mikudagur 11. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fullfórið
setningin!
SO upplivdu vit tað enn einaferð aftur,
at politiska lívið verður lamt av 6-
semju. Fyri uttanfyristandandi kann
tað vera mestsum Omøguligt at fata,
hví politikarar ikki duga at leggja egin
persónlig atkvødufyrilit til síðis og
royna at fáa politiska arbeiðið at glíða.
Føroyar og føroyingar hava brúk fyri
øllum uttan klandri júst nú. Hetta vita
allir tingmenn ella í hvussu so er áttu
teir at vita tað. Kortini seta teir land-
sins umdemi og fólksins vælferð upp á
spæl fyri at sleppa í fokus.
NÚ skal tað viðgangast, at sum um-
støðurnar eru, er tað væl skiljandi, at
menn og flokkar missa nervarnar og
skeita eftir atkvødunum til valid, ið
skal verða í heyst, um gingið verður
eftir bókini. Vit liva í eini sera truplari
tíð, har ikki slepst undan illa dámdum
avgerðum. Hetta setur stór krgv til
politikarar og flokkar. Tað er í slíkum
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
tíðum, at menn og kvinnur skulu vísa,
hvat tey duga. At stýra í dýrdarveðri er
ikki tann stóri kunsturin, men at
standa við róðurið, tá tað brýtur í bæði
borð, krevur bæði vit og skil eins væl
ogdirvi og áræði. Taðerhertað knípur
hjá mongum á tingi og tað er mikið
spell, tí vit hava líkasum ikki tíð og
orku til at klandrast samstundis sum
vit skulu royna at fáa hallandi skútuna
upp aftur á rættkjøl.
MEN stødan er nú vorðin tann, at
meiriluti samgongunnar er fokin og
hvørji ráð eru so til at taka? Teir flokk-
ar, ið hava góð veljarakanningartøl
eru grammireftirnývali. Tað skilja vit
væl. Aðrir flokkar eru meira trekir at
fara til val í ótíð. Millum hesar er
javnaðarflokkurin og onkur kundi tí
sagt, at hetta er bert tí, at javnaðar-
flokkurin hevur vánalig galluptøl fløt-
uni. Tað er tað kanska eisini og eingin
kann siga javnaðarflokkin ringan fyri
tað. Men hetta er ikki høvudsorsøkin
til stóðu javnaðarfloksins. Orsøkin til
at javnaðarflokkurin ikki so glað-
beintur gongur inn fyri vali júst nú, er
tann, at tvey ógvuliga stór mál standa
fyri durum — mál, ið mugu og skulu
loysast her í summar. Javnadarflokk-
urin vil helst av øllum fullføra henda
setning, sum hann átók sær, tå sam-
gongan varð endurskipað.
FYRSTA málið er at evna til eitt
fíggjarlógaruppskot, ið bæði er í tráð
við avtalumar við Danmark og sam-
stundis kann verða eitt amboð í roynd-
unum at venda tí ræðuligu búskapar-
ligu gongdini í samfelagum. Hetta
gerst ikki mitt í einum valstríði. Ann-
að málið er samráðingamar við
donsku stjórnina, ið eru settar at verða
í august. Hesar samráðingar eru av
allarstørsta týdningi fyri framtíð og
vælferð okkara. Tað er tí av størsta
týdningi, at tað landsstýrið, ið skal
føra samráðingamar, er sterkt og hev-
urmeirilutan av løgtinginum aftan fyri
seg. Men eina slíka samrådingarstødu
kanneitt landsstýri ikki skapa sær mitt
í einum valstríði ella beint eftir eitt
val. Støda løgmans er tí einasta
ábyrgdarfulla stóða fløtuni. Hinvegin
er tað eisini beint av løgmanni at gera
øllum pørtum greitt, at finnast ikki út-
vegir fyri, at landsstýrið kann halda
fram og gera arbeiðið liðugt, so eiga
vit at taka valið.
Føroyskur politikkur er marghåttlig-
ur. Medan allur heimurin fegnast um,
at friður og semja eru fingin flag í Mið-
eystri og í Suðurafrika, klandrast
føroyskir politikarar sum ongantíð
áður. Hetta er spell — mikið spell, tí
okkum tørvar alt uttan klandur. Okk-
um tørvar búnar, åbyrgdarfullar po-
litikarar, id ikki lata seg freista av løtu-
vinningi, men sum royna at gera ar-
beidid, tey hava åtikid sær og royna at
fáa tað liðugt. Okkum tørvar fólk, ið
halda avtalur og sum duga at síggja eitt
sindur longur fram enn til næsta val-
dag. Tí vildu vit mælt til at politikar-
amir finna útvegir fyri at setningur
samgongunnar verður fullførdur og so
fara til val gjarna nakað fyri 8. no-
vember.
Sosialurin
Nú ber aftur til at Sleppa av við ullina!
Faroe Wool, ið hevur gjørt
royndir við at virka burtur
úr føroyskari ull, fer nú teir
næstu dagarnar at taka ímóti
ull.
Tá ið prísurin á ull er sera
lágur á verðinsmarknaðin-
um í løtuni, er ringt at geva
ein hóskiligan prís. Einasti
máti at bøta um hetta er um
vit kunnu virka vørur, sum
kunnu seljast fyri ein rímu-
ligan prís, sum síðan kann
verða við til at økja um ull-
arprísin.
Tí vóna vit at bøndur
sjálvandi vísa vælvild við at
lata ull, sjálvt um prísurin
vísir seg at vera Grimuligur.
At tikið verður ímóti ull
nú er fyri at rudda ta gomlu
ullina upp, sum liggur runt
um landið, so tað til næstu
klipping bert verður nýggj
ull. At ullin er nýggj og at
hon verður skild í litir og
væl hagreidd, vil til næstu
klipping geva ein betri prís.
Fáast kann ein kontant-
prísur fyri ullina. Men fyri
tey, ið ynskja at keypa ullar-
verur í handlinum hjá Faroe
Wool í Runavík, so sum
tógv, teppi 0.a., fáa ein betri
prís. Samstundis sum tey
kunnu keypa triggjar ferðir
virðið á innlatnu ullini fyri
ein sera sámuligan prís.
Hetta er eisini við til at
hækka ullarprísin.
Um tú fyrst hevur fingið
pengarnar útgoldnar, mást
tú keypa vørurnar fyri full-
an prís.
Tikid verður ímóti ull teir
BILLUTIR!
Vit hava víðkað okkara útboð av eykalutum
til bilar og hava nú fleiri útstoyt enn nakran-
tíð á goymslu.
Tað loysir seg altid at handla við okkum.
p/f Esmar Simonsen
KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglatjørbur
Tlf. 44405, Fax. 44629
næstu dagarnar å Royndar-
stødini í Kollafirði, frå kl.
18.30-21.30 og leygardag
frå kl. 8.30—16.00.
3% - > Á
å 7 4
=. »
; 3
5»
Um fyrispurningar eru
vidvikjandi hesum kann
ringjast til Faroe Wool, tlf.
41075 — 49075.
Friggjadagin 13. og
leygardagin 14. mai
1994 verda ruddingar-
dagar í Tórshavnar
kommunu.
Feløg, skúlar, skótar,
itråttarfeløg o.fl. fara at
luttaka í ruddingartil-
takinum.
Rusksekkir fåast á
Skálaugð fríggjadagin
og leygardagin.
Við AB-húsið á Argj-
um verða rusksekkir út-
flýggjaðir millum kl.
8.00 og 12.00 rudding-
ardagarnar.
Høvi verður hjá fólki
hesar báðar dagar, ó-
keypis, at sleppa av við
órudd úr umhvørvinum,
og skal óruddið latast
inn á Brennistødina á
Sandvíkahjalla.
Sekkimir eiga at vera
merktir, um óruddið
kann brennast ella ikki.
Brennandi burtur-
kast: Pappír, viður,
Tíðindaskriv
heilsu- og umhvørvisnevndini
hjá Tórshavnar býráð
plastikkposar 0.a.
Ikki brennandi burt-
urkast: Glas, postalín,
metallutir, gummislang-
ur, gomul dekk, gamalt
hegn 0.a.
Vandamikið burtur-
kast, so sum akkumula-
torar, battaríir, máling
og impregneraður viður
0.2., kann latast inn á
Skálatrgð ella á Brenni-
stødini.
Møguleiki er eisini
fyri at fólk sjálvi kunnu
lata órudd, ókeypis, á
Brennistødina á Sand-
vikahjalla.
Opid er soleidis:
friggjad. kl.8.00-22.00
leygard. kl. 8.00-22.00
Ringjast kann å tekn-
isku deild býráðsins
(gótusópingin) á Uf.
15513 um spurningar í
sambandi við rudding-
ina.
Tórshavnar byråd
Blindastovnur Foroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.