Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Tingmenn sótu sum kánus: Fyrst ålitisvattan og | síðani úr samgonguni Bert fáar minuttir eftir at samgongutingmenn høvdu atkvøtt fyri at Lasse Klein skuldi halda fram sum tingformaður, boðaði Lasse Klein sjálvur frå, at hann tók seg úr samgongunt Síða 4 Nr. 88 —11. MAI 1994 Lasse Klein fer her spákandi úr samgonguni. Mynd: Kalmar Jt við Lassa Sjålvstyrisflokkurin vil ikki hava Lassa Klein inn aftur i tinghitan Eftirat Lasse Klein, løg- tingsformadur og for- maður í Skattanevndini „hevur boðað frá, at hann ikki longur styðjar sam- gonguna, hevur lands- stýrið ongan meiriluta aftur fyri seg. Sjálv- stýrisflokkurin hevur somuleiðis boðað frá, at Lasse Klein sleppur ikki aftur upp í verandi ting- bólk floksins. Landsstýrisflokkarnir fundaðust í allan gjár, og hvat úrslitið verður, var ikki greitt tá blaðið fór til prentingar. Sum skilst heldur løg- maður tað vera óheppi at útskriva val nú, men er eingin annar møguleiki, er hon sjálvsagt sinnað til tess. Hinvegin skilst, at Tjóðveldisflokkurin er meira sinnaður fyri ein- um vali her og nú. Í hvussu er sambært for- mann floksins í ting- inum, Hergeir Nielsen. Tvinnir meguleikar Í gjár segði løgmaður, at tvinnir møguleikar eru nú. Annar er at útskriva val nú. Hetta kann í frysta lagi vera um seks vikur,- um jóansgku- mundi. Hin møguleikin er at halda fram sum minni- luta landsstýri. Men treytin fyri hesum er, at tað fer at bera til hjá landsstýrinum veruliga at virka til val eigur at vera. Skjóta loysn Úr Tinganesi skilst, at roynt verður at finna eina skjóta loysn á trupulleikunum, sum nú hava stungið seg upp. Fundimir hildu fram í gjårkvøldid, men hvussu langt komið er áðrenn —tingfundurin byrjar í dag klokkan tíggju, helt eingin seg kunna geva eitt boð um. tór.- Tey nógv umtalaðu skatta- uppskotini kostaði sam- gonguni lívið. Soleiðis sær út beint nú í hvussu er. Tað var einum og hvørj- um greitt undan seinasta tingfundi, sum var mána- dagin seinraparin, at ávísir trupulleikar vóru í sam- gonguni. Allir samgongulimir, uttan Lasse Klein, løgtings- foraður og formaður í Skattanevndini, vóru mis- nøgdir við nøkur uppskot, sum vóru í einum áliti frá Skattanevndini. Serliga tí Lasse Klein bordreiddi vid teimum saman við tveimum andstødutingmonnum. Tå atkvøtt vard, fullu øll uppskotini hjá Skatta- nevndini. Bert Lasse Klein år samgonguni atkvøddi fyriuppskotunum. Vistu Lassa ålit Eisini ein onnur spennandi atkvødugreidslu var á ting- fundinum hendan dagin. Tað var eitt uppskot frá tiggju andstødutingmonn- um, sum skutu upp at velja formansskapin f tinginum av nyggjum ti samgongu- tingmenn høvdu sagt seg misnøgdan við tingfor- mannin. Hetta uppskotid fekk bert tær 15 andstøduatkvødur- nar. Tá urslitid av hesi at- kvødugreidslu var greitt bað Anfinn Kallsberg um eina stutta viðmerking. Hann segði seg fegnast um, at nú vóru stabil politisk viðurskifti fingin aftur, so tingið aftur kundi arbeiða í friði. Brævið frá Lassa Men hin fegni fólkafloks- tíngmaðurin hevði ikki meira enn sett seg niður aftur fyrr enn Lasse Klein, løgtingsformadur reistist og boðaði frá, at hann fór at lesa eitt bræv til Føroya Løgting upp. Lasse Klein las, og ting- menn lýddu åhugadir á. Tá brævið varð lisið, og tað var tingmonnum greitt, at brævið var frá sjálvum ting- formanninum, sum hevði gjørt av at taka seg úr ting- bólki sjálvstýrisfloksins, sótu teir sum kánus. Ikki minst hinir báðir løgtings- Lasse Klein, løgtingslimur 600 Saltangarå. limimir i Sjålvstyrisflokk- inum sótu sum lundar, slidnir á nevið. Eftir at løgtingsformad- urin hevði lisið brævið, vildu fleiri tingmenn, sum vera man, spyrja tingfor- mannin um eitt og annað. Millum annað, um nøkur samgonga var úl longur, men Lasse Klein vildi ikki geva nøkrum tingmanni loyvi at taka orðið, og sleit fundin. Vildi ikkl koma á fund Helena Dam á Neysabø fór beina leið til tingformannin og bað hann koma á fund vid tingmanningina hjá Sjålvstyrisflokkinum, men hesum segdi Lasse Klein seg ikki hava stundir til. Við fjølmiðlarnar gjørdi hann beint eftir tingfundin púra greitt, at samgongan hevur ikki longur meirilutan aftan fyri seg. Soleiðis endaði hesin tingfundurin, og íkki var løgid, at tingmenn vóru ørkymladir, og dúgliga varð tutlað í krókunum um hver Soleiðis segði Lasse Klein, tingbólki sjålvstyrisfloksins farvæl,- fyribils í hvussu er næsti leikur fór at vera. Onkur samgonguting- maður tók til, at fyrst góðu vit tingformanninum ålitis- váttan, og síðani fingu vit durafjórðingin frá honum. tór.- Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. Telefon/telefix 17597 og teletax 41992, skrivitele- fon tit. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadag kl. 20-23.