fríggjadagur 13. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á P 4 . .
Góð tíðindi
EFTIR nærum deydatøgn í eitt år var
aftur lív á einum av teimum fyrr so
stóru ídnaðarvirkjunum í landinum
mánamorgunin. Norðsetur í Hvalvík
kundi eftir eitt sera umfevnandi og
professionelt fyrireikingar- og kanning-
ararbeiði lata dyrnar upp aftur fyri
teimum fyrstu arbeiðsfólkunum og farið
varð í gongd við at smíða tað fyrsta
húsið í eini rød til Týskalands.
HETTA eru góð tíðindi í eini krepputíð,
sum hevur lagt stóran part av
ídnaðinum í landinum lamið. Ikki minst
kemur hetta sera væl við í júst
byggivinnuni, sum er tann vinnan, sum
er meinast rakt av kreppuni. At tað
hevur eydnast leiðsluni á virkinum at
fáa ein útflutning í lag - í eini tíð, har
annars flest øll hava mist alla vóna og
alt initiativ - halda vit vera einki minni
enn eitt bragd. Tað er slík góð tíðindi,
sum føroyska samfelagið hevur so nógv
VIRKIÐ í Hvalvík fór í 80-unum undir
at smíða sniðhús til at nøkta tann vaks-
andi eftirspurningin eftir sethúsum i
Føroyum. Hví ikki heldur smíða okkara
egnu hús enn at keypa tey liðug úr
útlandinum var ein drívmegin hjá teim-
um, sum stovnaðu hetta virkið. Og
henda sama drívmegin hevur so eisini
verið grundarlagið fyri nú at fara eitt
stig víðari, nevniliga at smíða hús í
Føroyum til útflutnings. Hvat ringt vit
enn siga um yvirupphitaða búskapin og
nýtsluna í Føroyum í 80-unum, so eiga
vit ikki at gloyma, at stóri eftirspurn-
ingurin hesi árini hevur eisini verið við
til at skapa og menna ymsar vinnu-
greinar eitt nú húsasmíð. Og nú heima-
marknaðurin bleiv mettaður standa vit
so eftir við frægum handverkarum og
eini stórari vitan (know how) sum vit
ikki fáa brúkt. Tað vildi verið ómeta-
liga spell, um hesi stóru virði ikki komu
okkum øllum til góðar í framtidini eis-
ini. Einasti útvegur fyri at varðveita og
gera brúk av fólki og vitan hevur ti
verið at leita út um landoddarnar Ein
máti er at finna arbeiði í øðrum londum.
Ein annar er at fara undir eina fram-
leiðslu í Føroyum, sum síðani verður
útflutt. Og tað er hesa seinnu leiðina
leiðslan á Nórðseturvirkinum hevur valt
at ganga. Ein skilagóð leið.
TAÐ vildi verið sera spell, um hetta
frálíka arbeiðsplássið varð stongt med
alla helt stjórin á virkinum fyri í
samrødu vid Sosialin í gjár. Fyri at
forða tí fór hann undir at kanna møgu-
leikarnar fyri at útflyta liðug sniðhús.
Eftir drúgvar kanningar, sum hava kravt
ein ótroyttiligan vilja og dirvi umframt
hollan kunnleika og ráðgeving eydn-
aðist tað so loksins at "koma gjøgnum
nálareygað" og fáa ein útflutning í
gongd til fyrrverandi Eysturtýskalands.
Nú er talan bert um nøkur få hús í
fyrstu atløgu men tó meta vit hetta
Hvar vinnur, heykar ella
dugvur fólkafloksins?
Tað er eingin loyna, at tað
seinasta árið ella bæði tvey
er farin fram ein maktkamp-
ur í fólkaflokkinum. At nú
formaður fólkafloksins
gevur skarvin yvir og boðar
frá at hann ikki stillar upp-
aftur til komandi val er bert
ein ásannan av at heykamir
í flokkinum hava vunnið á
dúgvunum.
Hvussu lítil leikpartur
Jógvan Sundsteins veruliga
hevur verið í seinastuni,
vísa best tær hendingarnar,
ið fram eru farnar í skatta-
nevndini.
Sum fastur limur í skatta-
nevndini hevur hann verið
noyddur at víkja sessin í
nevndini, soleiðis at ein av
heykunum kundi koma í
nevndina fyri at gera tað, ið
neyðugt var til tess at fáa
fastatøkur á formanninum í
skattanevndini.
Tad uppskotið, sum JOgv-
an Sundstein hevdi bodad
frå, at skattafrii ágóðin hjá
tingmonnum skuldi skatt-
ast, hvarv sum døgg fyri sól,
tí tað hevði ikki tann stóra
áhugan hjá Svend Áge
einki minni enn eitt bragd, tí nettup út-
flutningur av ødrum enn bara fiski
hevur verið so gott sum Omøguligur.
Avleiðingarnar av kreppuni við
vónloysi og initiativloysi hava so bara
gjørt støðuna enn verri. Men tíanbetur -
vit eiga framvegis fólk í landinum, sum
ikki hava givið skarvin yvir og sum
megna at sannføra bæði seg og onnur
um, at royndirnar og ekspertisuna vit
bygdu upp í góðu 80-árunum, skal ikki
fara fyri skeyti.
FYRSTA kravið fyri at kunna fara
undir útflutning er, at tú hevur eina
góða og kappingarføra veru. Tey
umleið 400 húsini, sum Norðsetur
smíðaði og setti upp kring landið hesi
seinastu 15 árini, eru grundarlagið undir
tí útflutningi, sum skjøtil nú er settur á.
Drúgvu royndirnar og miðvísa leiðin
alla tíðina at betra um hesi sniðhús eru
nú bráddliga vorðin atgongumerki til
ovurstóra húsamarknaðin í ti
fyrrverandi Eysturtýsklandi. Men til
tess at koma inn á henda marknað hevur
so verið neyðugt við neyvari
fyrireiking. Og hetta at selja eina vøru
hevur ikki júst verið okkara sterka síða.
Slíkt krevur so umframt eina
dygdarvøru tey réttu fólkini at skapa
tær neyðugu kontaktirnar og at fylgja
hesum upp. Endaliga úrslitið skal so
vera eitt sínámillum álit, sum tað eftir
øllum at dóma hevur eydnast Norð-
seturfólkunum at byggja upp millum
kundarnar í Týskalandi og framleiðaran
verandi løgmaður og ting-
formaður tingmanningini
frá, at sambært hansara
tulking av tingskipanini, so
skuldi kvalifiseradur meiri-
luti til fyri at beina málið í
fíggjarneyndina. Einki er so
at siga til, at sjålvt floksfe-
lagar Jógvan Sundsteins
stóðu sum kánus, tí ongan-
ti fyrr hevði tað verið
í Føroyum. Ein kappingarfør
dygdarvøra og professinalisma f øllum
liðum hevur fingið útlendska keyparan
at velja júst Norðsetur.
NÚ kann onkur halda, at vit her gera ov
nógv burtur úr júst hesum eina virk-
inum. Til tað er at síga, at vit meta tað,
ið hent er sum nakað gott, sum nakað
nýtt, ið føroyingar alla tíðina hava tosað
um og trådad eftir, men sum sjáldan
hevur hepnast okkum. Hevur talan
verið um útflutning hevur tað bara snúð
seg um fisk, og heldur ikki hann hava
vit borið orð fyri at vera nakrir meist-
arar í at selja.
MEN júst tann sannroynd at talan er um
eina heilt aðra vinnu og eina vinnu, har
vit hava lagt so nógva orku í at útbúgva
tey ungu, nevniliga byggivinnuna, sum
nú er á gravarbakkanum og í vanda fyri
at doyggja út, ger, at hesin fyrsti sátt-
málin hjá Norðsetur er einki minni enn
ein stórhending fyri ikki at brúka orðið
kollvelting. Nú vita vit sjálvandi ikki,
hvussu fer at gangast víðari, eftir at
fyrstu húsini eru sett upp í Týskalandi í
juni og august, men vit mugu bara biðja
til, at tað fer at eydnast Norðsetur at fáa
veruliga gongd á aftur framleiðsluna í
Hvalvík við útflutningi fyri eygað.
Góða eydnu og gott í tykkum.
SOSIALURIN
MBF-husi
nú meðan stilladsini standa uppi.
Áhugað biðjast ringja
Tlf. 17373 ella 12533
TILBOD
ynskist at måla
aðru ferð
Ellefsen, ið hevði troðkað
partamann sín úr nevndini,
ella var tað bert avtalað
spæl? Undir øllum umstød-
um tykist nógv benda á tað í
dag, tí tá tað nógv umtalaða
skattamálið fekk 2. viðgerð
og uppskot sett fram um at
beina málið í fíggjarneynd-
ina, reistist Jógvan Sund-
stein úr sessinum, og meðan
ein undrandi tingmanning
lýddi á, >vegleiddi< hann
tingformannin, soleiðis at
tann meiriluti, ið taldi 18,
var fyri at beina málið í
figgjamevndin, ikki' var
góður nokk.
Hinvegin so greiddi fyrr-
uttan
neyðugt við 20 atkvødum
fyri at beina mál í aðra
neynd.
Men í dag síggja vit hví
tað var so neyðugt hjá
fólkaflokkinum at forða fyri
at figgjarnevndin fekk mál-
ið. At sami Jógvan Sund-
stein, eftir at vera koyrdur út
í kuldan, einki hevur ímóti
at fáa nýval, ið hevur við
sær at hann ikki verður nið-
urgjørdur meira enn neyð-
ugt av fólkafloksheykun-
um, skilir ein sera væl.
Bert spell at ein so reiði-
ligur maður varð noyddur at
lúta fyri teimum víð-
gongdu, ið nú eru við at taka
kvørkratak um tann flokk,
ið hóast alt við honum sum
formanni hevur kunnað
samstarvað við allar flokkar
á løgtingi.
Tann tíðin sær so út til at
vera farin, eins og dagarnir
eru við at vera taldir hjá
teimum skynsomu og
moderatu krefturum, ið
hóast alt hava um íkki til
fulnar, so í stóran mun køvt
tær ultrakonservativu kreft-
irnar, sum í fleiri fórum
hava stungið hógvarnar
undan, men sum nú fáa alt
valdið á ti føroyska fólka-
flokkinum. Men hvør veit
um ikki tann skynsami
vongurin av veljarafjøld
floksins sær vandan, nú
heykarnir eru um ella longu
hava tikið valdið og út frá ú
møguliga fáa formann flok-
sins at broyta stóðu, soleiðis
at hann verður eitt av val-
evnum floksins, tá val verð-
ur, kanska í úrtíð sum tat
sær út í løtuni.
Livst so spyrst.
Frank Davidsen