týsdagur 10. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Uppflytararnir
settir upp á pláss
Qll trý oddaliðini mistu stig
Hesaferð var málrómin nógv minni, enn hann hevur ver-
ið tey bæði fyrru umførini. Bara 12 mál komu í teimum
fimm dystunum ella 2,4 í miðal fyri hvønn dystin, og tå
komu fimm í dystinum á Sevmýri millum TB og uppflyt-
ararnar úr EB/Streymi, sum eru niðast á stigatalvuni.
Tey bæði nýggju felogini í 1. deild, EB/Streymur og
NSÍ løgdu rygg til tey størstu tapini hesa ferð. Mótstoðu-
liðini vóru tvey teirra, sum stórar partar av kappingar-
árinum í fjør vóru við í stríðnum um at sleppa undan nið-
urflyting.
Í 2. deild eru longu greiðar ábendingar um, at vágbing-
ar, sum fluttu niður í fjor, ætla sær at vera við i kappingini
um annan sessin í bestu deildini. Hetta reisir spurningin,
um munurin millum bestu og næstbestu deildina er so
mikið stórur, at lopið verður ov stórt hjá teimum liðunum,
sum flyta upp, og at tað tískil verða tey somu feløgini, ið
flyta ímillum.
Spurningurin er åhugaverdur, tá hugsað verður um
tankarnar, Fótbóltssambandið hevur havt frammi um at
broyta landskappingina, m.a. fyri at fáa størri spenning i,
tí fleiri dystir fara at hava tydning fyri endastøduna.
Enn er nakað tíðliga at siga nakað um, hvor munurin
er á 1. og 2. deild. Men hóast tað er tíðliga, so tykist vera
greitt, at felogini, sum hava teirra næstbesta lið í 2. deild,
standa seg ikki so væl í næstbestu rødini í ár, sum tey
gjørdu í fjør. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tess, men
helst er tað so, at har ger fólkaflytingin seg galdandi.
Í blaðnum leygardagin segði góður stuðul hjá KÍ far-
væl, tí hann flytir av landinum, og tað nívir serliga í 2.
deild, sum eftir flytingina skal lata sín besta mann til
fremsta liðið hjá felagnum.
Um fráflytingin heldur á at vera stor —og tað er lítið sum
bendir á, at hon ikki fer at verða tað — so fer hesin spurn-
ingurin at gera seg nógv galdandi eftir summarfrítíðina.
Heilt víst er, at so fara t.d. KÍ og NSÍ og kanska HB at
standa seg vánaliga í 2. deild, meðan tað í 1. deild kann
fara at visa seg, at smæstu feløgini eru serliga sårbær.
Her verður hugsað um GÍ, B68 og B71. Hóparnir eru
smáir, og um ein ella tveir leikarar flyta, so verður endin
púra galin.
Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við hasum
har. Undir ollum umstoðum er bara eitt vist, og tað er, at
alt er ógvuliga óvist!
Heilt vist er tó — um alt gongur sum ætlað! — at vikan,
sum stendur frammanfyri, ber nógvan fótbólt vid sær. Í
annaðkvold verður dystur millum úrvalsliðið og GÍ í
Gotu, Kristi himmalferðardag eru semifinalurnar í
steypakappingini, á Sandi og í Runavík og komandi
vikuskifti er aftur eitt umfar í landskappingini.
Vitfarasum frægast at fylgja við í ollum hesum. Í morg-
in verður umframt 3. deild eisini umroða av seinni semi-
finalunum í stgeypakappingini. Hósdagin ef heilagt, tí
kemur blaðið íkki tann dagin, og tí hava vit ung-
dómsfótbólt fríggjadagin. Leygardagin hava vit upptakt
til landskappingina og umrødu av semifinalunum.
Ítróttarsosialurin