fríggjadagur 6. mai 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 85 — 6. MAI 1994 Tíðindablaðið CDI
New York er
våna fyrimynd
So négvur er harðskapurin i USA, og tað er einki
hjå ødrum londum at vilja likjast, skrivar Karl
Nolsøe
Morð og sor, ney& og deydi,
hungur og ólukkur er ger-
andisdags kostur hjá teim-
um, sum lesa blað, hoyra út-
varp og síggja sjónvarp.
Hetta rínur meira ella
minni við gll frá barnaárum
av og ávirkar hugsan, lyndi,
kenslur, atburð og dagliga
lívið, so vanligt er tað, at
hetta skolar dagliga inn yvir
øll, at sjáldan verður givið
far um tað. Tað er so mikið
verri, tí tað treingir inn í øll
og gerst týðandi partur av
okkara medviti.
Tað var stórt rikidømi í
Føroyum at kunna liva í
friði og náðum uttan at Ótt-
ast, at nakar fór at gera seg
inn á teg fyri at ogna sær títt
ella volda tær mein.
Geva vit okkum stundir,
vita vit, at tað ónda og tann
óndi atburðurin er verulig-
ur, men ikki er hann altvald-
andi. Tað góða og tann góði
eru eisini veruligir og týða
nógv meira og viðkoma
okkum hverja løtu vit liva.
Berlin múrurin rapaði og
alt meira frættist eystaneft-
ir, eisini um illgerðir í stór-
býum sum Moskva og St.
Petursborg. Har er alt meira
vandamikið at ferðast, russ-
iska mafian otar seg inn
allastaðni og løgreglan er
máttleys mógvegis henni og
hennara brotsstovnum.
Tad fer at batna, verdur
sagt, ti samfelagid er vid at
umskapast við privatum
virksemi, frium marknadi
og friari kapitalismu. Teir
vóna, at kapitalisma og
demokrati, lóg og rættur
fara at rina við hugsunarhátt
og atburð hjá alt fleiri.
Meira eystanfólk verða
kunnað við friðarliga, rætt-
vísa og demokratiska heim-
in, meira verða tey at virða
rættvísi og ræðuligheit.
Vit kunnu hyggja inn hjá
summum av teimum, sum
siga seg vilja læra eystur-
lond at nøra um frið, trygg-
leika, reiðuligheit og rætt-
vísi. Bretar plaga siga:
»Charity begins at home<,
næstakærleikin byrjar
heima.
USA er eisini nútímans
demokrati við fríum mark-
naði, fríari kapping, pri-
vatum virksemi og ognar-
rætti, fríari kapitalismu og
fólkaræði. Tá New York er
stórbýur, sum kann saman-
líknast við St. Petursborg
og Moskva, fara vit at
hyggja at honum, sum helst
skal verða mynstur fyri
russisku stórbýirnar.
Í USA er ásettur rættur hjá
FØROYSK SÅPA
- NYTILIG TIL
MONG ENDAMAL
Er at fåa i flestu handlum i Streymoynni og Eyst-
uroynni — eisini at fáa aðrastaðni seinni. Handlar
kunnu bíleggja frá heilsøluni Pf. Poul Hansen
NORÐ-FRADING
tlf. 21269 — fax. 21570
Box 14, FR-340 Kvivik
øllum borgarum at eiga
våpn, og teir hava saman-
lagt fleiri våpn enn ameri-
kanski herurin. Teir skulu
kunna verja seg móti álop-
um og móti brotsfólkum.
Einki á leið komið samfelag
er so merkt av lívshóttandi
og harðligum dagligum
brotsgerðum sum USA.
Fólk eru har, sum royna at
minka um vápnanggdina,
fyri at land teirra kann ger-
ast friðarligt, minni vanda-
fult fyri vanlig friðar fólk.
Illa hevur borið til at fremja
hesar ætlanir, tí múgvandi
kapitalsterkar kreftir berj-
ast fyri, at henda øgiliga
våpnanøgd verður varð-
veitt og helst veksur.
Í fjør hendi tó tað mark-
setandi, at fyri fyrstu ferð í
amerikanskari søgu varð
lóg løgd fyri tingid at av-
marka vápnanýtslu. Nógv
kjak og stríð hevur verið um
hana, men tó varð hon so
endiliga viðtikin við teprum
meiriluta.
Brady lógin tók við 1. jan.
í ár. Hon fekk navn eftir ráð-
geva fyrrverandi ameri-
kanska forsetans Reagan.
Brotsmaður ætlaði at
drepa Reagan forseta og
skeyt eftir honum, men
rakti Brady, sum fekk lívs-
langt álvarsligt mein.
Í mong ár saman við sam-
sintum hava Brady og kona
hans stríðst fyri lóggávu at
avmarka fríu søluna av
| skotvåpnum. Einhvør
kundi fara í vápnahandil og
keypa skotvápn eftir egnum
vali og tykki uttan at meira
kravdist enn gjald fyri tað
keypta. Brady lógin krevur,
at tú bíðar eina viku, eftir at
tú hevur umbiðið vápnið,
meðan løgreglan kannar,
um tú hevur framt grovar
brotsgerðir, er ákærður fyri
sovorðnar, er rýmingur úr
fongsli ella undan dómi.
Vísa kanningarnar, at tú
ert ósekur í tílíkum, flýggjar
handilin tær vápnið.
Tá USA ár um ár hevur
heimsmet í fólkum dripnum
við skotvápnum, má hetta
kravið sigast at vera rímu-
ligt.
Januar í ár er fyrsti mán-
aðin, hesar kanningar hava
verið gjørdar. Urslitid
henda månadin var kanska
ikki stórt, einans 1605 fólk
fingu íkki keypsloyvi.
Teirra millum vóru rýming-
ar, brotsfólk dømd fyri
vápnað rán, morð og dráp
sambært upplýsingum frá
einans 15 av deildarstatun-
um í USA, sum hevur um
hálvthundrað íalt. Men sum
sagt verður: >Hvat um tað?
Taðereinans ein spurningur
um lív ella deyða<.
Amerikanari búsettur í
París skrivar til heimskent
amerikanskt blað: >Við
hvort kunngera tygum ávar-
andi vegleiðingar frá stjórn-
ini um lond og landspartar,
sum eru vandamiklir fyri
ferðafólk. Tá eg og børn
mini skulu aftur til USA,
hevði dámt mær at fingið
tygara vegleiding um
amerikanskar landspartar,
sum eru so vandamiklar, at
eg skal halda meg burtur frá
teimum. Eg ræðist at fara
heim aftur«. J. Schmitt,
Paris.
Løgreglan í New York
sigur tað vera hugaligt, at
brotsgerðir minka har.
Um tú býrt har í býnum og
fyri tær sjálvum endurtekur
hesi tíðindi hart: >Brots-
gerðir minka í New York,
brotsgerðir minka í New
York, brotsgerðir minka í
New York osfr.«, fara fólk,
sum hoyra teg, at flenna.
Sigur tú hetta ofta, verður
tú kanska at trúgva tí. Tað
kann tá vera vandamikið,
um tú tosar teg sjálvan til at
fara tær ein túr í >Central
Park<, miðbýar parkina,
meðan tað skýmur. Mamm-
an í íbúðahúsum sigur
kanska vid børnini, at knall-
andi ljóðið er frå bil út-
stoytsblástri, so tey kunnu
óttaleys fara út at spæla.
Grovar brotsgerðir minka
4%, sigur politiið og siga
seg frøast um gongdina.
Teir siga almenningin mis-
taka seg, tá hann hevur ta
fatan, at býurin er brotslig-
ari enn nakrantíð.
New Yorkarin kennir
neyvan somu frøi sum poli-
tiið, tí hann veit, at tølini eru
so ógvuslig, at ein lítil
lækkan her ella har rínur
ikki við lívsvirðið í hesum
býi sum áhaldandi er so 6-
fatuliga brotsligur og
vandamikil.
Í fjór minkaði morðtalið
samanborið við 1992 2,5%.
Sama dag hesi tíðindi
komu í bløðunum, frættist
úr Haiti, at 50 ella fleiri
myrd fólk eru at finna í Fort
Au Prince hevuðsstaðnum
hvønn mánað.
Um New York nakrantíð
kemur niður á so fá morð
hvønn mánað, verður býur-
in at bjóða til almenna
veitslu.
2,5% fall síðan 1992
lækkar morðtalið niður á
1946 deyð í 1993, ella 3
ferðir so mong sum í Port
Au Prince. 1500 av hesum
lótu lív fyri skotum.
Morðtalið í New York var
í fjør tað sama sum talið á
fólkum dripin í borgara-
stríðnum í Algier í fjør,
hetta stríð, sum er um at
skræða norðurafrikanska
landið sundur.
Í 1930 og 40 árunum
myrdu teir árliga um 300
fólk í New York, um fjórð-
ingur av teimum vóru skot-
in. Í fjórðingseld hava gøt-
urnar verið Gtryggar fyri
ikki brotsfólk.
Brotsgerðir eru so alt-
valdandi har, at løgreglan
heldur fólk fara at gleðast
um 2,5% fall, nú býurin ár-
liga hevur næstan 2000
morð, 86000 rán, 112000
bilstuldrar og 99000 inn-
brot.
Løgreglan má halda New
Yorkarar vera býttar, tá teir
siga, tað vera framstig, at nú
verða einans 35 fólk dripin
um vikuna og eru einans
1600 rán frá sunnudegi til
leygardags. Tað eru so tey,
teir vita um og verða tald.
Um hetta kann sigast at
vera framstig so Gud náði
New York!
Í árunum 1992 og 1993
vórðu tilsamans 10 útlend-
ingar dripnir í Egyptalandi.
ivad er meira spennandi
at ferðast í USA Ld. í eingl-
anna býi, Los Angeles, Flo-
rida ella hví ikki í New
York? Um tú minnist at
tekna stóra lívstrygging
frammanundan.
J. Schmitt í Paris: >Ég
ræðist at fara heim aftur<.
Verður tað at batna í St.
Petursborg og Moskva um
teir lurta meira eftir teirra
amerikansku vegleiðarum,
sum siga, at jú meira líkt
Amerika Rusland verður, jú
meira demokratiskt verður
tað.
Meta føroyingar tað sum
rikidømi at kunna liva í friði
og náðum?
Karl Nolsøe
Til BLADSØLURNAR
Sosialurin aftur
ÚTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frá á
tlf. 11820.
Uttanfyri vanl. arbeidstid upplýsir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fåa fleiri blød.
Tidindabladid SOSIALURIN
seg