týsdagur 3. mai 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
t
i
5) 3.
L/F Fiskasølan gjørdist partafelag i evstu løtu
Var um at fara
á húsagang
-Fingu teir limirnir, sum ynsktu tað peningin úr tiltaksgrunnin-
um, so var L/F Fiskasølan insolevent, sigur Svend Thulesen,
neundarformaður
Dagurin 10. desember verð-
ur ein serligur dagur fyri
føroyska tflutningssøgu.
Hendan dagin varð av-
gerðin tíkin at gera luta-
felagið L/F Føroya Fiska-
sóla um til eitt vanligt parta-
felag undir navninum Far-
oe Seafood P/F.
— Limir, sum áttu um 45
milliónir í tiltaksgrunnin-
um, høvdu longu tá sagt upp
og fingu hesir hendan
pening útgoldnan, so var
lutafelagið longu insole-
vent, sigur Svend Tulesen,
nevndarformadur.
— Tíðin er fyri langari tíð
síðan farin frå Fiskasøluni
sum lutafelag. Jákup í
Lopra skjeyt upp fyri einum
sjey árum síðan at broyta
felagið til partafelag. Men
hetta vann ikki frama í um-
bodsnevndini. Nú vórðu vit
so tvingaðir til at broyta
felagið tl partafelag,
gjørdu vit einki, so var
ongin Fiskasøla til og eini
50 útflytarar høvdu bitist
um okkara útflutning, sigur
Svend Thulesen.
— Fiskasølan hevur mist
nógvan pening seinasta
árið. Ævintýrið við frystum
fiski kostaði dýrt. Vit hava
setteini 90 milliónir av móti
tapi bæði av frysta fiskinum
og av limum, sum eru illa
fyri fíggjarliga. Fiskasølan
hevur mist nógv virði.
Skrúva vit tíðina trý ár aftur,
so átti Fiskasølan partabrøv
í Sjóvinnubankanum til
kurs 400. Hesi høvdu virðið
av 100 milliónum. Alt hetta
er burtur aftanå endur-
figgingina av bankunum,
sigur Svend Thulesen.
— Fiskasølan hevur verið
vid til at figgja gott helvtina
av føroyska útflutningin-
um. Hetta er serliga gjørt í
samstarvi við Hambroes
Bank í London og Den
Danske Bank. Vórðu ikki
broytingarnar gjørdar i
bygnadinum hjå Fiskasøl-
uni so høvdu vit ikki fingið
ådurnevndu bankar at fíggj-
að okkara útflutning. Før-
oyski bankin er ikki nóg
sterkur fíggjarliga at fíggja
okkara útflutning, sigur
Svend Thulesen.
— Faroe Seafood P/F er
rímuliga sterkt fíggjarliga í
dag. Felagið hevur 25 milli-
ónir krónur í eginpeningi.
Harumframt eigur føroyski
bankin 50 milliónir í
ábyrgdarpeningi, sigur
Svend Thulesen.
— Á aðalfundinum var
avgjørt, at partabrøvini hjá
L/F Føroya Fiskasølu í ný-
stovnaða dóttirfelagnum
Faroe Seafood P/F skuldu
Nr. 82 — 3. MAI 1994 Síða 17
Tíðindablaðið
býtast út til limimar og
harvið javna út innistand-
andi í tiltaks- og skuldbind-
ingargrunni L/F Feroya
Fiskasgla.
— Kredittmøguleikamir
eru eisini tryggjadir næstu
fýra árini. Vit hava fingið
eina fýra ára avtalu við teir
bankar, sum vit samstarva
við. Avtalan tryggar kon-
sernini kredittmøguleikar
uppá tilsamans 390 milli-
ónir krónur. Hetta ger at vit
eru væl fyri at standa fyri
útflutninginum av føroysk-
um fiskavgrum, sigur
Svend Thulesen.
Á aðalfundinum seinasta
mikudag var samtykt at
avtaka Føroya Fiskasølu
sum lutafelag. Sambært
vidbtøkum felagsins skal
minst helvtin av limum
felagsins verða til steðar tá
ein tílík avgerð verður tikin.
Soleidis var ikki mikudagi
og tí var avgjørt at kalla inn
til eykaadalfund 16. mei. Å
hesum fundi kann upp-
skotið avgerast við 2/3 av
atkvødunum fyri og hetta er
uttan mun til hvussu nógvir
limir meta. Um L/F Føroya
Fiskasøla verður avtikin fer
onga åvirkan at hava å
framtíðar raksturin hjá
Faroe Seafood konsernini.
Avirkanin í einum parta-
felag er munandi meirarætt-
vís enn í einum lutafelag. Í
lutafelagnum hevði limurin
sum umsetti fyri 700.000
krónureinsnógv at sigasum
tann sum umsetti fyri 100
milliónir krónur.
jústinus
sigur
Tað hava røddir verið
frammi í seinastuni um
at Fiskasølan í dag er í
lunmanum á donskum
bankum og donskum
fiskiåhugamålum.
Nevndarformaðurin í
nýstovnaða dótturfelag-
num Faroe Seafood, P/F
er dani og harumframt
eigur hann eina fyritøku,
sum beinleiðis kann
kappast vid fiskasøluna.
Av Fiskasøluni verður
sagt, at orsøkin til at ein
dani er nevndarfor-
maður í Faroe Seafood
P/F er einans út frá
vinnuáhugamálum.
Roknað verður við at
hesin kann koma við
nyggjum iblåstri til gagn
fyri føroyskan útflut-
ning.
Er Fiskasølan í dag i
lunmanum hjá donsk-
um bankum?
— Nei, tað haldi eg av-
Fiskasølan:
Vit eru ikki
í lummanum
á dønum
— Vit eru bundnir av bank-
unum, men ikki serstakt
donskum bankum. Ham-
broes Bank í London gevur
okkum stórsta kredittin,
Svend Thulesen,
neundarformaður
gjørt ikki. Vit eru í
lummanum hjá bankum,
men íkki serstakt donsk-
um. Tann bankin sum
figgjar størsta partin av
okkara virksemi er
Hambroes Bank í Lon-
don. Frá teimum eiga vit
ein kreditt uppá 135
milliónir krónur. Næsti
banki sum fíggjar okk-
aravirksemi, er sambært
legtinginum, føroyskur,
Tað er nýggi Føroya
Banki. Hann fíggjar í
løtuni 115 milliónir av
okkara virksemi. Num-
mar trý er Den Danske
Bank við 90 milliónum
krónum, sigur Svend
Thulesen.
Størsti einstaki part-
aeigarin í Faroe Seafood
P/F er P/FJ.F. Kjølbro í
Klaksvík. Hetta felag
einur ein sjeyndapart av
partapeninginum.
jústinus