Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 85 — 6. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin } Úr ferðslulógini: Súkkla skal altíð halda seg hegrumegin á teirri farbreyt, ið liggur longst høgrumegin ferðslu- leiðina. Súkkla má ikki koyra undir liðini á oðrum akfari. Har rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið um lið, um tað er vandaleyst og ongum til ampa. Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram heilttvarturum krossvegin og kann tástani fara at sneiða, tá ið tað fær verið uttan ampa fyri hina ferðsluna. Súkklur kunnu yvirhála onnur akfør á høgru síðu. Tá snarað verður til vinstru, mugu akfør ikki tarna súkklum og prutlum sum koyra beint fram. Bannað er at súkkla á gongubreytum, uttan so at annað er tilskilað av landsstýrinum. Súkkla skal verða leidd tvørtur um gongubreyt. Landsstýrið kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongu- breytum. Í slíkum forum eigur greinligt mark at vera millum tann partin av gongubreytini, sum súkklur kunnu ferðast eftur, og tann partin, ið er kannaður fólki til gongu. Súkkla (og prut) kunnu bert koyra eftir súkklu breyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um ikki annað er tilskilað við merking. Tann, ið súkklar, skal hava báðar føtur á ástíg- inum (pedalini), og ið hvussu so er, aðra hondina á stýrinum. Barnyngri enn seks ár má ikki súkkla uttan saman við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur at ti. Súkkla má ikki flyta fleiri fólk, enn hon er ætlað til. Tó kunnu tvey børn yngri enn seks ár verða havd við á súkklu, um hon hevur serligt sæti, sum verjir beinini móti hjólsnældunum. Tann, sum stýrir súkkluni, skal í slíkum føri vera fyltur 15 ár. Ikki er loyvt at súkkla so mikið ávirkaður av rús- drekka, at tú ikki er førur fyri at koyra trygt. Tann ið setir súkkluna frá sær, skal læsa hana, uttan so at hon skal standa heilt stutt. … Og Vit og skil Taðræður umat hava bremsur, ljós og endurskin í lagi. Súkklufólkið er veika liðið í ferðsluni, so ver altíð á varðhaldi. Vísið sjálvsálit í ferðsluni. men takið ikki óráð fyri. Lesferðsluna av, fanga eyguni á bilførarunum, og tá tú veitst, at tú ert sæddur stýr so avstað. Taðringasta súkklufólkið kann gera, er atkrógva seg burtur. Vegurinkannstundumverasosmalur, attryggast er attaka eitt fult pláss á koyribreytini Vidhvørt kann vera tryggast at fara upp á gongu- breytina. Vísið av. Men er vegurin ringur, kann vera trygg- ast at hava báðar hendur á róðrinum. Børn eiga helstikkiatsukkla einsamall í ferðsluni, fyrr enn tey eru 10-11 ár. Keypið eina góða súkklu, sum klárar brekkurnar Og haldið súkkluna í góðum standi. Nýtið fallhjálm. Ringastu súkkluskðarnir raka hevdið. Og til bilførararnar : Gevið súkklunum gætur, tit eru ikki einsamallir á vegnum. Tíðindaskriv Tá ið dreymur gerst veruleiki Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur nýliga givið út tvær nýggjar bøkur. Onnur bókin Sunnudagsbarn, sum Gudrun Mebs hevur skriv- að, er barnabók, sum øll kunnu lesa. Hin bókin Sól- steinur, sum Maj Bylock hevur skrivað, er flokkað sum ungdómsbók. Í báðum hesum bókunum snýr søgan seg um børn, sum leita eftir onkrum, ið kann veita teim- um tryggleika. Men eitt er at ynskja sær nakað og tráa eftir onkrum, annað er, tá ið ynskini ganga út og tráanin gerst veruleiki. Á barnaheiminum eiga tey sunnudags- foreldur Sunnudagsbarn er søga um eina gentu, sum býr á barna- heimi, tí at mamma og pápi kundu ikki hava hana. Tað ljóðaði, at »umstødurnar vóru ikki nóg góðar<, men ongantíð er tað gingið upp fyri gentuni, hvat hesi orð merkja. Har á barnaheiminum eiga næstan øll børnini sunnudagsforeldur. Hetta eru foreldur, sum taka eitt barnaheimsbarn heim til sín sunnudagar, og tá ið høg- tíðir eru. Á henda hátt sleppa børnini á barnaheim- inum at uppliva, hvat tað vil síga at eiga foreldur og eitt heim. Sjálvandi halda børn- ini á barnaheiminum, at onki kann vera so gott, sum at eiga ordilig foreldur, sum eru múgvandi, eiga bil og hava ráð at fara á kaffistovu og geva børnunum fínar gávur. Gentan í bókini er sunnu- dagsbarn, tí hon er fædd sunnudag. Hon hevur enn ongantíð verið heima hjá sunnudagsforeldrum, men ein dagin eigur hon eisini tørn. Spenningurin er stór- ur, tí man hon fara at vera líka heppin við sínari sunnudagsmammu, sum hini børnini siga seg hava verid. Veruleikin visir seg tó, sum ikki einaferð, at vera eitt sindur ødrvisi enn dreymarnir. | Sunnudags- mamman hjá hesi gentuni er ikki rík og vekur, men hon er fitt, og tær báðar gerast rættiligar vinkonur. Sunnu- dagsmamman skrivar bøk- ur, og hon leggur ikki so nógv í, um tað ikki er so ruddiligt inni. Tær báðar stuttleika sær og hava tað hugnaligt saman. Tað gongur long tíð, áðr- enn lítla gentan av barna- heiminum torir at líta á, at hetta góða sambandið við sunnudagsmammuna fer at vara, men tað ger tað. Gent- an, sunnudagsbarnið, kann ikki siga annað, enn at sunnudagsbørn eru eydnu- børn, og ein dagin kann hon enntå leggja aftrat, at nå er hon eisini sum hini. Bjørg Matras Jensen hevur týtt hesa framúr bók- ina, sum bæði børn og ikki minni foreldur eiga at nna sær at lesa. Tey verða ríkari eftir at hava lisið slíka bók. Sunnudagsbarn er tysk barnabók, og rithøvundurin Gudrun Mebs (f. 1944), sum eisini er sjónleikari og tónleikari, hevur av réttum fingið virdisløn fyri hesa bókina. Sunnudagsbarn er sett, prentað og heft á Pf. Einars Prent, og hon kostar 132 kr. Bert er br6dur- leyst bak I seinnu bókini, Sólsteinur sum Maj Mylock hevur skrivað, fara hendingarnar Gudrun Mebs Bókadeild Feroya Lærarafelags Bókadeiki Føroya Lærarafelags fram á Gotlandi í seglskipa- tíðini. Sagt verður frá ti fjúrtan ára gamla Dann, sum reikar um millum bygda og ongastaðnis hevur at vera. Foreldur hansara eru bæði deyð, og søgur ganga um, at pápi hansara einaferð við vilja skal hava roynt at sigla skipið, hann førdi, á land, tí at hann ætlaði at krógva farmin og sjálvur selja hann. Dann hevur skorið seg illa í hondina í bardaga við ein ølstovueigara, tá ið hann royndi at stjala sær eina breyðflís. Men hálva sól- steinin, sum hann hevur um hálsin innanfyri troyggjuna, hevur hann ikki mist. Frá mammu síni veit Dann, at beiggin Jákup, sum er úti og siglir, hevur hina helvtina av sólsteininum. Og hetta hevur stóran tydning, ti Dann leitar eftir Jákupi, tann seinasti, sum er eftir av næstringum hansara. Sjálv- ur ætlar Dann sær til sjós, men ongin vil hava hann við, tí at onnur hond hansara nú er lamin. Dann er úti fyri nógvum skakandi hending- um, áðrenn hann at enda illa á holdum komin sleppur at gista á bóndagarðinum væl við bóndasonin Tumm- as, sum syrgir fyri, at Dann fær viðgerð fyri hondina hjá manni, sum dugir at lekja. Á bóndagarðinum hevur Dann tað gott, og hann kem- ur so smátt fyri seg aftur. Men samstundis verður hann varugur við vmiskt, sum fær hann at undrast. Skip fara á land, og menn, sum bjarga sær í land, verða“ seinni funnir deyðir niðri í fjøruni. Av tilvild varnast Dann, at hin mati strand- fútin helst hevur okkurt við hesar hendingar at gera, og at her ruggar ikki alt rætt. Dann sníkir seg eisini at hitta ein mann, sum strand- fútin hevur stongt inni í dárakistuni. Hesin maður skal vera óður í høvdinum, og hann verður eisini lagdur undir at hava dripið sjó- menninar, sum eru funnir deyðir niðri í fjøruni. Dann er ræðslusligin av øllum hann sær og hoyrir, men hann vísir dirvi og vinnur á egnari ræðslu og torir at seta seg upp ímóti yvirvaldinum, tá ið tað krevst. Hann og bróðurin Jákup hittast at enda, men neyvan hevði Dann hugsað sær, at hann fór at hitta bróðurin, tá ið so illa visti við hjá honum. Sólsteinur er tann fyrsta av trimum bókum um Dann og um tað, sum honum er fyri. Umframt at hesar bøk- urnar eru góð lýsing av Got- landi í midøld, eru tær eisini spennandi og vælskrivaðar ungdómsbekur. Sólsteinur vann í 1983 fyrstu virdisløn í kapping um eina ungdóms- bók, sum kenda svenska forlagið Rabén og Sjøgren skipaðu fyri. Tað er gitni svenski rithøvundurin Maj Bylock (f. 1931), sum hevur skrivað Sólsteinin. Asvør Djurhuus hevur týtt, og Pf. Einars Prent hevur sett, prentað og heft bókina. Sól- steinur kostar 128 kr. í bókabúðunum. Tær báðar seinnu bøkur- nar í hesum bókaraðnum koma ætlandi út í heyst. bj | ———