Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 88 — 11. MAI 1994 Karl Heri Joensen, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin: Lasse tænir ikki flokkinum longur - Framferðin hjá Lassa Klein tænir ongum endamáli, og styrkir als ikki sjålvstyrisflokkin, sum samstarvspart. Ti hava vit bodad Lassa Klein frå, at hann ikki verdur tikin inn i # tingbólkin aftur, sigur Karl Heri Joensen, tingmaður í Sjálvstýrisflokkinum Helena Dam á Neystabø, um avleiðingarnar: Hann hevur sjálvur tikið seg úr flokkinum - Nú fara vit at føra sjålvstyrispolitik, sum fólk kunnu skilja, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í tingbólkinum hjá Sjålv- stýrisflokkinum Tað er einki loyndarmál, at trupulleikar hava verið í Sjálvstýrisflokkinum, av tí at Lasse Klein seinastu tíð- ina hevur arbeitt í sjálvdrátti í tinginum. Í ávísum máli gekk hann beinleiðis ímóti samtyktum, sum hann hev- ur verið við til at samtykkja áður á tingi. - Hóast hetta, so hava vit einki gjørt við hesa tví- stóðu, fyri ikki at gera støduna enn ógreiðari, sigur Helena Dam á Neystabø. - Hvussu hevur tað verið hjá flokkinum at standa til svars fyri óregligu fram- førslurnar = hjá Lassa Klein? - Tað er einki verri enn at fáa ákoyringar frá sínum egnu, og hetta var eisini lagt fram á landsfundinum her- fyri, har vit fingu fullan stuðul, sigur Helena Dam á Neystabø. - Nidurstødan å lands- fundinum var, at tað sum Lasse Klein av sinum ein- tingum hevdi gjørt, ikki samsvaradi vid politikkin hjá flokkinum, og als ikki við tey mál, sum flokkurin heldur vera so neyðug at fremja júst nú. - Verður Lasse Klein koyrdur úr flokkinum? - Tað er mál, sum flokk- urin skal taka stóðu til, sigur Helena Dam á Neystabø. - Hetta er Óvanligt, og vit í tingbólkinum hava frábiðið okkum, at Lasse Klein kem- ur aftur í tingbólkin. Hetta eigur landsfelagið í ramasta álvara skal taka stóðu tl. - Tað kom ávart á okkum, at Lasse Klein segði seg úr flokkinum, sigur Helena Dam á Neystabø, og vil við hesum síga sína hugsan um framtíðina hjá fráfarna ting- formanninum í Sjálvstýris- flokkinum. Helena Dam á Neystabø: Taðtykist sum ein lætti hjá tingbólkinum í Sjálvsstýr- isflokkinum, at Lasse Klein fór frå sum tingformadur og segði seg úr tingbålkinum mánadagin. Karl Heri Joensen og He- lena Dam á Neystabø, hava stutt sagt tíkið støduna hjá Lassa Klein til eftirtektar, og hava bert eina viðmerk- ing: Lasse Klein sleppur ikki inn aftir í tingbólkin. Trúvirðið vikna Karl Heri Joensen: - Skulu vit vera ein trúverdigur samstarvsflokkur, ber ikki til at arbeiða, sum Lasse Klein hevur gjørt. - Egeri kanska startskotið til at Lasse Klein tók seg aftur, av tí at eg bað um at fáa málið um skattalætta í figgjarnevndina. - Hví gjørdi tú móti tínum partamanni ? - Tá viðgerðin av fíggjar- lógaruppskotinum var lið- ug í fjør, var tað merkt av sparingum og lántøkum, fyri at fáa endamar at røkka. Vit hava 260 mió. krónur í rakstrarhalli, og so mugu vit arbeiða út frá hesum tólum. Tað ber ikki til at broyta stóðu nú. - Tað var neyðugt at føra ein strangan figgjarpolitik, um vit skulu fáa trúvirðið aftur í teimum londum, sum vit samstarva við. Aðrir møgulcikar gevast okkum ikki, júst nú, sigur Karl Heri Joensen og skoytir uppí: - Vit vita væl, at tað skapar trupulleikar hjá fólki, men skerjingarnar eru avgjørt neyðugar, um vit skulu fóta okkum aftur Ikki bera í betuflaka - Ein onnur grundgeving er, at eg eri sannførdur um, at vit ikki kunnu gera slíkt, sum kostar landskassanum pening. Vit kunnu ikki sum løgtingsmenn bera í bølu- flaka fyri ti, sum Lasse Klein av sínum eintingum setti sær fyri. - Í hesum føri var upp- skotið hjá Lassa Klein m. a. at avtaka skattin av grund- upphæddini av Tidindabladid (371) fólkapensiónini og at inn- føra ferdafrådråttin aftur. Tað hevði kosta landskassa- num einar sjey mió. krónur, men tað sum er enn álvars- ligari er, at tað hevði kosta kommununum einar 15 mió. krónur í inntøkumissi, og tað kunnu kommunurnar ikki liva við. - Hetta var grundgevingin fyri, ateg bað um at fáa mál- ið beint í figgjamevndina. Uppskotið tænti ikki flokki okkara, sigur Karl Heri Joensen. Stórur meirluti stuðlar - Hvat siga veljarar tykk- ara um stóðuna hjá Lassa Klein? - Tað er einki ivamál, at veljarar okkara úti um land- ið stuðla okkum, sum eru eftir í tingbólkinum. Vit kunnu siga, at ein stórur meirluti tekur undir við okkum, sigur Karl Heri Joensen. - Heldur tú at val skal út- skrivast nú? - Eg haldi, at tað er keði- ligt um val verður í úrtíð, men hinvegin so verður ikki lætt hjá samgonguni at ar- beiða hetta hálva árið sum efur er. - Kortini er tað okkurt sum bendir á, at rímiligur meirluti er fyri teimum málum, sum eru eftir í ymsu tingnevndunum. - Hvat heldur tú um fram- ferðina hjá Lassa Klein? - Vit vistu av ongum, tá tingformadurin brádliga segði seg frá mánadagin. Vit bóðu hann koma til fundar í tingbólkinum aft- aná, men tað vildi hann ikki. - Vit hava tí samtykt, at hann ikki sleppur inn aftur í tingbólkin. - Eg havi sagt tað áður, men eg kann endurtaka tað. Tann háttur sum Lasse Klein hevur nýtt, tænir ikki flokki okkara. - Tí var tað best fyri sjálvstýrisflokkin, at Lasse Klein tók seg úr tingbólk- inum í gjár, sigur Karl Heri Joensen. Dagny VE LS bb - Samstarvið hevur verið vánaligt, men vit høvdu ikki væntað, at hann fór at taka so álvarsligt stig. Lasse Klein hevur ført seg fram á sera óvanligan hátt, og tað tænir ongum endamáli at halda fram við hesum, allarminst fyri Sjálvstýris- flokkin. Helena Dam á Neystabø sigur, at nú fara tey at føra sjálvstýrispolitik - við orð- um, sum øll fólk kunnu skilja. Dagny Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 14.30—7.00 á morgni.