fríggjadagur 13. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 89 — 13. MAI 1994 — Sida9
Tey try landsstýrisfólkini hjá javnaðarflokkinum á tingfundinum mikudagin. Mynd Jens Ch. Vang
Marita Petersen, lógmaður:
Latið okkum royna
nýggja stýrisskipan
Marita Petersen, lógmaður heldur tað vera skeivt at útseta samráðingarnar við
danir soleiðis sum formaður sambandsfloksins hevur skotið upp. Hon vísir eisini
avgjórt aftur orðini hjá Arnfinni Kalsberg um, at tað er ábyrgdarleyst av lands-
stýrinum at halda fram nú.
Hví ikki royna nýggju stýrisskipanarlógina - seta “hol" á hana - við einum
landsstýri, sum hevur helvtina av tingmanningini aftan fyri seg spyr lógmaður.
Samgonguflokkarnir
skuldu hava fund um
støðuna seinnpartin í gjár.
Vit tosaðu við løgmann
undan fundinum.
Løgmaður dylur ikki
fyri, at tað er óheppið at
útskriva val nú, tí tá fáa
vit eitt val mitt í bestu
summartíð.
Marita Petersen heldur
tað vera bestu loysnina
fyri landið, um landsstýrið
sleppur at fullføra sítt
arbeiði og herímillum íkki
minst samráðingar við
donsku stjórnina í heyst.
Løgmaður sigur, at tað
er sera neyðugt at fáa ein
politiskan meiriluta fyri at
kunna avgreiða tey málini,
sum liggja í tinginum í
dag. Landsstýrið er sinn-
að til at fara í tingid við
umrøddu málum og fáa
tey samtykt har. Her er
m.a. talan um mál, sum
eisini andstødan hevur
givið sín stuðul til, tí
eisini hon metir tey av
stórum týdningi.
Hon vísir eisini á, at
sambart verandi stýrisski-
an hevur landsstýrið man-
dat til at halda fram sum
Løgmaður sigur annars
seg ikki kunna taka undir
við uppskoti fólkafloksins
um eitt skiftislandsstýri.
Tað ber als ikki til at fara
undir samráðingar um eitt
nýtt landsstýri nú.
Ikki ábyrgdarloysi
-Anfinn Kalsberg úr
fólkaflokkinum segði við
útvarpið í gjár, at tað er
ábyrgdarleyst, um lands-
stýrið heldurn fram nú í
verandi líki. Hvat sigur tú
til tað?
-Har eru við avgjørt
ikki samd. Skulu vit hava
eina nýggja stýrisskipan í
hesum landinum og sum
øll tykjast at lovprisa so
nógv, so er henda stødan
við einum landsstýrið við
helvtini av tingmonnunum
aftanfyri seg als ikki eitt
veikt landsstýri.
-Sleppa vit tí at halda
fram og tað fer at ganga,
sigur løgmaður víðari, so
er tað fyri so vítt ein
roynd at royna eina
komandi nýggja
stýrisskipan. Við hesum
kanst tú siga, at vit seta
“hol" á ta nýggju stýr-
isskipanina.
Ósamd við Edmund
Marita Petersen er heldur
ikki samd við formannin í
sambandsflokkinum, sum
í gjár segði við útvarpið,
at tað rætta hevði verið at
útsett samráðingarnar við
danir til eftir eitt val her
og eitt val í Danmark.
Hon vísir á, at tað eru
danir sjálvir, sum hava
ásett tíðina til
samráðingarnar í august.
Hetta var longu í
avtaluni frá í mai mánað i
fór sigur løgmaður, at
hevur hon varhugan av, at
dagurin fyri samráðingum
hevur samband við danska
fíggjarlógaruppskotið,
sum skal verða lagt fram
sama dag sum tað før-
oyska.
-Nú vita vit, at komandi
samráðingar við danir
verða mettar av sera
stórum týdningi fyri Før-
oyar. Heldur tú tað er
umráðandi, at tú sum
løgmadur sleppur niður til
Danmarkar at fullføra
hesar samráðingar heldur
enn at fáa eitt val, sum
kann koma at fáa óhepnar
avleiðingar fyri hesar
samráðingar?
-Eg haldi tað er rætt, at
tað verða tey fólkini, sum
hava verið við - bæði í
andstødu og samgongu -
til at taka undir við av-
talunum við danir, at tey
fáa møguleika at fara til
Danmarkar í august.
jan
Viðfestisvognur
350 / 450 í góðum standi, bíliga til
solu.
TIf. 10442 — 84442
— 80 nógv besta bilkeypid —
EISINI Í FØROYUM
Vid nyggja
i
eru tú og húski títt tryggari á
vegnum enn nakrantíð.
Trygdin tann besta, ið fæst fyri
pengar — men talan er eisini um
mestu vælveru undir koyring,
snið ið froir eygad og tøkni,
sum ber av øllum.
Avgjørt besti og »mest bilur«
fyri pengarnar.
Tænasta å hægsta stigi.
SERA LAGALIG FIGGING við
fastari, lágari rentu. (Frá 11%)
— og sjálvsagt lata vit tín brúkta
bil ganga inn í keypið!
Vitjid okkum í Akranesgøtu 5
ella ringið 13873 og frættið
um fyrimunirnar allar
við bili frá FORD
CD
er framtíð
í Føroyum