Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 83 — 4. MAI 1994 Síða 5 Norðoyar Sparikassi: Hevur sett nógv av móti húsatapum og kommunuskuld Hevur sett næstan 13 milliónir av í ár til møgulig sethúsatap og tap av útláni til kommunur Raksturin av føroysku sparikøssunum gongur væl f hesum døgum. Men yvir- skotið, tå avskrivingar og burturleggingar eru trektar frå, er minni prydiligt enn tad var bert fyri fåum årum síðan. Búskaparliga krepp- an í Føroyum hevur ført við sær, at eisini sparikassarnir nú rokna sær tap av sethús- um. Longu í 1990 avgjørdi leiðslan í Norðoyar Spari- kassa av seta pening av móti tapum í sethúsum. Í 1992 setti sparikassin 5,5 milli- ónir av og fyri í fjør eru avsettar 12,7 milliónir krónur. Men í hesum 12,7 milliónum krónum er eisini roknað tap av útláni til kommunur. Innlánini vuksu í bankakreppuni Tá stóra bankakreppan tók seg upp, og Sjóvinnu- bankin mundi farið á heysin 6. oktober 1992, flutti fólk hundraðtals milliónir úr bankunum og yvir í spari- kassarnar. Tann stóra flyt- ingin sæst eisini á tølunum hjá Norðoyar Sparikassa, tó ikki í so stóran mun sum hjá Føroya Sparikassa. Í 1991 vóru samlaðu inn- lánini í Norðoyar Spari- kassa 471 milliónir. Í 1992 aftaná bankakreppuna vóru innlánini hækkaði við 28 milliónum krónum til 499 milliónir. Hetta er munandi hægri enn undanfarin ár. Í 1993 vóru samlaðu innlán- ini í Norðoyar Sparikassa 489 milliónir krónur ella 10 milliónir lægri enn í 1992, bankakreppuárið mikla. Lítið avlop Íbúgvarnir í Klaksvík liva fyri ein stóran part av fiski- vinnuni og tí merkist kreppa í fiskivinnuni eisini á pen- ingapunginum hjá fólki. Nettoúrslitið hjá Norðoy- ar Sparikassa er tað vána- ligasta í mong år og orsøkin eru stóru burturlegging- amar og avskrivingarnar. 1,4 millión var eftir at leggja í grunnar og tiltaks- grunnar fyri at tryggja sparipeningin. Ein partur av hesum fer eisini til væl- gerandi og mentunnarlig endamál. Hóast tølini í rokni- skapinum hjá Norðoyar Sparikassa í mongum før- um eru minni enn undan- farin år, so er sparikassin sera tryggur. Eftir nýggju lógini fyri bankar og sparikassar, sum kom í gildi 1. januar í ár, skal solevensurin verða 10 prosent. Gjørt upp eftir hesum er solevensurin hjá Norðoyar Sparikassa 43 prosent. Hjá Føroya Spari- kassa liggur hann upp móti 30 prosentum. Eginognin, tað er munurin millum ogn og skuld er eisini vaksin nógv í Norðoyar Sparikassa sein- astu fimm árini. Lógin krev- ur at eginognin skal vera fýra prosent av ábyrgdum stovnsins, í dag er hon 20,7 prosent. Gjaldføri sparikassans er gott. Tað er 31 prosent av samlaðu skyldunum og 128 prosent av stuttfreistaðu skyldunum. Lógin krevur átta prosent av samlaðu skyldunum og 15 prosent av stuttfreistadu skyldunum. Av teimum 489 milli- énunum sum spararar hava sett í Norðoyar Sparikassa eru 119 milliónir settar í virdisbrøv, obligatiónir. Hesar góvu sparikassanum í fjør eina rentuinntøku uppá knappar 10 milliónir. jústinus Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 26. maj 1994, kl. 11.00 tvangsauktion, (AS 55/94) over matr. nr. 66 0, Hov beliggende Hov. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 37243) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 706 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 123 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 27.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. FØROYSK SÅPA - NYTILIG TIL MONG ENDAMAL Er at fåa i flestu handlum i Streymoynni og Eyst- uroynni — eisini at fáa aðrastaðni seinni. Handlar kunnu bileggja frá heilsøluni Ff. Poul Hansen ILLU NORÐ-TRADING tlf. 21269 — fax. 21570 Box 14, FR-340 Kvivik Utlendska veidan: S-skip royndu lítið Fingu bert 104 tons í apríl ES skipini gjørdu ikki stórt inntriv í kvotuna, tey eiga undir Føroyum, í april. Try skip hava verid frå ES- londunum og tey hava tilsamans veitt 104,1 tons. Bróðurpartin av hesum eiga týskarar. Teir hava veitt 80,9 tons. Talan hevur verið um ein týskan djúpvatns- trolara sum hevur ligið í kongafiskinum vestanfyri. Hann fekk 73,5 tons av kongafiski og eitt slød av ødrum fiski sum svimur á djúpum vatni. Fraklendingar sum plaga at royna i føroyskum sjógvi við djúpvatnstrolarum hava bert gjørt eitt lítið rend í apríl. Ein franskur trolari hevur fingið 3,7 tons av upsa, longu, kongafiski, svartkalva, langasporli og stinglaksi. Eitt bretskt skip hevur eisini verið í føroyskum sjógvi í apríl, tað hevur havt góðan fiskiskap. Teir hava veitt 19,3 tons ella knapp- liga 40.000 pund í eitt sam- døgur. Ni verdur ongin lagdur undir nakað svik í hesi grein, men sambært fiski- vinnublødum í ES, er ikki óvanligt, at skip vaska fisk hvítan hjá londum, har tey eiga kvotu. Tað sæst eisini í yvirlit- unum frá Vaktar og Bjarg- ingartænastuni, at ES-skip koma í føroyskan sjógv, steðga ein dag, hava rok- fiskiskap kanska 40-60.000 pund og síðan eru tey horv- in aftur. Fiskurin er helst veiddur í ES sjógvi, men fyri at spara uppá kvotuna har, so gera tey eitt rend í føroyskan sjógv. Tílík hvit- vaskan av fiski er eisini ein fyrimunur fyri føroyingar, tí tað teir geva upp fyri føroyingum minkar um kvotuna her, uttan at okkara fiskastovnarnir hava latið nakað. Russar hava sum vant veitt nógv mest av útlend- sku skipunum undir Før- oyum, eisini í apríl. Teir hava bert roynt eftir svartkjafti og hava fingið tilsamans 7301 tons. Ein trolari frá Estlandi hevur eisini roynt, hann fekk 348 tons í apríl. Veruliga svartkjaftatíðin byrjar ikki fyrr enn í apríl. Russisku skipini fingu ikki meir enn 7000 tons av svart- kjafti tilsamans í januar, februar og mars í ár. Svart- kjaftatglini hjá russum fyri hendan mánaðin fara uttan iva at vera munandi hægri. Um 10 russiskir trolarar royna í føroyskum sjógvi. jústinus