Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid [ sostalurin ] Nr. 88 — 11. MAI 1994 Síða 13 Kurt Mørkøre biðar eitt sindur við at fara Liðskiparin hjá KÍ, ið annars skal til Noregs, hevur útsett ferðina til eftir seinnu semifinaluna móti NSÍ og helst eisini landskappingardystin móti ÍF Runavíkingar skulu nú á heimavelli prógva, at tað ikki var av tilvild, at teir í Bæði B71 og HB tykjast hava allar menn tøkar til dystin á Sandi Sandoyingarnir vóru á Toftum sunnudagin, har teir fingu annað stigið. Tað verður altíð hildið at vera rímiligur fongur á útivelli, hóast sandoy- ingar Øivad høvdu ynskt, at teir við målkjansun- um í fyrra hálvleiki tryggjaðu sær bæði og sostatt varðveittu odda- Hesa vikuna venur B71 ikki — burtursæð frá lættari persónligar venj- ing, so sum renning og annað — og ganga sand- oyingarnir nú úthvíldir og løda til dystin móti HB í staðin. Seinna semifinalan hevur ikki fingið HB at niðurleggja venjingina. Liðið fekk sunnudag- in frágera gott úrslit móti føroyameistarun- um, ið noyddust at lúta í Gundadali og tapa 1-0. Serliga var tað spæl- enn tann besta. Í hvussu er hevur 3. deildarliðið fult stigatal, meðan spælið hjá 2. deildarliðnum ikki hevur verið nóg sannførandi til, at stødan har er eins góð, hóast liðið liggur rímiliga væl fyri. Spælistílurin er nokk eis- ini stóri munurin. Meðan tað er nógv putl — onkur vil halda ov nógv — í spælinum hjá 2. deildarliðnum, spælir 3. deildarliðið meira bein- leiðis, og tað hevur so eisini givið trý góð úrslit higartil. Sunnudagin í Sandavági vóru tað niðurflytararnir úr Tvífalt uppsettir B71 og HB skulu — umframt at hava finaluplássið í huganum — royna at sannføra landsliðs- venjaran um, at teir hava fólk, ið kann brúkast á landsliðnum Klaksvík megnaðu at geva KI fyrsta ósigurin á heima- velli í trý år, og verður tað andi venjarin Jóannes Jakobsen, ið gjørði út- slagið og fekk skil á aftur verjuna hjá HB, ið ikki hevur gjørt tær stóru skreytirnar higartil í ár. Eisini sóu HB-arar ein glotta í, at Jan Dam var við aftur. Hann venur longu við fullum trýsti, so ikki man vera óhugs- andi, at hann longu hós- dagin fer at byrja inni. Í Gundadali kom hann inn í seinna hálvleiki fyri fyrstu ferð í kappingini í ár. Dystimir millum B71 og HB er vanliga rætti- liga javnir, men við stóra målmuninum undan seinnu semifinaluni er ilt at síggja annað upplegg enntað, at HB skal satsa nógv, meðan B71 kann leggja dentin á at røkja verjuskyldurnar og so- statt eisini megna at varðveita stóru leiðsluna frá fyrra dystinum teirra millum. hj. 2. deild í fjør, Skála, ið stóðu fyri skotum. FS Vágar hevði allan dystin yvirvág í spæli, hóast talan ikki var um ein so 6- javnan dyst. Og tá talan er um málkjansir, skaraði FS Vágar framúr, hóast enda- sifrini ikki vóru so 6gvus- lig. Vágamenninir byrjaðu væl, og longu í fyrsta min- uttinum fingu teir mál eftir hornaspark. Bólturin varð sendur innfyri, og har fór ein upp at skalla, men rakti yvirliggjaran, so bólturin stakk út aftur í spælið. Tá neyvan nóg mikið hjá NSÍ bert at royna at verja leiðsl- una, ið telur eittans málið. Eftir øllum at dóma skal meira gerast fyri tað hesa- ferð, nú KÍ tykist hava funnið stevid, ið ikki var til staðar í fyrra dystinum, ið var eitt av eksperimentun- um hjá KÍ-venjaranum í byrjanini av kappingarár- inum — eitt nú við flatari fýramans verju. HjáNSI eru stórt sæð allir menn við aftur, ið vóru í Fuglafirði sunnudagin, har úrslitið gjørdist ein rætti ligur avsmurningur frá ÍF. Elian Hansen fekk skaða í Fuglafirði og var ikki við til venjingina í gjårkvøldid, so ivi er um hansara leiklut í seinnu semifinaluni. Hin- vegin verður liðið helst styrkt við John Jacobsen, ið leygardagin var við á 2. deildarliðnum, har hann royndist sera væl og skjeyt málið hjá NSI. Um hann verður við, verður tað helst á miðjuni ella í álopinum. Kurt Mørkøre, ið eftir ætlan skuldi verið farin av landinum í gjár, hevur útsett fráferðina, so hann í hvussu er fær steypadystin við móti NSI, og helst eisini verður við móti IF í Fuglafirði sunnudagin. Jósvein Jacobsen, ið hev- ur spælt í 1. deild í ár, fekk undir venjing månakvøldid skaða, so hann gongur við høkjum. Hann noyðist at síggja burtur frá semifinal- uni í tí standi, hann nú er í. Hinvegin er Allan Joen- sen við aftur eftir leikbarn móti B36, og somuleiðis hevur KÍ fingið Eddie Bert- holdsen upp av 2. deildar- liðnum. Hann var við allan dystin sunnudagin sum vinstri vongbakkur. Vid ødrum er KÍ kortini helst ikki verri fyri til dystin hesaferd, enn tad hevur ver- 10, og sostatt skuldi alt borga fyri, at klaksvikingar fara at seta full segl til i Runavik. hj. TOT: Kurt Mørkøre verður við í Runavík kortini (Savnsmynd) LØGMANSSTEYPID: Seinnu semifinalurnar: Finalistarnir skulu finnast hósdagin B71 tekur móti HB á Sandi, meðan NSÍ í Runavík fær vitjan av KÍ. Landsliðsvenjarin Allan Simonsen fer at hyggja at B71-HB Hósdagin — Kristi Himma-ferðar- monnum, og tað sama ger seg kveita eftir teimum báðum lidun- dag — hittast tey fýra liðini, ið manna seinnu semifinalurnar í kappingini um Logmanssteypið. At Føroyar til ta tíð eru møgu- liga uttan eina landsstyrissam- gongu, ið stendur aftan fyri løg- mann, fer neyvan at vera í hug- anum á B71, HB, NSI og KI, tá lið- ini tørna út fyri hvort í sínum lagi at tryggja sær pláss í steypafinal- uni, ið skal vera beint eftir ólav- søku. Fyrra umfarid vann B71 heili 4- Í í Gundadali á HB, so á Sandi hesaferð liggur mesta trýstið sjálvandi á herðunum á havnar- galdandi hjá KI, ið á heimavelli í fyrru finaluni mátti lúta fyri NSI, ið vann 2-1 í Klaksvík. Meðan uppgávan hjá HB at venda målårtøkuni og vinna á B71 við meira enn trimum málum kann tykjast rættiliga torfor, er kanska eitt sindur lættari at ímynda sær, at KI hevur møgu- leikan at gera vart við seg móti NSI, har bert tað eina málið er á muni. Ein eyka gularót, ið tó kann gera dystin á Sandi serliga spennandi, er at landsliðsvenjarin Allan Si- monsen verður til staðar fyri at um, ið hittust í steypafinaluni í fjør. Landslidsvenjarin hevur fyrr i ár sæð bæði NSÍ og KÍ, meðan hann íkki hevur. havt hovi at síggja B71 og HB, so tí valdi hann at fara til Sands at hyggja, meðan hann so í kveld fer til Gøtu at skoða spælarar úr GI og øllum hinum liðunum, ið ikki eru við í semifinalunum. Har verður í kvold kl. 19 ein dystur millum GI og eitt úrvalslið — sett av hjálpar- venjaranum Peturi Simonsen. hj. fekk Rodmund Rasmussen knæið á hann, og so var 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki minkaðu skálamenn so um munin, tá Pauli Poulsen eftir innkast í vinstru síðu útnyttaði eina verjuvillu, gjørdist leysur og skoraði. Í seinna hálvleiki trýsti FS Vágar alsamt meira, men ikki fyrr enn dysturin nærkaðist endanum, eydn- aðist at fáa hol á aftur. Eftir trunkaspæl eydnaðist John Johansen at fáa síðsta fótin á, og so var 2-1. Frammaundan síðsta kjansinum hesum høvdu vågamenninir havt skot å stongina og høvdu fleiri ferdir verid einsamallir vid målverjanum, men uttan at tað bar til. HB-GI 1-0 (1-0) Talan var um endurtøku frå 1. deildardystinum, bædi tå tað råddi um úrslitið, og tå tað ráddi um spælbýtið. Talan var um tættan dyst, sum kundi fara báðar vegir. Havnarmenninir = høvdu sera kvikar álopsleikarar, men GÍ verjan var sterkasta ketan á teirra liði. GI álopið kendist tannleyst, og tað var kanska tíbetur fyri havna- verjuna, sum ikki tóktist serliga sannførandi. Málið, sum bar í sær, at bæði stigini vóru í høvuds- staðnum, kom tá bara fimm minuttir vóru leikur. Tað var skjóti unglingaleikarin Jørgin Meitlberg, sum gjørdist leysur, og so hefti ikki fyri. At tað ikki komu fleiri mál var ikki tí, at eing- ir målmøguleikar vóru, men royndirnar hjá báðum pørt- unum vóru ikki nóg neyvar. -nn-/hj. Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møti er hvort leygarkveid kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031- 578999.