kjans at taka skotið. Spælið var annars nak- aðjavnt í fyrra hálvleiki, og Í byrjanini av seinna hálvleiki royndi NSÍ at fáa javnað, men uttan at tað bar til. Hinvegin sluppu hvalbingar framum 2-0, tá Jón Ell- endersen gjørðist sera leysur og kundi skora. Hann gkti eisini um munin til 3-0, áðrenn innskifti Jan Ole Farstad og veteranurin Vilmund Mikkelsen syrgdu fyri at slåa sigurin fastan, eftir at NSÍ fullkomuliga var skramblað saman og ikki megnaði at geva hval- bingum mótstøðu meira FS Vágar bjargaði í 2. deild, fara at standa seg, fara komandi dystirnir kanska at vísa, tá mót- stødan verður stórri, men tað tykist, sum álopið er sterkt við fleiri málsókn- um spælarum, so kanska er 5-0 sigurin ikki bert - ein eingangshending. NSÍ-liðið var ikki full- mannað hendan dystin, so tí fekk liðið ikki fald- að seg út í fullari styrki, men eins og hini >eyka- liðini< B68, HB og KÍ er ikki óhugsandi, at NSÍ kann gera leiðina upp í I. deild torføra hjá onkrum av favorittunum. (hj.) Ítróttur i morgin Tíðindablaðið Sosialurin hevur í morgin fråsøgn frá ollum dyst- unum í 3. deild, umframt hagtøl hagani. Eisini verða málskjútta- listarnir frá 1. og 2. deild við