fríggjadagur 6. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit mugu ikki
góðtaka avtofting
av bygdasamfelagnum
HÓAST búskaparliga kreppan rakar allar
landsins íbúgvar so ella so, er kortini ymiskt,
hvussu hart hon rakar teir ymsu partarnar av
landinum. Vit sóðu - áðrenn saneringin av
Kósavirkinum og fleiri av skipunum har
kom upp á pláss - hvussu Klaksvíkin - full-
komiliga steðgaði upp. Tíðindini úr hesum
næststørsta búplássinum í landinum gjørdust
bara meira og meira døpur - og eitt skifti sá
út til, at har fór at vera heilt øskukalt. Men
so kom saneringin í pongd og liv kom í aftur
á sjógvi og á landi. Í dag stevnir Klaksvíkin
aftur fram sum fiskivinnuflaggskipið.
TAÐ vóru so onnnur pláss í landinum, sum
ikki fingu somu lagnu sum Klaksvíkin. Eru
tey nevnd eru tey kend. Og her var talan um
bygdir, sum bara hava livað av tí sum antin
skipini ella virkið ella bæði tvey góvu av
sær. Tá Fiskavirking fór í gongd lá í luftini,
at roynt skuldi vera at lata so nógv virki sum
tilbar uppaftur. Nú síggja vit, at kanska
helvtin ella meira av virkjunum framvegis
eru og verða verandi stongd. Fólk eru sera
énøgd við hetta og í Skopun hava tey rætt
og slætt gjørt bart við at forða fólki frå
Fiskavirking at flyta maskinur av virkinum.
Politikarnir eru eisini á gosi og skuldseta
Fiskavirking fyri ikki at halda síni lyfi um
at hava meira enn eina helvt av virkjunum
opin. Fiskavirking svarar aftur og sigur, at
tað er ikki fiskur til øll virkini.
NEYVAN er tað nakar, sum ivast í longur,
at fiskur er ikki til at halda hjólunum gang-
andi á teimum 21 fiskavirkjunum. Og ti
hevur Fiskavirking helst eisini rætt, tá tað
sigur, at tað er 6møguligt at hava nógv fleiri
virki opin. Hyggja vit so eftir gongdini í
ødrum londum, so síggja vit, at júst tað
sama hendir har. Nú um dagarnar var áhuga-
verd grein í heimskenda blaðnum News-
week um nettup henda spurningin. Har
verður víst á, at fiskastovnarnir kring allan
heim eru niðurfiskaður og verður m.a. víst
til toskin í New Foundlandi, sum er heilt
vekk og tískil heilt hevur tikid grundarlagið
|. FRÆLSI- JAVNAÐUR — BRØDRALAG
undir fiskivinnusamfeløgunum har. Hvi skal
hetta so verða ødrvisi hjá okkum verður
spurt.
TAÐ kann vera skilagott og rímuligt at sam-
anbera viðurskifti her og aðrastaðni. Men
vandamikið er ger tú tað slaviskt. Tí munur-
in millum tey lond, sum úu í heimi eru rakt
av fiskaloyvi og Føroyar er tann, at vit bara
- eina og einleina - liva av fiskinum. Tað
eru tað bert heilt fá av øSrum londum, sum
eru rakt av fiskaloysi, sum gera. Ti ber held-
ur ikki til at koma við hesi samanberingini
og siga, at hetta er ein gongd og ein støda,
sum vit bara mugu liva við, tí tað gera onnur
lond.
VIT mugu gera okkum fullkomiliga greitt,
skulu vit framhaldandi búleikast á hesum
klettum og skal ein framtíð vera her fyri
komandi ættarlið, at fiskur er og verður høv-
uðs lívsgrundarlagið. So kunnu vit tosa um
Manskar og Tawanskar tiltandir so galið vit
vilja tað. Spurningurin er, hvussu vit troyta
stovnarnar skilabetri og hvussu vit fáa fleiri
krónur burtur úr tí fiski, sum kemur upp á
land. Vit teljast millum teirra, sum trúgva
upp á, at tað verður fiskur aftur á okkara
grunnum og at vit - um vit hava viljan og
dirvi - kunnu útvega fisk aðrastaðni frá eis-
ini. Tað, sum ger støðuna í landinum tvifalt
so ringa sum var talan bert um fiskaloysi er,
at vit hava kvett við eina fortíð - hava kvett
á stokkinum við ta studningsskipan, sum
helt lív í okkum øllum - í hvussu er í eitt
langt áramál. Og henda kvettan á
stokkinum politikkur hevur fingið nógv
álvar: ";gari avleiðingar enn nakar hevði
givið sær fær um. Við hesum verður tó ikki
sagt, at vit skuldu havt varðveitt hesa
skipan. Tað vit vilja siga er, at ein
avleiðingin av hesum er tann byrjandi
avtoftan, sum nú fer fram - ikki fyrst og
fremst av landinum - men úr teimum mongu
bygdunum, sum higartil hava verið imyndin
av Føroyum.
MONG av okkum gloyma, at tann fråflyt-
ingin, sum so nógv verður tosað um, hon er
í veruleikanum byrjanin til eina avtoftan av
småbygdasamfeløgunum í Føroyum. Ein
slík staðfesting fær tað at renna kalt niður
eftir rygginum, tá tú hyggur í bakspeglið og
Joensen - Térfinn Smith -
Et
+ -.
Ugevar: PA Sestaturin
Unmsetng PA Seslaturin
Pros: PA Pressan 1981
ásannar, at vit sum samfelag hesi seinastu
20-30-40 árini hava brúkt nærum alt tað,
sum fiskirikidømid gav av sær til júst at
menna småbygdasamfeløgini við vegum,
havnum, skúlum osfr. Yið eðrum orðum -
lata vit verandi gongd sleppa at halda fram
ótarnað - ásanna og góðtaka vit, at alt
stríðið var til fánýtis. Hetta stríð, sum ikki
minst varð ætlað sum grundarlag hjá okkara
eftirkomarum!
JAMEN - verður sagt - hvat kunnu vit gera,
tá tað ikki er nóg mikið til av fiski. Í Sosi-
alinum í gjár vísir ein samfelagsfrødingur á,
al vit eiga at menna tænastuvinnuna heldur
enn at skerja hana, tí hon fer at hava enn
størri tydning fyri okkum í framtíðini, tá
fiskivinnan fer at vera á einum hægri tøkni-
ligum stæði. Víst verður eisini á, at einki
samfelag kann í friðartíð loyva sínum
íbúgvum at rýma av landinum í berum pan-
ikki, m.a. tí at her finst eingin skipan, sum
nógv væl kann tryggja teimum mat á borðið
ella tak yvir hevdið. Fråflytingin må steðg-
ast so ella so verður sagt. Nú vilja onnur
helst siga, at tá tað ikki er so nógv arbeiði
til, so er gott, at fólk finna upp á og leita sær
til onnur lond, har tað finnast bæði ar-
beiðspláss og eitt betri sosialt trygdarnet.
Men tá tosar eingin um tey virði, sum
annars liggja í okkara góða oyggjasamfelag,
sum allir fráflytararnir vera fyriuttan.
TAÐ er upp á hægstu tíð - um tað ikki er ov
seint - at okkara politikkarar gera sær hesi
viðurskifti heilt greið. Teir mugu til at seta
sær sjálvum spurningin: skulu smábygdirnar
avtoftast ella skal okkurt heilt óvanligt
gerast fyri at forða hesum! Og her venda vit
aftur til spurningin um Fiskavirking og
fiskavirkini. Ber tað í heila tíkið til at
varðveita bygdasamfelggini í
Ld. Sandoynni, um ikki fólkið har hevur
arbeiði á sjógvi ella landi! Tá tað er komið
so langt, at ein heil oyggj verður drenað fyri
øll síni arbeidsplåss, her hugsa vit serliga
um virkini í Skopun og á Sandi og nú
Dalstrolararnar eisini, er tað tá ikki ein
samfelagslig uppgáva at steðga á og vita,
hvat kann gerast! Er tað ikki upp á tíðina, at
fyritøka sum Fiskavirking og landsins stýri
seta seg við sama borð og kanna allar
møguleikar - eisini møguleikar fyri at fáa
eitt slag av menningarhjálp úr útlendskum
grunnum til ski, sum í hesum føri
Sandoynna, ið væl saktans kann metast sum
rakt av eini náttúruvanlukku! Alternativið er
at lata standa til og góðtaka eina avtoftan,
sum hevur við sær, at allar tær milliónir fyri
ikki at siga milliardir at krónum vit hava
lagt í fyri at varðveita og menna búsetingina
í hesum oyggjum eru farnar fyri skeyti.
TAÐ var rætt at avtaka studningsskipanina
so ella so og innføra marknaðarbúskap. Men
eins og vit síggja tað í Ruslandi, so er ein
kvettan á stokkinum og setan í verk av
fullkomnum marknaðarbúskapi í øllum lið-
um í samfelagnum eftir nærum einum degi
ein émøguligheit. Alt hevur sína tíð og tað
skal eisini hava sína tíð at endavenda einum
heilum samfelagsbúskapi, sum alt annað er
bygt upp rundan um. Skal alt her og nú
byggja upp á marknaðarbúskaparlig prin-
sipp burturav, so merkir hetta í veruleika-
num, at vit mugu góðtaka, at ein bygd fyri
og onnur eftir og síðani heilar oyggjar,
verða fólkatómar um ikki so nógv ár. Hetta
eiga vit ikki at góðtaka, og tí má tað
almenna koma meira inn í myndina og
saman við fyritøkum sum Fiskavirking og
við samráðingum við bæði danskar
myndugleikar og danskar og altjóða grunnar
stinga út í kortið eina ftøkiliga og miðvísa
kós.
LATA vit bara standa til og stara vit okkum
fullkomiliga blind í einum marknaðarbú-
skapi, so gerst skjótt øskukalt nógva staðni
kring landið. Og hvat er eftir av Føroyum, tá
bygdasamfelggini eru horvin! Lítið og einki.
Tað er komið hartil, at vit mugu til at meta
fráflytingina sum tað hon er, nevniliga eina
nåttåruvanlukku, og slíka fær tú ikki bett
um við at lata marknaðarbúskaparligu kreft-
imar ráða einsamallar. Her má heilt annar
lútur til. Ja rætt og slætt eina samlað politisk
bjargingarroynd. Ein betri ALS-skipan er so
ein av brikkunum, sum nátúrliga hoyrir við
til slíka bjargingarroynd.
SOSIALURIN
Viðmerking frá Jógvan Adolf Johannesen
ØL sg viðvíkjandi bygging-
ella skuldu verið til taks úti í
Á av Kjemmum eru ul taks Tinganesi. Tí er tað fullkomi-
liga óneyðugt at spyrja um tí-
líkt, sum umsitingin veit ella
skuldi vitað.
Jógvan Adolf Johannesen
Bjørnin í grísagarðinum
Einaferð var tað — soleiðis
byrja flest øll ævintýr.
Einaferð var tað ein bjørn,
hon var altíð svong — so Ómeta-
liga svong. Hon lá ikki í dvala
um veturin, so sum aðrar bjarn-
ir, hetta hevði hon ikki stundir
til — tí var tað at hon alúð sá
nývaknað út.
Fyrst fann hon sær eina
glæsiliga holu við grónum
vekstri bæði uttan og innan, og
har flutti hon inn úl eina sera
tekkiliga honbjørn.
Annars åt hon alt sum fyri
kjaftin rak, gamlar bilar, sokn-
ar bátar, aliringar fullar sum
tómar, holutar madrassir,
gamlar tuflur og mangt, mangt
annað. Eisini kundi hon bróta
inn á fólk, reka tey av húsinum,
eta alt sum inni var, og síðan
seta seym í hurðina.
Men einki av hesum hjálpti,
hon var framvegis líka svong.
Men — tá neyðin er størst er
hjálpin næst.
Ein dagin fann hon upp á at
svimja suður um fjørð, og nú lá
betur fyri, tí hon rendi se beint í
ein stóran grísagarð, ið var á
temur av stórum, feitum grís-
um. Vatn rann henni úr tonn-
unum og honlegði í vaðið at eta
og drekka blóð.
Fyrst át hon mannin, ið ans-
aði eftir grísunum, síðani legð-
ist hon á grísarnar sjálvar, til
hon at enda var steinmett og
ikki orkaði meira — men tá var
framvegis hópin eftir av feitum
grísum.
Nú vóru góð ráð dýr, tí sjálvt
um hungursneyð var í landin-
um, so unti hon ongum ødrum
at smakka henda gloypibita.
— Men hon fann upp á ráð —
setti eld á allar teir feitu grísar
nar, og meðan hon andaði
steikiroykin í seg, fall hon mett
og væl sett í fastan svevn og
søtar dreymar — hvar hon m.a.
droymdi at hon var vorðin
LØGMAÐUR.
ØFØF
Ferdafrådråtturin
Skattaskipanin eins og sentrala
umsitingin av henni er nóg
fløkt sum er. Ongin verdsins
meining er tí í at fáa ferdafrå-
dráttin inn aftur í skipanina í tú
líki, hann einaferð v ar
At hann so als ikki skuldi
verið upp á tal, sum so mong
halda, skal ikki stóða takast til
her, men skal hann tað, so skal
hann metast sum kommunu-
mál burturav.
Um nøkur lóggáva ella
reglugerð um meguligan
kommunalt umsitnan ferða-
frádrátt er neyðug, veiteg ikki,
men um so er nýtist hetta bert at
snúgva seg um at loyva komm-
ununum at veita borgarum í
teirra egnu kommunum frá-
drátt í kommunuskattinum fyri
inntøku, vunnari í aðrari
kommunu.
Landsmál má hetta ikki ger-'
ast aftur, so einfalt er tað, og
ongin skal ivast í, at skilagóðar
kommunur á henda hátt ikki
fara at veita ta samsýning, sum
møgulig er, til teir borgarar, ið
vinna pening uttanbýggja til
skattingar í heimakommununi.
Hvussu ymiskur ferðafrá-
dråtturin hevði gjørst frá
kommunu til aðra hevði verið
teirra søk, men ivaleyst kundu
kommunufeløg samst um ein
rímiligan felags frádráttar-
karm.
Ferðandi
Ringið!
- og vit skriva.
(C11820