leygardagur 7. mai 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
3
==
+
i
Tíðindablaðið (577)
Nr. 86 — 7. MAI 1994 Síða 19
Skatturin rekur fólk av landinum
Enn eru hóast alt
nøkur sum arbeiða
--Men tað verður ikki leingi aftrat at nakar tímir, orkar ella hevur
ráð. Tey, sum enn hava arbeiði, eru hóast alt størsti bólkurin av
arbeiðsfórum í landinum. Men er hesin bólkur heilt gloymdur?
Nógv hevur verið talað og
skrivað um tey arbeiðs-
leysu, og vónleysu stóðu
teirra. Tað er ikki so løgið.
Tey eru uttan iva sam-
felagsbólkurin, sum er
allar ringast fyri bæði so
og so.
Somuleiðis hevur nógv
verið frammi um sethúsa-
eigararnar, serliga tey,
sum bygdu í vitleysu
åttitiårunum. Eisini tey
eru sera illa fyri.
Pensionistarnir hava tað
heldur ikki ov gott. Teir
skulu enntá gjalda skatt av
neyðars grundupphædd-
ini, sum frammanundan
var so lítil hon kundi vera.
Tað er ikki logið, at øll
hesi fáa bæði nógva
umtalu og samkenslu,
men tað sýnist tíverri, at
vera ein bólkur, í hesum
landi, sum at kalla tykist
heilt gloymdur. Enn
teljast flestu fólk í tí bólk-
inum. Tað eru tey, sum
enn hava eitt arbeiði.
Eg óttist stórliga fyri, at
tað verður júst hesin bólk-
urin, sum nú fer at minka í
stórum. Rætt og slætt av
teirri einføldu orsøk, at tå
land og kommuna hava
fingið sítt, og sparikassin
rest, er einki eftir. Næstan
uttan mun til, hvør inn-
tøkan er.
Vit hava uttan iva
heimsins størsta skatta-
trýst, umframt nógv stórri
livikostnad enn galdandi
er í teimum londum vit
vanliga sammeta okkum
við.
Hver tímir, orkar ella
hevur ráð til at gjalda tætt
upp ímóti 60 prosentum
av lønini í skatti? Tey
verða helst fá sum frá-
líður.
Og tað síggja vit eisini á
seinastu tølunum í sam-
band við fólkaflytingina,-
ella rættari sagt, flýggjan-
ina av landinum. Um
onkur heldur, at tað "bert"
eru tey arbeiðsleysu, sum
søkja sær eydnuna aðra-
staðni, er talan um
álvarsliga misskiljing. Nú
flyta eisini fólk, sum hava
arbeiði, men einki fáa
burturúr, av landinum í
stórum tali.
Og flýggjanin vindur
uppá seg. Fyrstu fýra
mánaðirnar í fjør fóru 595
fólk av landinum. Fyrstu
fýra mánaðirnar í ár eru
752 fólk flýdd. Vert er at
geva gætur, at hetta er ikki
tann tíðin, tá fólk vanliga
fara av landinum í millum
øðrum lestrargrindum.
Hvussu sær talið út í
heyst?
Heldur hendan gongdin
á, er ikki nóg mikið at siga
neyðars arbeiðsleys,
neyðars sethúsaeigarar
ella neyðars pensionistar.
Tá kunnu vit av réttum
siga neyðars land!
Skatturin má niður
Tað er als ikki altíð reyp
vert at seta met. Og als
ikki tá metið rakar stóran
part av landsins íbúgvum
negativa vegin.
Tá landspolitikarar tosa
um skattatrýst, leggja teir
sera stóran dent á komm-
unuskattaprosentini, sum
í ár hækkaðu munandi.
Sagt verður, at so skjótt
kommunurnar fáa eina
lagaligari = avtalu við
lánveitararnar ber til at
lækka skattaprosentini.
Haraftrat hava tey vísu
høvd í landsumsitingini
nú roknad seg fram til, at
væl meira fer at koma i
kommunukassarnar i år,
enn roknað hevur verið
við.
Halda hesar framrokn-
ingar, og fáa kommunur-
nar munandi lagaligari
lånsavtalur, er avgjørt
grundarlag fyri at lækka
skattaprosentini.
Eitt ålvarsligt MEN
Men herereitt ålvarsligt
MEN.
Vidvikjandi lånsavtal-
unum hendir, sum skilst
als einki, fyrstu månadir-
nar, og évist er, hvussu
úrslitið, tá tað einaferð |
kemur, fer at síggja út.
Viðvíkjandi framrokn-
ingini av skattainntøkuni
er at siga, at allar fram-
rokningar skulu takast við
størsta fyrivarni.
Tað nyttar einki bert at
fokusera upp á at komm-
unumar fáa meguliga
lagaligari rentu og sleppa
kanska at leingja aftur-
gjaldstíðina. Ein tridi, og
mest átroðkandi spur-
ningurin er skattagrundar-
lagið. Hvussu stór ella lítil
er samlaða innigkan,
skatturin skal roknast av?
Fer skattagrundarlagið at
svíkja álvarsliga, er nær
um líkað mikið hvussu
onnur viðurskifti laga seg.
Umframt hetta skal
eisini viðmerkjast, at ein
lækking í kommunu-
skattaprosentinum loysir
ikki allar trupulleikar.
Verður skattaprosentið í
Havn lækkað við td.
tveimum prosentum spar-
ir ein miðal inntøka
kanska einar 300 krónur
um mánaðan. Alt ger mun,
sjálvandi, men tað verður
neyvan hetta, sum bjargar
fólki.
Fleiri inntøkur
Umsitingarliga er Havnar
Kommuna skorðin at
beini, og hvat tænastum
viðvíkja, sum kommunan
sjálv hevur ávirkan á, er
ikki nógv at heinta.
Men Havnar Kommuna
eigur í dag nógvar
óvirknar íløgur. fløgur,
sum bert kosta lånsgjøld,
og sum lítið og einki geva
av sær.
Her liggja stórir møgu-
| leikar, men sum er, tykist
eingin at tora ella orka at
fara undir nakað sum
helst. Og fyri at tryggja
sær, at so lítið hendir sum
møguligt, hevur lands-
stýrið gjórt landsins
kommunum greitt, at tað
sum ber brá av vinnulívi
(arbeiði til tómar hendur)
skulu kommunurnar
halda seg burtur frá.
og datt
Ein grundleggjandi
broyting má til og tað
ongantíð ov skjótt, so-
leiðis at kommunur ella
kommunalar eindir fáa
rættiliga fríar ræsir vinnu-
liga at menna sítt øki. Og
sleppast má skjótast
gjørligt av við lands-
pávalótir. Hetta, at ávísir
sentralir stovnir altíð vita
best hvat tænir gðrum. Og
so kunnu teir kalla seg
menningar ella ídnaðar
ditt ella datt.
Tað átti ikki at verið so
ilt at skilt, at tey, sum eru
best at meta um hvat er
best fyri eitt øki, eru tey,
sum dagliga liva og virka
har.
Landsskatturin
Tað tykist ikki at vera
mark fyri hvussu tungar
fíggjarligar byrðar polit-
ikarar halda, at fólk kunnu
bera.
Heimsmet í beinleiðis
skatti umframt nýtslu-
gjøld í álmannakkavís.
Einki bilar hugflognum
tá tað snýr seg um at
knokkroyta fólk. Hinveg-
in bílar álvarsliga við
hugflognum tá ræður um
at avmarka nýtslu.
Stjórin á Toll- og Skatt-
stovuni vísti herfyri á, av
egnum royndum, hvussu
mikið bar til at spara innan
hansara stovn. Og hann
gjørdi eisini vart við, at
Tórfinn Smith, byrådslimur: So leingi neyðhavn
føroyinga eitur Keypmannahavn, eigur landsstýrið
at fara ein túr aftrat niður á Christiansborg. Hesa-
ferð at bjarga føroyska fólkinum, heldur enn at
føroyingar, ein og ein, flýggja til Danmarkar at
leita sær frægari livilikindi.
einki er at í vast i, at tað ber
til at úllaga almennu um-
sitingina í Føroyum teim-
um broyttu viðurskiftun-
um, uttan at vit fáa eina
vánaligari umsiting. Men
treytin er, at vit fáa eina
einfaldari umsiting.
| Slaktið halgineytini
Tíðin er alt ov álvarslig til
at hvor flokkur sær grevur
seg niður í vanabundnar
ideologiskar skotgravir.
Títákemur einki burturúr.
Allir politisku flokkarnir
eiga at slakta síni politisku
halgineyt, og síggja sam-
felagið frá heilt nýggjum
sjónarhorni.
Tað er í tókum tíma.
Gera flokkarnir ikki tað,
hava teirborðreitt fyri heilt
ødrum og sera ótespulig-
um kreftum.
At umskipa allan al-
menna sektorin eftir stutt-
ari tíð ber sjálvandi ikki
til. Hinvegin ber heldur
ikki til at halda fram sum
er.
Heldur enn at føroying-
ar, ein og ein sum nú, fara
til Danmarkar,- at leita sær
frægari livilíkindi, átti
landsstýrið enn einaferð at
fari ein túr niður á Christi-
ansborg,- í hvussu er so
leingi neyðhavn føroy-
inga eitur Keypmanna-
havn, vegna allar føroyin-
gar.
Hesaferð ikki í banka-
grindum, men í fólksins
grindum.
Boðskapurin og spur-
ningurin til donsku stjórn-
ina kundi verið einfaldur:
Føroyska tjóðin blødir
út, og vandi er fyri, at hon
ikki kemur fyri seg aftur.
Kann danska stjórnin
rætta føroyska fólkinum
eina hjálpandi hond, so
aftur gerst liviligt í hesum
landi, vit øll eru so góð
við.
Stuttligt hevði verið, um
tað afur fór at loysa seg hjá
føroyingum at arbeiða í
Føroyum.
Tórfinn Smith
Ein av teimum mest ålitandi
kaltvatnsreinsarunum å
marknaðinum til alla rein-
gerð á dekkinum, verk-
aðnum, bakarinum, slakta
rinum v.m. Fæst frå 70-173
bar trysti. Kemisk reinsievni
kunnu eisini nytast.
Søla, leiga og tænasta
Kaj Andreasen Pf.
Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600