fríggjadagur 6. mai 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 85 — 6. MAI 1994
Tíðindablaðið GCSE
Sveinbjørn Hentze, føroyskur politistur i Danmark:
FER TIL HEBRON
SUM EYGLEIDARI
Saman við 59 ødrum politistum úr Danmark, Noregi og
Italia fer 48 ára gamli Sveinbjórn Hentze, ið er ættaður
úr Skúvoy, men arbeiðir sum politistur í Danmark, til
Hebron í Ísrael sum eygleiðari í tríggjar mánaðir
Seinnapartin í gjár fór før-
oyingurin Sveinbjørn Hen-
tze saman við 50 dønum,
norðmonnum og italienar-
um til Hebron í Ísrael, har
hann teir komandi tríggjar
mánaðirnar skal starvast
sum eygleiðari.
Sveinbjørn Hentze er 48
ára gamal, og er hann ættað-
ur úr Skúvoy. Hann hevur
arbeitt sum politistur niðri í
24 ár — tey fyrstu átta í Glad-
saxe og síðani í Roskilde. Í
18 ár hevur hann havt arb-
eiði sum kriminalpolitstur.
— Endamálið vid ferdini
er at senda nakrar politistar
sum óheftar eygleidarar til
Hebron, har tað stóra blóð-
baðið var í februar mánaði,
táein ísraelsmaður drap eitt
stórt tal av palistinensarum,
meðan teir vóru í moskéini
har og hildu bøn, greiðir
Sveinbjørn frá.
Skulu ikki niður at
»spæla politistar«
— Okkara uppgåva verdur
ikki at »spæla politist«, sum
tikid verdur til, men bert at
eygleida og halda eyguni
vid ti, id fer fram har, og å
tann hått syrgja fyri, at ikki
érættur fer fram og so fram-
Sveinbjørn er ættaður úr Skúvoy og hevur føroyska konu — Eyðgerð år Hovi. Tey eiga tveir
synir, og á hvørjum ári vitja tey heima í Føroyum. Hendan myndin varð tikin í summar taka undir við tí. Um bert
vegis. Vit skulu so skriva
frágreiðing um tað, sum vit
síggja, meðan vit eru har.
Hendingin í Hebron, ið er
orsøkin til, at hendan eyg-
leiðarastyrkin verður send
avstað, fór fram fríggjadag-
in 25. februar, tá sálarliga
órógvaða Baruch Goldstein
við einari M-16 maskin-
byrsu fekk skotið tilsamans
43 palistinensarar, áðrenn
hann at enda tók lívið av sær
sjálvum. Sjónarváttar søgdu
frá, at Goldstein so kaldliga
fór undir miðvísa drápið, at
hann fleiri ferðirnar løddi
maskinbyrsuna av nýggj-
um, fyri at halda fram við
eirindaleysu skjótingini.
Blóðbaðið, har samstund-
isfleiri hundrað vórðu særd,
steðgaði beinanvegin friðar-
samráðingunum, ið hava
verið millum PLO og ísra-
elsku stjórnina um Vestara
Aarbakka, ið Ísrael tók und-
ir krígnum í 1967.
Síðani er vorðið friðarlig-
ari aftur, og samráðingarnar
vórðu eisini tiknar uppaftur.
Stórur altjóða
Innsatsur gjørdur
— Ein stórur altjóða inn-
satsur varð gjørdur, so ikki
alt skuldi steðgað upp, og er
ferðin hjá okkum til Ísraels
liður í hesum arbeiði, sigur
Sveinbjørn Hentze.
— Tað eru uttanríkismála-
ráðini í Danmark, Noregi
og Italia, ið hava ábyrgdina
av ferðini hjá okkum. Tað
hevur tikið sína tíð hjá pa-
listinensarunum og israels-
monnunum at finna fram til,
hvørji lond skuldu verda
umbodad, men tad funnu
teir so útav herfyri. Norð-
menn eru sjálvandi við, av tí
at tað fyrst og fremst vóru
teir, ið fingu sett samráð-
ingarnar í gongd.
Tað er ikki meira enn
góðar tvær vikur, síðani
Sveinbjørn fekk at vita, at
hann skuldi avstað.
— Vit eru ikki noyddir at
fara, men hava fingiðtilboð
um hetta, og tað er alt sam-
alttreytað av, at familjurnar
Blóðbaðið í Hebron førdi ófrið við sær, og friðarsamráð-
ingarnar millum PLO og Ísrael slitnaði beinanvegin
konan eitt nú ikki vil, at
maðurin skal fara, sleppur
hann ikki avstað.
Føroyska konu
Sjálvur hevur Sveinbjørn
føroyska konu — Eyðgerð,
ið er ættað úr Hovi — og eiga
tey tveir synir, 16 ára gamla
Suna og 21 ára gamla Kjart-
an Eli. Tey plaga at vitja í
Føroyum á hvørjum ári, so
eisini synirnir eru ikki heilt
søsir í føroyskum, hóast teir
altíð hava búð í Danmark.
Herfyri vóru Sveinbjørn
og Eyðgerð á skeiði, har
greitt varð frá, hvat arbeiðið
fór at umfata, og har eisini
greitt varð frá, hvussu um-
støðurnar eru í Hebron nú,
hvussu teir 60 politistarnir
skulu búgva og ymist ann-
að, ið teir høvdu brúk fyri at
fáa at vita, áðrenn farið varð
avstað.
- Dentur hevur verið
lagdur á, at tað skulu vera
royndir politistar, ið fara, og
tí eru vit allir 40 ár ella eldri,
sigur Sveinbjørn.
— Tað er umráðandi, at vit
ikki blanda okkum uppí tað,
ið fyriferst har niðri, men
bert halda okkum til føstu
uppgávuna: At eygleiða. Tí
bera vit heldur ikki vápn.
Nógv kjakast
um vápnini
Júst hetta síðsta, at allir
politistarnir skulu lata vera
við at bera vápn, hevur nógv
verið kjakast um, men so
varð komið til tanidurrstødu,
at hetta var frægasta loysn-
mn.
Umframt at vera óvápn-
aðir, skulu teir 60 politist-
arnir allir vera í búna — tað
verður ein hvítur búni, ið er
eyðkendur, so fólk vita, at
hetta eru eygleiðarar og
einki annað.
— Hvítir mugu búnarnir
vera, tí hitin er ggiligur har
niðri nú, eini 40 stig, sigur
Sveinbjørn.
Sum sagt varð farið av-
stað seinnapartin í gjár. Teir
norsku og italiensku polit-
istamir komu til Danmarkar
mikudagin, so allir kundu
vera saman ein dag, áðrenn
farið varð avstað. Italienar-
arnir ætlaðu sær so eisini í
Ítróttarparkina at hyggja at
Europa Cup finaludystinum